Skriva út

2. sunnudagur fyri føstu (seksagesima) (2)

Tekstur:Luk 8, 4-15

Hvalvíkar kirkja
-- -- --

Í eini yrking, sum kallast ”Orðini”, skrivar skaldið Rói Patursson soleiðis:

”nøkur orð eru myrk
og seta dimm spor

summi eru ljós
og kasta ongan skugga”

og víðari yrkir hann:

” tey orðini sum leitaðu eftir nýggjum landi
vendu sær í flognum
sum rovfuglar við sterkum klóm
og fremmandum eygum”


Vit vita jú øll, at orð kunnu hava stóra ávirkan. Eitt orð, gott ella ringt, sagt fyri nógvum árum síðan, kann framvegis annaðhvørt fløva ella níva. Tað var annaðhvørt væl sagt – ella betur ósagt. Tað er jú Jákupsbrævið sum sigur, at tungan er truplari at temja enn nakað annað, hetta hóast hon er ein lítil limur í kroppinum.

Jákup skrivar soleiðis:

”Tí at vit snáva allir í mongum lutum; um einhvør ikki snávar í talu, tá er hann ein fullkomin maður, sum er førur fyri at hava teymahald eisini á øllum likaminum. v3 Tá ið vit leggja boygsl í munnin á hestunum, fyri at teir skulu akta okkum, tá stýra vit eisini heila likami teirra. v4 Sí, eisini skipini, so stór sum tey eru og førd av hørðum vindum, so verða tey tó stýrd við einum ógvuliga lítlum róðri, hagar sum stýrimaðurin ætlar sær. v5 Soleiðis er eisini tungan ein lítil limur og ger nógv um seg. Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv! v6 Og tungan er eldur. Sum ein heimur av órætti er hon millum lima okkara; hon dálkar alt likamið og setir eld á tilverunnar hjól, og hana sjálva er settur eldur á frá helviti. v7 Tí at ein og hvør náttúra, bæði í djórum og fuglum, bæði í skriðkyktum og sjódjórum kann verða tamd og er vorðin tamd av mannanáttúruni; v8 men tunguna kann eingin menniskja temja, hetta óflýggjaliga illa, fult av drepandi eitri. v9 Við henni vælsigna vit Harran og faðirin, og við henni banna vit menniskjum, sum eru skapað í Guðs líki. v10 Úr sama munni koma signing og banning.”

Orðini hava eina skapandi kraft – og orðið er sum pílurin, sum av skógini var skotin; er pílurin longu farin, er torført at steðga honum, áðrenn hann rakar málið.

Tað sama er galdandi við tí fyrsta skapanarorðinum – tað orðið, sum var í fyrstuni, og sum var hjá Guði og sum var Guð. Ikki tí, víst hevur Guð eina ætlan við tí, men tað er ikki altíð vist, at vit vita, hvagar tað fer.

Líknilsið í dag er um sáðmannin, og hóast líknilsi eru søgd fyri at skera tað út í papp fyri okkum menniskju, so er tað tó tað serliga við líknilsinum í dag, at Jesus kemur við eini frágreiðing um, hvat júst hetta líknilsið í roynd og veru merkir.

Vit hoyra um sáðmannin, sum sáðar. Men hann sáðar ikki bara, har tað kann væntast, at nakað veksur. Hevði hetta verið ein bóndi í dag, hevði helst ikki verið mett, at talan var um burðardyggan landbúnað. Men vit skilja beinanvegin, at her er talan ikki um ein heilt vanligan bónda, men um ein meira generøsan, gávumildan, ella skulu vit siga oyðslutan av slagnum. Og hann sáðar, har hann vil – og tað hann sáðar, er orðið, tað orðið, sum fer út í verðina, hagar vit ikki altíð vita, hvussu tað sær út, tá ella um tað kemur aftur.

