Skriva út

3. sunnudagur eftir tríeindardag



Luk. 15,11-32:

Um kærleika hjá einum faðiri

Líknilsið um hin burturfarna sonin, verður eisini rópt Líknilsið um kærleikan hjá einum faðiri. Hevur verið lýstur kærleiki til tveir synir, sum báðir vóru burturfarnir, men har annar vendi aftur. Her skulu vit steðga við tann yngra, sum fór burtur í eitt fjarlagið land.

Jesus boðar við sínum líknilsum um Gud og um okkum, har hann vil náa menniskju, sum eru farin burtur frá Faðirinum, okkara skapara. Hann, sum elskar okkum við einum ófatiligum kærleika.

Beint undan teksti okkara lesa vit: ”Men allir tollarar og syndarar hildu seg nær at honum fyri at lýða á hann. Og bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: ”Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.” Men hann talaði hetta líknilsi til teirra og segði…”
Jesus talar so trý líknilsi um sama evnið: Um Guds kærleika og náði, sum finnur okkum og vinnur okkum inn í sítt ríki: Líknisið um hin burturmista seyðin, hin burturmista peningin og so hetta líknilsið.

Hin yngri sonurin
Latum okkum hyggja nærri eftir tí yngra soninum og síggja, hvussu ólíkur hesin faðirin var øllum øðrum fedrum í Miðeystri á Jesu døgum.

Fyri tað fyrsta: Ongastaði í Miðeystri veit nakar um, at eitt barn spyr síni foreldur um at fáa arv.
Yngri sonurin spyr: „Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær lutast.“

Amerikanarin Kenneth E. Bailey er ein maður, sum í nógv ár hevur granskað Jesu líknilsi og hevur sett tey í teirra søguliga samanhangi í Miðeystri. Honum havi eg lænt nógv av. Samrøðurnar, sum hann hevði við fólk í bygdum, har hann kom, vóru t.d. soljóðandi:
„Hevur nakar í bygd tykkara sett ein slíkan spurning, sum hesin yngri sonurin í Jesu líknisli?“
„Eingin!“
„ Kundi nakar nakrantíð funnið uppá at sett ein slíkan spurning?”
”Ómøguligt:”
”Um nakar gjørdi tað, hvat vildi hent?”
”Pápin vildi sligið sonin sjálvsagt!”
”Hví?”
”Hesin spurningur merkir – at hann ynskir deyða faðir síns!”

Sonurin spyr sín fullføra pápa ikki bara um at fáa sín part av ognini, men eisini um rætt til at gera nýtslu av henni! Nakað sum eisini er púra ókent á Jesu døgum, har ognin - hóast ein faðir velur at býta hana - eigur at vera órørd til hann doyr.

Tann frekleiki og tann vanvirðing sum sonurin vísir faðirinum, hevur óivað skakað áhoyrarnar, sum stóðu har hjá.

Gud er sum hesin faðirin: Hann góðtekur, at vit háða hann - og tað yvir alt mark: At vit krevja av honum bæði eitt og annað, og samstundis velja at ganga okkara egna veg og gera sum okkum sjálvum lystir!
Trupulleikin hjá okkum er bara, at vit í veruleikanum einki hava at geva honum uttan okkum sjálvi. Alt vit eru og hava, er longu hansara. Men mong liva sum var alt okkara – evnini, vit hava, eru bara okkara; ognirnar, vit eiga, eru bara okkara; og tíðin, vit hava fingið tillutað, er eisini bara okkara.

Men legg til merkis, hvørji tey eru, sum Gud kann koma í samband við: Tað eru tey, sum ganga í seg sjálvan. Tað eru tey, sum vilja læra av Gud og hansara orði. Tað eru tey, sum hava eitt sundurbrotið hjarta: Í Sálmunum í Gamla Testamenti lesa vit:
”Nær er Harrin teimum staddur, ið hava sundurbrotið hjarta, frelsa vil hann tey, ið hava sundursprongdan anda.” (34,19). ”Hann lekir tey, ið hava eitt sundurbrotið hjarta, og bindur um teirra sár.” (147,3).

Fyri tað annað: Yngri sonurin hevur sína egnu fatan av, hvat umvending er.
Sum sonurin oyðir ognina hjá faðiri sínum burtur, til hann hevur ongan góðan, kemur hann sær so langt út, at hann vil fegin eta seg mettan av tí, svínini ótu. Men hann mettaðist ikki. “...eingin gav honum nakað”, lesa vit.
Tað finst einki menniskja, sum kann hjálpa einum syndara í neyð, og tað er eingin matur ella ráð ella loysn, sum kann metta hansara sál. Hann, sum eina kann hjálpa einum syndara, er syndarinnar vinur, hann sum Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu um og søgdu: ”Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.”

