Skriva út

3. sunnudagur í advent - prædika - Hósvíkar kirkja vígd 2016



(11. desember 2016)

Tekstur: Luk 1,67-80

“Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: “Vit fara í Harrans hús.” Sl 122,1
Soleiðis málber Dávid seg í sálmi sínum í Gamla Testamenti.
Í huganum sær hann fyri sær tey, ið fara niðan til halgidómin í Jerúsalem, og saman við teimum gleðist hann um, at tey fara at vitja Harrans hús.
Fyri Ísrael var halgidómurin meira enn ein bygningur, tí hvussu prýðiligur og stórbærur, hann fyri teimum tyktist at vera, ja, so røkk týdningur hansara nógv longur. Halgidómurin, Guðs hús, stóð har sum ein vitnisburður fyri teimum um, at Harrin var mitt í sínum fólki, og at har var hann at finna og vildi taka ímóti teimum, tá ið tey vendu sær til hansara. Guðs hús var sjálvur miðdepilin í teirra tilveru og lívi. Vit kunnu siga, at tað var halgidómurin, ið knýtti tey saman og myndaði tey til eitt fólk. Tað var trúgvin á tann Guð, hvørs bústaður er her á fold, sum gav teirra lívi innihald og meining, og tí hevði halgidómurin fyri tey størri týdningi enn nakað annað.
“Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: “Vit fara í Harrans hús”.
Svá kvað Dávid og eins og børn síni Ísrael mundi hann kennast við gleðina, tá tey fóru niðan í halgidómin at tilbiðja og lovsyngja Guði og fáa hansara signing yvir teirra lív og dagliga virki júst á sama hátt, sum eisini vit við okkara sálmasangi prísa Guði fyri hansara náði, at hann møtir okkum í sínum húsi og signar okkum við sínum gávum.
Eg skal ikki duga at siga, um vit kunnu samanbera tann týdning, halgidómurin hevði fyri Ísraels fólk, og tann týdning bygdarkirkjan hevur fyri okkara fólk; men neyvan er samanburðurin heilt av leið, tí sum sagt verður í seinna ørindinum í fyrsta sálminum, ið vit sungu:
Fedrarnir her hava funnið
hjartafrið og sálarbót,
lívsins kelda hevur runnið
lívgandi um hjartarót. 331,2a – SFK
Eisini hetta er eitt dømi um, at hjá okkara fólki hevur kirkjan verið og er Guðs hús við øllum tí týdningi, sum hetta navn ber við sær.
Tó mega vit geva hesum gætur: at kirkjubygningar kunnu vit reisa við mannahondum, og oftast hevur kirkjan staðið mitt í bygdini, sum eitt tekin um, at hon vil rúma øllum og hevur pláss til øll, vil røkka øllum við sínum boðskapi; men tað er ikki allur sannleikin um kirkjuna: tí kirkju – Guðs kirkju – kann bert Guð sjálvur skapa, og tað var hetta lyfti, ið Jesus gav sínum lærusveinum, sínum fólki, at hann vildi byggja sína kirkju á jørð. Tað merkir, at har hansara navn verður játtað í trúgv sum “Kristus, sonur hins livandi Guðs”, er hann mitt okkara millum. Um so bert tvey ella trý eru samankomin í hansara navni, møtir hann okkum í sínum orði og sakramentum og ger sín gerning til frelsu, lív og sælu fyri okkum.
Tann veruliga kirkjan er tí ikki tey hús ella teir bygningar, sum eru bygd av mannahondum, men er tað kirkjulið, ið kemur saman á halgaðum staði at hoyra orðið og fáa lut í teimum heilagu sakramentum, dópi og altarborði, sum Jesus Kristus sjálvur hevur innsett. Har hann er livandi millum okkum í anda og gerningi, at tilbiðja og lovsyngja sær og faðirinum í himni fyri ta frelsu, ið faðirin hevur tilbúgvið sínum fólki, í syni sínum Jesusi Kristi: “Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.” Jóh 3,17
Tað eru gleðiboðini, ið eiga at ljóða fyri Guðs kirkju í Guðs húsi hvønn sunnu- og halgidag.
Triði sunnudagur í advent verður vanliga róptur gaudete sunnudagur, ið er latín og merkir gleði. Hesin er sostatt gleðinnar sunnudagur.
Og henda sama gleði myndar tekstin í dag, ið er lovsongur Sakariasar.
Sakarias sang av hjarta, tí at hann og konan, Elisabet, vóru bønhoyrd. Umsíðir hevði Guð givið teimum ein son. Elisabet var gomul og farin av barnsburði, og tí høvdu hjúnini ikki longur nakra vón um, at tey fóru at fáa lut í Guðs signing og gerast foreldur; men nú vóru tey vorðin foreldur at soni, ið tey rópti Jóhannes, hvørs navn merkir: Guð er náðigur.
