Skriva út

Sergudstænasta - Podas 10 ár



“Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: “Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.” (Matteus 28,18-20).

Grundtónin er kendur, og tað heilaga møtir okkum í Jesusi Kristi. Grundarlagið er haldgott, alt tað, ið Jesus gjørdi okkara vegna í lívi, deyða og uppreisn. Gleðin er fullkomin, tí okkara vegna hevur Jesus goldið alla vára synd, við tað at hann var kalli faðirs síns líðin. Á jørðini legði Jesus lunnar undir okkara tímiligu og ævigu vælveru.

Tað heilaga hevur óavmarkaðar møguleikar, hóast tað til tíðir kennist trongt upp í ein krók, tá ið tíðarandin ikki góðtekur Guðs heilagleika. Guð er heilagur, og vit, ið eru børn hansara, mega lata okkum halga.

Tað heilaga vinnur sigur á allari vanhalgan, tí Guð er Guð, um land alt legðist oyði, Guð er Guð, um menniskjan øll doyði. Ístaðin fyri at stúra fyri framtíðini, eiga Guðs børn og lærusveinar hansara at søkja nærri Jesusi og lata seg halga. Søkja tað heilaga á griðstøðum, ið Guð hevur reist navni sínum. Søkja berandi føði í orðinum, dópinum og kvøldmáltíðini. Verða styrkt í trúnni í heilagum samfelag.

Kirkjur og gudshús eru tey støð, ið eru reist menniskjum sum griðstaður Guðs. Loyndardómur Guðs er størri enn so. Tað heilaga søkir sær innivist í einum enn týdningarmiklari halgidómi, t.e. í hjørtum manna.

Tað heilaga gevur lívsmót, áræði og dirvi. Vit mega sum kristin tosa um tað heilaga. Eyðvitað mega vit nevna syndina, men ikki vera hangandi har. Tað syndarliga dregur niður, niður í stúran og máttloysi. Syndin byggir einki upp. Tess vegna mega vit sum kristin ikki lata tað syndarliga stýra okkara andalig ella tímiliga yrki. Vit, sum prædika, mega staðfesta syndina og síðan halga tíðina, orkuna og gerningin til Guðs ríki. Í tænastu hjá lívsins Guði, sum hvønn dag er rættvísur í niðurstøðu og dómi.

Tað heilaga er vegurin, ið lærusveinurin skal ganga. Vit skulu vaksa andaliga við atliti at læru og trúarinnar bíbilska innihaldi. Halganin fær okkum at elska bókina yvir allar bøkur, tað heilagu Bíbliu, ið er Guðs og givin av Guði. Tað heilaga er kveikjandi og mennandi og lærir okkum at hugsa skynsamt og nýta tíðina rætt.

Umráðandi at gagnnýta løturnar og tosa við Guð í einsemi. Tá ið vit koyra bil, ganga úti í náttúruni ella sita og bíða á flogvøllinum. At verða fyltur við anda Guðs, so vit gagnnýta næturnar, tá ið vit liggja í andvekri. Ístaðin fyri at troyttast ella ilskast, kunnu vit nýta nakrar nætur í andvekri til heilagar løtur í bøn og andakt, samtalu og kvirru. Tað heilaga halgar okkum at hugsa øðrvísi og gagnnýta møguleikarnar. Tað heilaga verjir okkum móti ringari hugsan, illum tankum og sinnisligum frávikum.

Tað heilaga er ikki hvat sum helst, og tað er enn minni bara okkurt. Tað heilaga er Guð faðir, Guð sonur og Guð Heilagur andi. Og tey, ið hoyra kallið og koma til umvending og trúgv á Harran Jesus, eru farin í skúla sum lærusveinar t.d. í skúlanum PODAS. Kallið er byrjanin til eitt lív í fótasporum Jesu.

Tað eru so mong, ið fingu kallið, og vit kenna í skriftini nøkur við navni. Tollarin Levi, ið røkti sítt ivasama virksemi við nærlagni. Levi umboðar tey múgvandi. Tey ríku fáa eisini kallið at fylgja Jesusi, og tey hava í øldir dugna kirkjum og samkomum, hinum einstaka og samfelagnum. Eisini rík fólk verða halgað at nýta síni evni í tænastu Guðs og fólksins.

At vera heilagur eigur at minna okkum á, at vit skulu mennast til at siga tær góðu søgurnar, og ikki altíð syngja sama lag sum tíðarandin. Nógv gott er viðhvørt at finna í tíðarandanum, men tíðarandin og Guðs Andi eru hvør sínir andar, hóast nakrir líkleikar eru í skiftandi tíðarbilum.

