Skriva út

Sergudstænasta - Allahalgannadagur (1)

Tekstir: Opb 7,9-17 og Sl 107,23-32
Sálmar: 580-660/581-689

Í dag er Alla halganna dagur.
Í fornkirkjuni var siður at hátíðarhalda deyðadag pínslarvátta og halgimenna, og røkkur hesin siður líka aftur til endan av 2. øld. Í 9. øld – í árinum 835 – varð dagurin alment settur at vera hin 1. november og róptur Alla halganna dagur.
Hesin dagur er seinni vorðin ein blandingur av Alla halganna degi og Alla sálna degi, sum um ár 1000 varð settur at vera 2. november. Alla sálna dagur varð settur til minnis um øll tey kristnu, sum farin vóru, hóast tey ikki vóru pínslarváttar ella halgimenni.
Síðan hevur Alla halganna dagur fingið sín serliga dám í Føroyum sum minningardagur teirra sjólátnu.
Alla halganna dag steðga vit á eitt bil í dagsins strevi, og við gudstænastum og minningarhaldum kring landið minnast vit tey, sum frammanundan eru farin og vóru ein partur av okkara lívi, umframt at vit á serstakan hátt minnast teir, ið lótu lívið í yrki sínum á sjónum.
Ein hin størsti vanlukkudagurin í siglingarsøgu føroyinga man helst vera tann, tá sluppirnar Neptun úr Vestmanna og Nólsoy úr Havn fórust í illveðri á suðurlandinum í Íslandi í 1934.
Í Dimmalætting á jóansøku hetta sama árið skrivar Gunnar Dahl-Olsen, sýslumaður í Vestmanna, undir yvirskriftini Brotnar vónir m.a. hesi orð, ið vit kunnu gera til okkara egnu: “Eingin rætti teimum hond á deyðastund. Eingin móðurhond streyk soninum yvir ennið. Eingin kysti tær blánaðu varrar... Havið hevur fevnt teir.” Men vit kunnu tó leggja afturat: ”Um eingin menniskja rætti teimum hond á deyðastund, so gjørdi Guð tað. Um eingin móðurhond streyk soninum yvir ennið, so gjørdi Guð tað. Um eingin menniskja kysti tær blánaðu varrar, so gjørdi Guð tað.”
Sorgarleikir av slíkum slag er væl prísurin, ið eitt samfelag má gjalda fyri at vera so tætt knýtt at havinum og ríkidømi tess, sum hitt føroyska. Har ríkidømi okkara svimur og er at finna valda bæði gleðin og sorgin.
Havið, hin ótamda náttúran, ið jú bæði hugtekur og fær okkum at óttast, var í øldir einasta samferðsluleið, um sleppast skuldi millum oyggjarnar ella millum bygda ella tá keypferðir skuldu gerast og leitast mátti burtur í onnur lond. Havið var tað, sum fyri størsta partin gav fólkinum mat í munnin og tað, sum annars kravdist til lívsins uppihald.
– “Teir, sum skip síni løgdu í hav og keypferðir fóru um sjógvin – slíkir skoðaðu stórverk Harrans og í dýpinum undur hans,” sum sálmaskaldið Dávid málber seg, og sum mangur føroyskur sjómaður má hava ásannað við honum.
Soleiðis løgdu teir gomlu til havs við trúarinnar sterka áliti á, at lagnuni ráddi ein ikki yvir sjálvur, men at hon var nakað ein mátti leggja í Guðs góðu og sterku hond, áðrenn farast kundi. Komu teir aftur til lands í øllum góðum, so var tað Harrin, sum alt gott ger, ið hevði veitt teimum blíðan byr á túrinum, og ført teir aftur í trygga havn. Bóru teir ikki boð aftur í bý, ja, so ivaðust tey, ið eftir heima sótu, ikki í, at teir nú vóru blivnir lagdir í tryggu og góðu hendur Harrans, og har vóru teir vælbjargaðir – tó sorgin og saknurin vóru ikki minni fyri tað.
Sorg er heimleysur kærleiki, verður sagt. Í hesum fjalir tann sannleiki seg, at tey syrgjandi fáa ikki sagt tað, tey vilja, sleppa ikki av við sín kærleika, tá tey eru fyri missi og vanlagnu. Tí mundi gudstrúgvin neyvan taka burtur sváru sorgina, ta nívandi pínuna og saknin; men hon kundi veita teimum ein linna og sálarbót og birta vón, sum bar, tá alt annað brast.
Tað vistu jødarnir eisini.