Summi vendu sær í flognum sum rovfuglar við sterkum klóm og fremmandum eygum – orðið rein ikki við - meðan onnur komu aftur sum tað góða orðið; kanska sum tey, ið altíð vóru fyrst við góða orðinum, har tað vaks – eins og vit hoyra um í sálminum hjá Brorson, at tann vænasta rósan er funnin, á hvassastu tornum útrunnin. Tey funnu ta vænastu rósuna!

Líknilsið inniheldur nógvar vinklar. Sáðmaðurin er Guð, og jørðin er menniskjað. Tað er misjavnt, hvussu sáðið verður móttikið. Men tað er vert at leggja til merkis, at hesin sáðmaðurin er generøsur, hann sáðar, eisini har, hann einki kann vænta at fáa nakað afturfyri. Tí tað er kanska sum Kierkegaard segði um hetta líknilsið, at tann góða jørðin er tolnið. Tað er tolni, sum skal til, tá orðið verður sáðað út í verðina.

Tí hóast líknilsið eisini snýr seg um menniskju, og hvussu menniskju taka ímóti, so er tað ikki upp til okkum at meta um hetta, vit hoyra. Tí sum so er tað ikki okkara borð at gera av, hvussu og hvat skal vaksa. Tað er sum Brorson yrkir í einum øðrum sálmi, at tað gingu kongar fram á rað og vístu megi mesta, teir megnaðu ei minsta blað at festa – ella sum vit fara at syngja um eina løtu í sálmi 357, ið vit ofta brúka í sambandi við barnadóp:

”sáa og væta, tað kunnu vit eina,
lær okkum Harri, at duga tað væl;
vøkstur og signing er títt verk aleina,
Harri, tín skaparhond virka tað skal!”

Vit kunnu bara gera okkara til, at tað verður sáað væl – men at døma um úrslitið, má Guð gera.

Sum kristin kirkja eru vit í tí hepnu støðu, at kunna boða ein Guð, sum ikki altíð er líkur okkum sjálvum. Seinasta sunnudag hoyrdu um tað, sum í fakfelagshøpi hevði verið sópað av borðinum umgangandi: at tey, sum høvdu arbeitt minst og stytst í víngarðinum skuldu fáa somu løn sum tey, ið høvdu stríðst og strevast mest! Og í dag hoyra vit um sáðið, sum verður sáðað allastaðni, og sum øll fáa ein møguleika at taka ímóti – eitt sáð, ið er orðið, tað orðið, ið hevur ta skapandi kraft, at tað kann geva eina vón til menniskju, ta vón ,ið sigur, at tað er tíðin, sum er tað berandi elementið fyri hesa vón, at tað er sáðið, sum er uttan fyri tíðina, ið er komið inn í tíðina og framdi ”fyllin tíðarinnar”, sum Paulus kallar tað. Fyllingin kom sum eitt orð og sum eitt menniskja, sum bleiv føtt jólanátt og er við til at birta hesa trúgv, vón og kærleika – og at størst av hesum trimum er kærleikin, tí tað er hann, sum gevur okkum hetta sáðið. Tað er Guð sjálvur.

Tað merkir, at vit ikki beinanvegin kunnu síggja tað, men at tað verður sum við sinoppskorninum, ið frá at hava verið tað minsta, veksur tað upp til tað størsta. Soleiðis er tað eisini við vónini. Sjálvt har ein lítil menniskjaslig vón er, er ljósið fyri framman, tí tað stendur ikki upp til okkum at døma, hvussu stór ella lítil hendan vón ella trúgv er hjá hvørjum einstøkum menniskja – tað er er í jørðini, sum sáðmaðurin hevur sáðað.
Orðini og orðið eru givin okkum menniskju, og viðhvørt kunnu vit verða mismælt og senda tey skeivu orðini út í heimin, so at tey koma aftur við hvøssum klóm. Men sáðið, ið sáðmaðurin hevur sáðað, kann vaksa seg upp sum sinoppskornið, har tolið er tann góða jørðin, ið bera bæði trúgv vón og kærleika, sum bara ein gávumildur sáðmaður hevur hegni og dugnaskap at sáða.



AMEN
-- -- --