Skriva út

Boðanardagur Mariu

Tekstur: Luk. 1,26-38
Fyrra tekstarøð.

Viðareiðis kirkja.

Nú vit spakuliga nærkast endanum á føstutíðini, eru vit komin til boðanardag Mariu, henda serliga dagin, hvørs boðskapur er so nógv øðrvísi enn hinar dagarnar í føstu. Føstan er jú tíðin í kirkjuárinum, har ið vit við serstøku føstugudstænastunum steðga á og dvølja við Jesu pínslusøgu og líðingarveg. Tað er í føstu, at boðskapurin um krossin er í miðdeplinum. Hetta avrættingartólið, ið var so ræðandi og effektivt, at tað rann rómverjum kalt niður eftir rygginum, bara teir hoyrdu orðið krossur ella crux, ið tað eitur á latíni.

Tó, so snýr føstan seg ikki bert um líðing, pínslu og deyða, men eisini um vón, væntan og lív. Hví? Tí boðskapurin í føstu miðar frameftir, framímóti nøkrum, ið er størri og hægri: vónini, gleðini og lívinum, ja, sjálvari uppreisnini páskamorgun. Uttan páskirnar og páskaboðskapin var eingin kristin føsta. Tá endaði alt við Jesu krossdeyða langafríggjadag sum ein miseydnað hending, og tað hevði rørslan av Kristus-trúgvandi ongantíð megnað at yvirlivað. Tá var Jesus bert ein afturat í røðini av miseydnaðum Messias-kandidatum, ið hevði leitt sínar eftirfylgjarar út í óføri. Ja, tá var boðskapurin í føstu einki at steðga á við, tí prosjektið, alt sum tað var, hevði verið miseydnað og vónleyst. Men í ljósinum av páskaboðskapinum fær føstutíðin eitt øðrvísi yvirbragd. Tá gerst hon ein tíð við væntan og vón. Tá gerst boðskapurin um Jesu líðing okkara vegur til lívs.

Grikski kirkjufaðirin úr 4. øld, Jóannes Chrysostomos, sigur í einari av páskaprædikum sínum: “Føstutíðin er vøkur!” Í prædikuni samanber hann føstuna við várið, hesa árstíð, vit eru mitt í nú. Hann ger greitt, at føstan er ein tíð, har vit hava høvi til at lata tað spretta av nýggjum í sinni og huga okkara. Ja, at vit hava fingið føstuna, so tann frysta og stirda vetrarjørðin innan í okkum aftur kann spíra og grønkast. Føstutíðin er tískil ein vakstrartíð, har vit í kirkjuni seta ferðina eitt vet niður, hugsa djúpt, rannsaka okkum sjálv – okkara lív og tilveru – og á tann hátt búgva okkum út til stóru høgtíðina, ið stendur fyri framman, páskirnar. Sum sagt eru vit mitt í várinum, og alt tað, ið hevur ligið so oyðið og bert í vetur, byrjar nú at koma fyri seg. Mikkjal á Ryggi rakar so væl tónalagið hesa ársins tíð í sálminum, vit júst hava sungið, Vermir nú ta stirdu jørð (nr. 537). Har yrkir hann: “royna vár og vetur dyst, sólin sigrar, tað er vist”. Hesa ársins tíð kenna mong tað sum ein dyst millum veturin, ið ikki vil sleppa sínum fasta taki, og so várið, ið ikki heilt vinnur á vetrinum. Við øðrum orðum: at veðrið er skiftandi.

Vit kenna øll til hetta, at tað eru viðurskifti og serstakar hendingar, ið broyta okkara lív fullkomiliga og flyta tað yvir eitt annað ljós. Tað veri seg eitthvørt, ið hendir á lívsleið okkara: at gerast foreldur, at gerast omma ella abbi, at missa ein kæran, at fermast, at giftast, at nema sær eina útbúgving. Alt hetta eru viðurskifti og hendingar, sum í stóran mun broyta okkara samleika. Tað eru viðurskifti sum hesi, ið eru við til at mynda okkum sum persónar og gera okkum til tey, vit eru.

Í dag, boðanardag Mariu, hoyra vit um Mariu moy, ið fær vitjan av einglinum, Gabriel. Eingilin er ikki ørindaleysur, men hevur tey boð at bera henni, at hon skal gerast við barn og føða Guðs son í heimin. Tað er trupult at ímynda sær, hvussu stór broyting hetta hevur verið í lívinum hjá Mariu: At hon, ein ung, trúlovað kvinna í lítlu bygdini Nasaret í Galileu, skuldi fáa henda leiklut frá Guði sjálvum umvegis eingilin Gabriel.

Maria var jú ein ung kvinna í lítlu bygdini Nasaret. Vit kunnu tí av røttum spyrja: Hvat man hon hava fingist við henda dagin, ið kom at broyta alt hennara lív og alla hennara framtíð? Var talan um ein púra vanligan dag úti á bygd í Galileu, har hon kanska hevði fingist við at gera mat, at vaska ella okkurt tílíkt? Hevði hon kanska verið úti við ein vatnbrunn eftir vatni? Hevði hon kanska verið á torginum og keypt? Hon var jú trúlovað Jósefi, so kanska hevði hon fingist við at fyrireika brúdleyp? Hvør veit?

