Skriva út

12. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Prædika hildin í Hans Egede kirkju í Keypmannahavn.

Fyrst av øllum fari eg takka fyri henda møguleika at halda gudstænastu saman við tykkum í dag. Og Borgny presti fyri at lata meg velja prædikutekstin til 12 sunnudag eftir trinitatis, sum var seinasta sunnudag. Orsøkin til, at eg eri í Danmark er hon, at eg havi tikið yvir eftir Jónsvein Bech, sum í mong ár hevur røkt tænastuna sum deyvaprestur í Føroyum, og eg eri nú niðri fyri at læra teknmál umframt fáa betri kunnleika um deyvamentan og søgu. Og so passar Effata teksturin jú so sera væl til júst tað.

Men áðrenn vit koma so lang, so skulu vit líka venda aftur til epistilin, sum varð lisin fyri altarinum, har Paulus tosar um andan og bókstavin, og skilir ímillum hesi bæði. Tann nýggi sáttmálin er ein andans sáttmáli, ikki ein bókstavsins – tí bókstavurin drepur, men andin lívgar. Og hetta er á mangan hátt bæði rætt og satt. Tí tulka vit hvønn annan og okkara umheim alt for bókstaviligt og gloyma myndamál og djypru meiningina aftanfyri alt tað, sum verður sagt, so fari eg at pástanda, at tað er nógv, sum vit ikki fáa við og koma skeivt fyri, bæði yvirfyri hvør øðrum og lívinum.

Eg haldi eisini tað er vigtigt at minnast til hetta, tá vit hava við bíbilskar tekstir at gera. Læsa vit okkum ov fast í bókstavin, og ignorera tað poetiska universið, sum í mongum førum goymir seg aftanfyri orðini, bæði í Gamla og Nýggja testamenti, so er tað sum við lívinum – tá er tað nógv, sum vit ikki fáa við og koma skeivt fyri tá vit royna at fata, hvat tað er, sum Halgabók sigur okkum.

Hetta sama ger seg galdandi við evangeliið tekstinum, sum vit hava lisið í dag. Ja, tað sama ger seg í roynd og veru galdandi í og við øllum teimum mongu undur-tekstum, sum í øllum førum Nýggja testamenti borðreiðir fyri okkum. Hvussu ofta hoyra vit ikki um, at Jesus lekir onkran, sum hevur verið sjúkur alt lívið? Hinvegin, hvussu ofta uppliva vit, at hesi somu undur henda í dag, fyri onkran vit kenna, ella fyri okkum sjálvi? Tey flestu av okkum vita, at tað er ikki so ofta, at slíkt hendir. Skulu tekstirnir enn geva meining fyri okkum, hóast okkara veruleiki og veruleikafatan er so ymisk frá henni, hon var, tá Jesus livdi, so eru vit viðhvørt noydd til at taka tekstirnar úr teirra konteksti – tvs, úr teirra bókstaviliga konteksti – og fara andaliga til verka. Lata andan hjálpa okkum við at skilja og fata eina meining, sum vegna frástøðu – bæði í tíð og rúmd, mangan er duld fyri okkum.

Effata teksturin er eitt gott dømi um ein tekst, sum má at tulkast, skal hann vísa okkum á ein heim og eitt ríkidømi av guddómligum lyftum, sum goymir seg aftanfyri bókstavin. Tað góða við Jesusi er, at hann handlar inn í ta tíð hann er partur av. Soleiðis eru tekstirnir í NT prógv um Guds inkarnatorisku náttúru, har hann ger seg til eitt við menniskjuna, har hon er. Jesus er jødi, partur av jødiskum kulturi og reagerar eftir teimum forholdum, sum eru. Tá í tíðini var tað, at vera deyvur, ikki einans sæð sum eitt handikapp, men sum ein dómur, menniskjan hevði drigið niður yvir seg sjálva. Bæði skuld og skomm vóru knýtt at einum breki – um vit kalla tað tað, tí hetta var nakað, antin ein sjálvur, ella eins familja, hevði skyldina í. Spola vit 2000 ár fram og spyrja deyv í dag, so er tað slett ikki vist, at tey taka undir við tí, Jesus ger. Hví skuldi maðurin fáa hoyrnina aftur? Tá man gott kann hava eitt gott lív sum deyvur – eitt gott og virðiligt lív, júst sum øll onnur. Tað, at vera deyvur, verður ikki longur sæð eitt brek, tað er bara ein annar máti at vera og avbjóðingarnar eru nakrar aðrar. Deyv hava jú sítt egna mál, sína egnu søgu, sína egnu mentan og eitt sterkt samband sínamillum. Og hava tey síni egnu kirkjulið og kirkjur – og í Danmark hava tey eitt kirkjublað – sum eitur Effata.

Jesus gevur manninum hoyrn, men harafturat brýtur hann ta isoleraðu tilveruna, maðurin er fangaður í. Effata, sigur Jesus, og kallar mannin út úr einseminum, út úr avmarkingunum, inn í eina nýggja tilveru. Hóast okkara áskoðan á deyv er broytt, so broytir tað ikki við tað faktum, at isolatión enn er av tí ónda.