Kallið kom til fiskimenninar, ið settu og drógu gørn. Teir fóru frá øllum og fylgdu Jesusi. Teir fóru til annað fiskarí við øðrum reiðskapi. Teir vildu veiða menniskju inn í Guðs ríki. Teir fóru í tænastu Harrans sum boðberar um Guðs ríki í orðum og verki.

Hugsa vit lærusveinar, so er tað mikið meira enn viðhaldsfólk. Tað er mikið gott við viðhaldsfólkum, og vit eiga ikki at undirmeta tey. Men, tær avgerandi løturnar minkar skarin av viðhaldsfólkum. Tað vóru mong í fylgdu Jesusi, tá ið undur í stórum tali vórðu gjørd, og alt gekk væl. Men, tá ið hann loksins varð krossfestur á Golgata, var skarin ikki stórur, nøkur fá fólk í nánd av Jesusi.

Vit mega hava dirvi at siga, at sum kristin hava vit eitt endamál: At boða Jesus sum Harra og frelsara og vinna menniskju inn í Guðs ríki. Vit mega ikki skammast við málsetningin og fjala endamálið. Vit ynskja at vinna menniskju fyri Kristus. Vit ynskja fyri okkara viðkomandi at gera framstig í trúgv og halgan og verða varðveitt í trúnni.

At hoyra kallið og vera vakin, tá ið Jesus kallar, er ein umráðandi søk. Hin lagaliga løtan at venda um liggur í kallinum. Tá ið Andi Guðs vitjar, er tað hin lagaliga løtan til eina nýggja byrjan, ella vit verða endurnýggjað í trúnni og gerast brennandi.

Umvendingin, tað at hoyra kallið, tað at taka ímóti innbjóðingini og fylgja Jesusi eftir. Tað er tað dýrabarasta, ið kann viðurfarast einum menniskja, og tað hevur gagnliga ávirkan á alt annað, bæði tað menniskjansliga og tímiliga. Umvendur til at liva eitt verdugt lív, hóast heilsan møguliga er minni góð. Umvendur til áræði og lívsmót. Umvendur at gera tað góða í Jesu navni og venda ryggin til tað ónda.

At vera lærusveinur er nakað persónligt. Ein og ein koma vit til trúgv og ganga inn í Guðs ríki, hóast vit kunnu vera mong um somu tíð, t.d. tá ið veking er. At vera lærusveinur er eisini at vera partur av eini størri eind og limur í Jesu Kristi kirkju. Bæði í tí persónliga lívinum og í samfelag teirra heilaga fáa vit kallið at fara, fara til verka við teimum náðigávum, ið Guð gevur tí einstaka.

At vera lærusveinur er at vera settur í frælsi, tí frælsur er av sonnum tann, ið sonurin fríar. Tó, mega vit minna hvør annan á, at frælsi teirra kristnu er at vera bundin at Jesusi. Í øllum okkara andaliga verki og allari andaligari tænastu, ið eisini kann vera verklig og handalig, eiga vit at lurta eftir lærumeistaranum Jesusi Kristi. Miss ikki Jesus úr eygsjón, tað er ein góð áminning.

Farið, tað var tað leiðandi orðið. Farið og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, segði Jesus. Latum okkum fara til verka, eisini okkum, ið hava verið virkin í Guðs ríki í mong ár. Fara til verka av nýggjum við Guðs Anda og kraft, við dirvi og ágrýtni.

Reiðskapurin er ymiskur, og mong okkara tala, syngja ella vitna í orðum. Onnur tala við verki handa teirra í Jesu navni og útinna góðgerðir og miskunnar verk.

Prátaði nýliga við ein mann, ið segði mær, at hann var komin aftur til Jesus. Hann var komin burturfrá og vildi als ikki vera saman við teimum trúgvandi. Hann hevði vent Guði bakið eftir at hava verið virkin trúgvandi.

Tað nam mítt hjarta at hoyra nýggja vitnisburð hansara og nema gleðina í trúnni á Jesus. Ein trúboðari leiddi henda mannin aftur til Jesus uttan nakra prædiku ella áminning. Umsorganin og trúfestið hjá trúboðaranum leiddi henda mannin aftur til Jesus. Trúboðarin var í Kristi stað, og hann leiddi ein vin aftur til livandi trúgv við fyrimynd Jesu.

Farið, sigur Jesus. Farið og vinnið lærusveinar í heimligum umhvørvi og úti í heimi, í kirkjuliðnum og úti í samfelagnum. Farið, tí akurin er stórur.

Farið og vitjið tey, ið blivu burturi og søkið tey, ið ongantíð koma inn undir Guðs orð.

Farið inn á loynikamarið og latið tykkum halga í bøn og andakt. Amen