Í lovsongi sínum minnir Dávid landsmenn sínar á, hvussu Guð hevur verið teimum hollur bæði í sorg og gleði, hevur stríðst fyri sítt fólk og vart tey móti fíggindans valdi, verið teirra trygga vernd og veitt teimum frelsu. Hvørja ferð alt tóktist vónleyst, og tey vistu sær eingi ráð, visti Guð ráðini og bjargaði teimum úr vanda. Tí leggur Dávid hesi orð afturat: “Tey, sum í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum, makaði stormin til lítið fleyr, so at slætnaðu havsins bylgjur, og sum hann førdi í ta havn, teir skuldu, tey munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, hálova honum í samkomu fólksins, takka honum á gamla manna fundi.”
Eisini vit leita í dag til samkomu fólksins fyri á fundi við Guð at minnast og takka fyri tey, ið vit syrgja og sakna, tá deyðin hevur talað. Øðrvísi verður tað ikki her á jørð – tað eru korini; men Guð er størri enn deyðin, og hann hevur sent einborna son sín í heimin at loysa okkum út úr deyðans valdi. Hann vann við deyðanum á krossi og uppreisnini páskamorgun sigurin á synd og deyða og beindi fyri teimum, so at tey ikki longur standa millum Guð og okkum og forða okkum vegin til hansara ríki. Okkara deyðu eru tí ikki burtur fyri Guði, tí at Jesus hevur vunnið okkum tað lív, sum eingin deyði kann skaða og sigur: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.” Jóh 5,24
Tað merkir ikki, at so er deyðin ikki longur veruligur; nei, hann er framvegis ógvuliga veruligur, og hann verður framvegis óskiljandi fyri okkum, serstakliga tá vanlukkur henda, og vit standa eftir spyrjandi og fáa einki nøktandi svar.
Bíblian talar heldur ongantíð lættliga um deyðan, men veit heldur ikki meira at siga um hann, enn at hann er ein fíggindi, soleiðis sum Paulus ápostul skrivar, at “síðsti fíggindin, sum týndur verður, er deyðin.” 1 Kor 15,26
Tá vit í mongum av okkara kirkjum hava hangandi eitt skip ella ein bát, er tað fyri at minna okkum á, at vit øll eru á ferðini yvir um lívsins hav, og tí ræður tað um fyri okkum at vera innanborða í góðum skipi, ið hevur beina kós og er ført fyri at leggja at røttu havnini.
Vandasjógvarnir eru mangir á lívsferðini og skerini mong, sum vilja bága og tarna okkum ferðina. Vit eru tí altíð stødd í vanda, hava vit ikki hann innanborða við okkum, ið bæði kennir og ræður fyri okkara lívsferð, og tá geva okkum í hansara hond í trúgv, at hann í náði vil líta til mín. Hann kennir leiðina og veit, hvar okkara lívsfar kann sigla uttan um skerini.
Í sjeynda kapitli í opinberingarbókini, ið lisin varð frá altarinum, hoyrdu vit um hin stóra hvíta skaran, ið eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum, og sum við harðari reyst søgdu: ”Frelsan hoyrir Guði várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.” Opb 7,10
Og seinni í fimta versi í 21 kapitli hoyra vit fyrstu ferðina, tann, sum í hásætinum sat, Guð sjálvan, tala og siga: “Sí, eg geri allar lutir nýggjar!” Opb 21,5
Tá er øll møði gloymd og burtur, eingin sorg og einki tár, eingin sjúka og eingin neyð skal tá longur vera til, tí lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta tey øll og leiða tey til lívsins vatnkeldur, har sælan er at vera hjá Guði, har ið hann er.
Hesa vónríku framtíð fyrijáttar Guðs orð okkum og vissar okkum um, at heldur ikki deyðin skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara. Róm 8,39
Guð hevur givið okkum nýtt lív við Jesusi. Í Honum eru vit vorðin Guðs elskaðu børn – nýggir skapningar í Kristi Jesusi – hitt gamla er farið, sí tað er vorðið nýtt. 2 Kor 5,17
Hava vit Hann innanborða við okkum á ferðini, er Hann eisini mentur at føra okkum í himnanna havn, tá okkara sjógvur er rógvin.
Guð, gev okkum øllum tað landið at ná,
har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá,
tá hirðin sítt fylgi
úr mold og úr bylgju
skal savna, har sorgin um ævir er av,
tí deyður er deyðin, og horvið er hav. 579,6 – SFK