Sjálvur trúbotarmaðurin Martin Luther lýsir menniskjuna sum nakað, sum altíð stendur í relatión – til Gud, til umheimin, til onnur menniskju og til seg sjálva. Relatiónin til Gud er definerandi fyri allar hinar relatiónirnar, menniskjan stendur í. Og umvent, tá Luther so tosar um synd, so er synd ikki frávera av relatiónum, ei heldur konkretar handligar fyrst og fremst, men heldur ein fornoktan av teimum relatiónum, sum menniskjan er sett í. Syndin er, at menniskjan í síni avmakt malir rundan seg sjálva, heldur enn at líta á Guds orð – tað, sum í teologiini verður kallað incurvatus in se.

Uttan at vita tað við vissu, so vildi eg mett, at tað er henda fatan av menniskjanum í relatión við Várharra og medmenniskjuna og henda syndafatan, sum hevur verið orsøk til, at orðið Effata hevur verið knýtt til sjálvan dópin, har tað nevnliga er nakað nýtt og hendir. Effata hevur verið knýtt til dópin fyri at vísa á, ella boða frá, at her verður tað latið upp fyri nøkrum vigtigum – ja, nøkrum lívsvigtigum. Effata hevur tí ikki einans inkarnatorisk eyðkenni, men so sanniliga eisini sakramental eyðkenni, tá tað verður eitt guddommiligt róp á menniksjuna um at lata seg upp fyri lívinum, óansæð hvussu umstøðurnar annars munnu vera – og við tí ábyrgd vit hava fingið fyri hvør øðrum, at hjálpa hvør øðrum at tora at vera.

Tað sigur seg sjálvt, at eingin av okkum kennir talið á døgum okkum er tillutað. Umstøður kunnu broytast í einum eygnabrá, tilveran verður skakað, grundvøllurin ristur uttan at vit fáa gjørt nakað fyri at forða tí. Men eg haldi, at Effata kann ljóða sum ein vinarlig, guddómlig áminning inn í okkara lív, har vit eru stødd, hvør í sínum lagi. Í orðinum liggur eitt ynski frá Gudi um, at tann deyvstummi – ella menniskjan yvirhøvur, skal fyllast við Kristi trúgv, vón og kærleika, so hann og hon fær dirvi til at vera.

Effata merkir jú: Opna teg. Og tað er, sum um Jesus sigur: opna teg menniskja. Fyri gudi, fyri umheiminum, fyir lívinum, fyir medmenniskjanum, fyri tær sjálvum/sjálvari.

Tað kunnu vera allar hugsandi orsøkir til, at vit byrgja okkum inni. Og onkuntíð er tað, tað einasta við orka í løtuni. Onkuntíð kennist tilveran ov møtumikil. Bæði likam og sál kennast troytt. Men tað er, sum um at Jesus insisterar uppá, at vit skulu lata okkum upp. At vit ikki skulu lata lívið, hvussu tað so enn kann útfolda seg, fara okkum framvið, tí tað er tað, sum er okkara lív. Jesus kallar menniskju út úr isolatiónini, inn í samanhang, inn í samfelag, inn í nýggjar møguleikar.

Tað gevur so ótrúliga góða meining, sum nevnt, at Effata hevur verið knýtt at dópinum, har presturin í ritualinum spýtti á fingurin, nam við oyru og eygu hjá barninum og segði: Effata, opnað teg! Í Lutherskari gudfrøði er syndanna fyrigeving eisini ein frígering til nýtt samband og felagsskap við Gud og menniskju.

Tað stendur eisini í prædikutekstinum, at “tey koma til hansara við einum deyvum manni”. Maðurin varð leiddur til Jesus, sum nam við hann. Svarið til tað afturlatna, isoleraða, innilæsta – bæði hjá deyvstumma manninum og hjá okkum, í okkara lívskrisum, er tað sama: felagsskapur, relatiónir. Eitt stað, har man kann sleppa at vera, sum man er, bæði við tí, sum tyngir og við tí, sum gleðir.

Guð hevur ikki skapað okkum til einsemi. Hann hevur skapað okkum til felagsskap og ábyrgd fyri hvør øðrum. Man skal sjálvandi ansa sær, tá man tosar um, hvat Gud vil og ikki, men hyggja vit eftir, hvussu Jesus livir sítt lív, og taka tað til okkara, so síggja vit, at hann ferð eftir ferð niðurbrýtur isolatiónina, sum menniskjan, av eini ella aðrari orsøk er læst í. Jesus er Guds meining við heiminum.

Kristna kirkjan er eisini felagsskapur, og tað sum eyðkennir hana er, m.a., at hon doypir til felagsskap í navni faðirsins, sonarins og heilaga andnas og sigur frá um Gud sum er relatión – við seg sjálvan, okkum og okkara heim.

Og í hesum felagsskapinum sigur Jesus við okkum: Effata, opnað teg! Fyri lívinum, fyri tilveruni, fyri Guds livandi anda og liv lív títt saman við medmenniskjanum! Og í hesum felagsskapi hava vit eisini ábyrgd fyri lívinum hvør hjá øðrum – at kalla hvør annan út úr einseminum og isolatiónini. At taka hvør annan í hondina og siga: Effata. Opnað teg! Fyri lívinum, fyri Guds livandi anda, fyri medmenniskjanum!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir! Amen.