Skriva út

PARADÍSIÐ ER TÍTT VEGNA JESU UPPREISN



ORÐ: DERHARD JÓGVANSSON, 2013

MARK 16,1-7

1Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. 2Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. 3Og tær søgdu hvør við aðra: »Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?« 4Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. 5Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. 6Men hann sigur við tær: »Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. 7Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!«

UPPREISNIN SÆÐ Í SAMANHANGINUM

“Jesus er risin upp!” Soleiðis ljóðar heilsanin okkara millum páskadag. Henda dagin í árinum, har vit minnast aftur á, hvat tað var, sum hendi fyri umleið tveytúsund árum síðani, tá ið Jesus úr Nasaret sýndi seg livandi fyri fleiri ymiskum menniskjum, eftir at hesi somu høvdu sæð hann doyggja á einum krossi á Golgata. Heilsanin ímillum hesi fyrstu vitnini var eins og okkara í dag: “Jesus er risin upp!”

Men henda heilsanin, og tað heilsanin hevur sum sítt grundarlag, eigur at verða skilt í samanhangi. Tað kann í veruleikanum ikki skiljast uttan í samanhangi við tí, sum hendi áðrenn Jesu uppreisn frá deyðum, og tí, sum hendi eftir hesa uppreisn. Tað kann vera lætt hjá okkum í dag at romantisera páskadag sum nakað hugnaligt og deiligt. Tað er hann sjálvandi eisini, men páskadagur fyri tveytúsund árum síðani hevur ein avgerandi týdning fyri mannaættina. Um vit ikki duga at síggja páskadag í samanhangi við tí, sum hendi áðrenn og tí, sum hendi aftaná, kann tað gerast torført at svara spurninginum: “Hví reis Jesus upp frá deyðum?”

Nakað hendi áðrenn uppreisnina. Vit kunnu heilt stutt kalla tað skapanin og syndafallið. Nakað hendi við uppreisnini. Vit kunnu kalla tað lívið. Og nakað hendi eftir uppreisnina. Latið okkum kalla tað paradísið.

SKAPANIN OG SYNDAFALLIÐ

Í fyrsta versi í Bíbliuni lesa vit: “Í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina” (1 Mós 1,1). Í sínum ævinleika og almátti valdi Gud at skapa alheimin, har mannaættin er ein partur. Ikki tí at Gud manglaði nakað, men vegna sín kærleika valdi hann at skapa teg og meg og hvørt menniskja. Gud er ein kærligur Gud, sum skapti mannaættina til at hava eitt ævigt samfelag við seg í einum paradísi. “Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott” (1 Mós 1,31). Tað var einki, Gud kundi seta fingurin á og siga: “Hetta var ikki so gott”. Nei, alt var sera gott. Her var eitt paradís, soleiðis at menniskjað kundi liva væl. Júst soleiðis, sum Gud vildi tað... og framhaldandi vil tað.

Men so eru tað fleiri av okkum, sum ikki heilt kunnu lata vera við at hugsa: “Hví valdi Gud at seta eitt træ í paradísið, sum menniskjað ikki skuldi eta av? Er Gud ein Gud, sum skapti menniskja bara fyri at seta tí eina roynd? Um tað fór at gera sum Gud vildi, ella ikki?” Tað kann vera skjótt hjá okkum at døma um skapanina og siga Gud vera eitt sindur provokerandi við hesum trænum. Soleiðis at seta eina freisting í paradísið. Og so at døma mannaættina til deyðis, tá ið hon fall í freisting.

Nakað, sum kann kasta eitt ljós inn yvir henda tekstin um skapanarverkið og hjálpa okkum at skilja træið í paradísinum, er fylgjandi. Ímynda tær eini foreldur og børn teirra. Tey búgva í einum húsum við einum garði uttan um. Latið okkum kalla hesi húsini innanfyri garðin eitt paradís hjá hesi familju. Her hava tey tað gott og trygt. Hetta er teirra heim. Uttanfyri garðin er ein vegur. Á honum er nógv ferðsla. Hvat er tað mest natúrliga fyri eitt foreldur at siga við børnini, tá ið tey skulu út at spæla í garðinum (paradísinum)? Jú, foreldur flest fara niður á eygnahædd við børnini. So taka tey um armarnar á børnunum. Einum barni í senn. Tey kunnu taka nokkso fast um. So hyggja tey væl og virðiliga inn í eyguni, meðan tey siga: “Tú kanst spæla, sum tú vilt, í garðinum, men far ikki út um garðin!” Tað kann væl vera, at børnini ikki skilja, hví tey ikki mugu fara út um garðin. Tað kann væl vera, at tey meta tað vera í so strangliga sagt av foreldrunum. Tað kann væl vera, at tey halda tað vera eitt sindur keðiligt, at foreldrini soleiðis skulu avmarka teirra frælsi. Men hinvegin vita foreldrini, tú og eg fullvæl, hví foreldur siga soleiðis. Tí um børnini velja at fara út um garðin og út á vegin kunnu tey verða yvirkoyrd. Foreldrini vilja nevniliga ikki hava, at deyðin skal koma inn í teirra lítla paradís, sum nevnist teirra heim. Kann tað ikki eisini hugsast, at Gud á líknandi hátt ikki vildi hava deyðan inn í paradísið, og at eta av træi kunnleikans um gott og ilt var at fara út um garðin?