Eftir stendur, at hetta gjørdist dagurin, har alt tók eina brádliga vend, tá ið eingilin kom á gátt hjá henni við stóru tíðindunum, at hon skuldi føða Guðs son í heimin: Jesus. Vit kunnu gera eina roynd at skilja støðuna hjá Mariu, hvussu stór ein kollvelting tað má hava verið í hennara lívi, hvussu hennara lív knappliga broyttist fullkomiliga, men vit kunnu ongantíð skilja hana til fulnar. Uppgáva hennara var serlig, ja, so serlig, at eingin annar hevur ella fer nakrantíð at hava ein líknandi ella sama leiklut sum hon.

Hvussu reageraði Maria so, tá eingilin kom á vitjan hjá henni? Jú, hon gjørdist “heilt óttafull”, sum tað stendur skrivað, – og sjálvandi gjørdist hon tað. Í menniskjans møti við tað guddómliga var hetta jú ikki heilt óvæntað. Tað sama gjørdust hirðarnir, ið ansaðu seyðinum við Betlehems-fløtur. Eisini teir vóru óttafullir og bangnir. Henda kenslan, at vera bangin, ið vit kenna so væl úr okkara egna lívi, og sum eisini fyllir so nógv í dagsins samfelagi: tað at stúra og óttast. Hvat hevur framtíðin av bjóða? Hvat fer at henda? Hvørji eru útlitini? Hvar eru vit ávegis? Alt hetta eru spurningar, ið eisini vit seta. Maria óttaðist, tá eingilin vitjaði hana, og tað er nú ikki so løgið, men ein natúrlig reaktión. Onkursvegna skoðaði hon inn í tað fremmanda og ókenda, inn í nakað, ið eingin nakrantíð hevði roynt áður, og sjálvandi ávirkaði tað hana. Men eingilin hevði hesi boð at bera Mariu: “Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, tú sum ert vælsignað av kvinnum! … Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus.” Óttast ikki! Tað eru boðini frá einglinum til Mariu. Tað sama eru eisini boðini frá Guði til okkara, tá ið vit renna okkum í avbjóðingar á okkara lívsleið: óttast ikki! Sum menniskju hava vit mangan so nógv at óttast og at stúra fyri, men saman við Jesusi Kristi eru vit ongantíð einsamøll, óansæð hvat hendir okkum á lívsferðini.

Maria var bangin og óttafull. Ja, vit kunnu hoyra hana fyri okkum: Hvat tosar eingilin um? Hvat fer hetta at merkja fyri meg og mítt lív? Hvat fara fólk at siga? Hvat fer Jósef at siga? Men hóast alt hetta, so játtaði hon at átaka sær henda stóra leiklut og svaraði einglinum: “Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum!” Á tann hátt gjørdist Maria ímyndin av sannari halgan og tænastulyndi. Vit kenna øll til hetta, at vit so gjarna vilja stýra okkara egna lívi og geva tí tað innihald, vit ynskja at geva tí. At vit vilja vera í kontroll. Mæti yrkjarin, T.S. Eliot, sigur tað so rámandi í eini yrking: “I have measured out my life with coffee spoons”. Á føroyskum máli: “Eg havi mált upp mítt lív við kaffi-skeiðum”. Tað er tað kontrolleraða lívið. Eina skeið her. Eina skeið har. Eitt sindur á hvørt stað, men eg avgeri sjálv ella sjálvur hvar og nær. Ja, kanska geva vit Guði eina skeið av og á, men so heldur ikki meira enn tað. Vit vilja vera í kontroll. Vit vilja sjálvi stýra.

Soleiðis var ikki hjá Mariu. Hon átók sær ein leiklut, ið kom púra óvæntaður, ja, ið hon ikki hevði fyrireikað seg uppá ella á nakran hátt hevði kontroll á. Í grundini hava vit tí – burtursæð frá Jesusi sjálvum – onga betri fyrimynd í trúnni enn hana, ið tók á seg hesa krevjandi og torføru uppgávu, og á tann hátt av sonnum gjørdist tænastukvinna Harrans. Ein uppgáva, ið ikki bert var løtt, men eisini førdi við sær mótgongd og sorg, stúran og ótta, tá sonur hennara leið hin mest eyðmýkjandi og vanvirðiliga deyðan av øllum, krossdeyðan.

Ja, hon tók á seg tann leiklut at bera hann í heimin, ið alt fólkið hevði bíðað eftir í øldir. Hann, ið profetarnir høvdu talað um og glett seg til skuldi koma. Hon átók sær at vera mamma hansara og geva honum eitt gott og kærleiksfult heim. At læra hann alt tað, ið eitt smábarn skal læra. Hann, ið skuldi loysa mannaættina alla úr fjøtrum. Sjálvandi visti Maria ikki, tá ið eingilin kom til hennara, hvat ið hetta merkti niður í minsta smálut, hvat tað í grundini innibar, og hvussu tað fór at ganga fyri seg. Tað kundi hon jú ikki. Men í trúfesti og í lýdni tók hon henda gerning á seg, og tískil er hon okkum ein stór fyrimynd. Sum kristin fólk kunnu vit tí takka henni fyri, at hon tók á seg ta uppgávu at bera frelsaran, Jesus Krist, í heimin, okkum til æviga sælu og rættvísi.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen!

Skrivað prædikuna hevur Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, doktaralesandi við Westfälishce-Wilhelms Universität í Münster.