Orsøkin til, at yngri sonurin ger av at venda heim aftur, er maturin har heima, men hann vil sjálvur tjena til henda matin. Hann sigur við seg sjálvan:
”Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í hungri! Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: ”Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?””

Á Jesu døgum vóru ymisk sløg av tænarum. Hesin sonurin ynskti at vera sum ein bønarmaður, tvs. ein, sum ikki er ogn hjá nøkrum. Ein sum passar seg sjálvan, og sum bjóðar seg til ymiskar arbeiðsuppgávur og fær so til dagin og vegin.
Sonurin er greiður um, at hann hevur oytt ognirnar, og hevur einki at vísa á av góðum. Hann hevur háðað faðirin, og hevur ikki tikið sær av honum, sum hann skuldi. Hann hevði ikki verið ein góður sonur.

Umvending var at gera hetta og hatta, hugsar hann, og so fáa afturfyri. Nógv menniskju halda hetta sama. At venda um er at leggja frá sær hesa og hasa syndina, og so at gera góðar gerðir. Hetta skal so geva løn frá Gudi aftur fyri. Hetta skal veita teimum fyrigeving og ævigt lív.

Fyri tað triðja: Sonurin vendir um, tá ið hann sær og kennir faðirsins ófatiliga kærleika.
Legg til merkis hvat Sonurin sigur, tá ið hann endiliga er komin vegin fram:
”Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.”

Sonurin sigur ikki eitt orð um, at hann skal vera bønarmaður, hann sær eitt: Tað. sum er hent mær, er verri enn at eg havi oytt allar ognirnar, eg fekk frá faðiri mínum. Tað, sum er hent, tá ið eg fór heimanífrá er, at viðurskifti við faðir mín vórðu oyðiløgd. Sambandið varð brotið, tá ið eg fór heiman.

Synd er ikki bara hetta og hatta, sum tú og eg kunnu hugsa galið, siga galið ella gera galið. Synd er at viðurskifti okkara við Faðirin á himni eru løgd í oyði, at samband okkara við Skapara okkara er kvett. Við syndafallinum, fullu vit – vit snávaðu ikki bara!

Men líknilsið boðar okkum á ein sera grípandi hátt, at Gud, Faðir og Skapari okkara, tó elskar okkum.

Tað var Faðirsins ófatiligi kærleiki, sum sannførdi sonin um, at hann ikki kann gera nakað ella gjalda nakað afturfyri at fáa aftur sonarrættin, heldur ikki sum bønarmaður. Tí sigur hann: ”Ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.“ Hann kendi seg ikki verdan. Hann hevði eitt sundurbrotið hjarta, ikki eitt stolt, sum sjálvt helt seg kunna.

Faðirin og Jesus
Faðirin, sum Jesus sigur frá, gongur ikki bara, hann rennur ímóti soni sínum, tá ið hann sær hann koma ”langt burturi”.
Eingin sannur maður rann á Jesu døgum. Hann gekk. Tað boðaði frá virðiligari atferð, at renna frá vanvirðiligari. Skuldi faðirin renna, mátti hann lyfta upp kyrtilin, og so sóust beinini…
Jesu frelsugerningur sóu eisini látuligur út. At hanga á einum krossi boðaði ikki frá virðing, men vanvirðing.

Faðirin gevur soninum ikki bara klæði, so hann ikki sá so ótrivaligur út.
Faðirin gav sínum tænarum boð um, at geva honum ”bestu” klæðini. Tann burturfarni skuldi ikki vera tænari í húsi hansara, men sonur!
Við sínum blóði hevur Jesus vunnið okkum ein klædning – ein rættvísisklædning, sum hann gevur hvørjum tí, ið leitar til sín – til hvønn tann, sum letur seg doypa og tekur við trúgv á seg! ”Stórum eg gleðist í Harranum, um Guð mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað meg í rættlætis skikkju, eins og brúðgómur bindur sítt høvuðskreyt, eins og brúður, sum letur seg í skart.” (Jes 61,10).
Gud vil ikki, at vit skulu vera tænarar hansara, men vinir og børn hansara: ”Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, tí at eg havi kunngjørt tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum.” (Jóh 15,15) Og uppaftur: ”Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.” (Róm 8,17).

Tað verður heldur ikki spart, tá ið sonurin kom aftur.
Faðirin gevur boð um, at sjávur gøðingarkálvurin skuldi slaktast og at øll áttu at vera glað. ”Farið eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latum okkum eta og vera glaðar!” Orsøkin er, sigur faðirin: ”Tí at hesin sonur mín var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur.”
„Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.“ (Luk 15,10). Amen.