Í lítla soni sínum sá Sakarias Guðs frelsandi og bjargandi mátt. Og takksamur og fyltur við gleði í faðirhjarta sínum prísar gamli presturin Guði fyri trúskap sín og lýdni sítt móti fólki sínum Ísrael alt frá døgum Ábrahams og til henda dag: ”Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns.” Luk 1,68-69
Sakarias tekur aftur í ta gomlu jødisku vónina, at einaferð fóru Guðs lyfti til fedrarnar at ganga út, at hann fór at senda tann Messias, ið frelsa skuldi fólk sítt, Ísrael.
Eftir orðum Sakariasar var sonurin Jóhannes prógvi um, at dagurin var farin at nærkast av álvara, tíðarinnar fylla var komin, tá ið hesin Guðs gerningur skuldi gerast sjónligur veruleiki. Jóhannes, hvørs navn merkir, Guð er náðigur, er Guðs seinasta sendiboð til fólk sítt, og aftan á hann koma ikki fleiri profetar, men aftan á hann kemur Messias sjálvur.
Uppgáva Jóhannesar verður tískil at fyrireika komu hansara, gera fólkinum kunnugt, at nú kemur hann, ið er teirra sanna bjarging, at Guð av stóru náði síni vil fyri Jesu Krists skuld fyrigeva alla synd og øll misbrot teirra og bjarga teimum úr fíggindans valdi.
Hann, ið koma skal, er eitt frelsunnar horn.
Heitið sipar til endarnar, ið stungu fram á brennioffuraltarinum í halgidómi Sálomons. Hesi horn høvdu sín heilt serliga týdning, tí náddi eitt menniskja, ið onnur lógu eftir lívinum, at flýggja inn í halgidómin og taka um eitt av hesum hornum, vann tað sær grið. Tá mátti eingin longur vera tí at meini. Altarið í halgidóminum gjørdist á tann hátt ein griðstaður hjá so mongum menniskjum.
Eftir orðum Sakariasar verður Jesus Kristus okkara frelsunnar horn, okkara griðstaður.
Nú skal hann koma, ið er “sólarris av høgum himni, sum skal lýsa fyri teimum, ið sita í myrkri og skugga deyðans fyri at beina fótum teirra inn á friðarleið.” Aftan á Jóhannes kemur Messias, og hann skal birta ljós, ikki bert fyri jødum, men fyri øllum fólkum á fold.
Tað er hesa gleði, adventin boðar okkum: at í ársins myrkastu tíð birtist ljósið fyri okkum. Kongur okkara, Jesus Kristus, er á veg, og tí veksur væntanin, gleðin og vónin í okkum. Hann, ið er gleðinnar og vónarinnar kongur, kemur til okkara og letur seg á jólum føða inn í heimin sum eitt lítið barn.
Men gleðin myndar eisini dagin í dag á ein annan hátt, tí vit halda hátíðardag fyri kirkjuna, sum umframt at vera vígd av nýggjum eisini fyllir og hevur staðið í 87 ár til signingar fyri Hósvíkar bygd og sum ein varði um, at Guðs orð hevur ljóðað her til ættir, ið koma og fara, og havt sína ávirkan á bygdina og tað fólk, sum her hevur búð og enn býr.
Tað ber væl til at halda fram við myndini úr dagsins teksti, at eisini her hevur lovsongurin til Harran ljóðað ætt eftir ætt. Í orði og sakramentum hevur kirkjan her verið ein griðstaður, eitt frelsunnar horn, hjá mangari sál, ið leitaði sær vegleiðing til at liva eitt kristiligt lív hvør við øðrum. Dyrnar eru aftur latnar upp, at vit kunnu koma og fáa lut í tí tænastu, lívi og gleði, sum Guð gevur úr halgidóminum, Guðs húsi. Aftur ringir kirkjuklokkan á hesum staði við gleðiboðum og við innbjóðing til okkum at koma í Harrans, so at hann kann signa okkum við sínum góðu gávum.
Kirkjufólkinum í Hósvík og okkum øllum vil eg ynskja til lukku og Guðs signing við hesum hátíðardegi, at kirkjan er vígd av nýggjum og latin upp aftur.
Framvegis stendur hon sum ein vitnisburður fyri okkum um, at Harrin er mitt í sínum fólki, og at her er hann at finna og vil taka ímóti okkum, tá ið vit venda okkum til hansara.
Mátti tí longsulin eftir at koma í Guðs hús og gleðin yvir at koma higar, veri líka so livandi hjá okkum og ættarliðunum, sum koma skulu, sum tað var hjá teimum, ið undan fóru, at vit øll mega siga sum Dávid kongur: “Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: “Vit fara í Harrans hús.”
Gævi tá Guð, ið hvussu er,
altíð, tá klokkurnar kalla,
fegið til kirkju fólkið fer,
samlynt um verðina alla!
“Verðin væl ei, men tit meg sjá,
veri Guðs friður við øllum !”
SFK 242,7