Børnini Ádam og Eva valdu at fara út um garðin við at eta av trænum. Og deyðin gjørdist avleiðingin. Nakað, sum faðir teirra, Gud, ikki vildi.

Men nú var og er Gud ikki ein Gud, sum skúgvaði menniskjuna til viks og ikki vildi hava nakað við hana at gera longur. Gud skapti menniskjað til eina æviga relatión við seg. Henda Guds ætlan broyttist ikki, tá ið menniskjað breyt Guds góðu rammu. Guds kærleiki til tín og mín broyttist ikki vegna syndafallið.

“Eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin” (1 Mós 3,15)! Hesi orðini sigur Gud við Djevulin, eftir at hann fekk sín vilja við mannaættini framdan. Djevulsins høvd var og er hansara vald. Tað valdið, hann vann sær, tá ið Ádam og Eva brutu Guds tryggu rammu í paradísinum, er: Deyðin. Deyðin er Djevulsins vald. Men tað er júst hetta valdið, avkomið hjá konuni skuldi morla. Avkomið, sum Gud vegna sín kærleika til mannaættina, vildi geva, soleiðis at hann framhaldandi kundi hava eina æviga relatión við hana í tí paradísinum, hann skapti henni.

LÍVIÐ

So gingu tað fleiri túsund ár. Ein maður, sum nevndist Jesus úr Nasaret gekk um og gjørdi væl. Hann hevði fleiri fylgisveinar. Hann varð dømdur sum gudsspottari. Hann varð krossfestur. Hann doyði.

Fyri fleiri menniskju endar søgan um Jesus við hansara deyða. Og soleiðis mundi tað kennast fyri Jesu fylgisveinar. Eisini kvinnurnar á veg til grøvina, har Jesus lá. Ørkymlaðar og bangnar gingu tær út við sorg og í neyð. Eisini Pætur mundi vera í eini ræðuligar støðu. Hann avnoktaði Jesus. Og nú var hann deyður, meðan Pætur sat eftir við angrinum og sárinum. Hetta vóru myrkir tímar hjá fylgisveinunum. Men inn í hetta myrkur fingu í fyrsta umfari kvinnurnar at hoyra hesi gleðiboð: “Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum” (Mark 16,6-7)!

Vit heilsa hvørjum øðrum páskadag við orðunum: “Jesus er risin upp!” Tað er haðani vit fáa hesi orð. Eingilin segði síðani við kvinnurnar, at tær skuldu siga lærusveinunum frá Jesu uppreisn. Eisini Pæturi. Jesu kærleiki til Pætur var ikki horvin vegna avnoktan Pæturs. Hetta er sama mynstur sum við skapanini, syndafallinum og lyftinum um avkomið. Guds kærleiki til menniskjað hvarv ikki vegna syndafallið.

Sum tað er gott, at vit kunnu seta okkum í støðu Pæturs. Hann, sum Jesus elskaði. Hann, sum sveik Jesus. Hann, sum Jesus reis upp fyri. Jú, Jesus reis upp fyri okkum syndarar, svikarar, avnoktarar...

PARADÍSIÐ

Jesus er risin upp! Hetta eru sanniliga gleðiboð. Vald Djevulsins er morlað. Jesus reis upp frá deyðum, soleiðis at deyðin ikki longur hevur seinasta orðið at siga í okkara lívi. Paradísið, har Gud vil hava okkum at liva eitt ævigt lív í samfelagi við seg, er okkara vegna Jesu deyða og uppreisn. Tað kann væl vera, at vit hava torført við at seta okkum inn í henda sannleika. Men hetta er grundin til okkara “Jesus er risin upp!” Sjálvandi kenna vit synd, neyð, sorg, sár, pínu, deyða og so framvegis. Men hetta kennir Jesus eisini. Og hann vann sigur á hesum øllum, soleiðis at tú og eg einaferð veruliga kunnu liva tað lívið, sum Gud vil okkum at liva. Eitt lív uttan synd, neyð, sorg, sár, pínu, deyð og øðrum keðiligum. Eitt lív saman við Gudi og paradísinum, har alt er gott. Tað er nú hetta paradísið, sum bíðar okkum vegna trúnna á Jesu deyða og uppreisn.

Páskadagur handlar um teg og meg og hvørt menniskja. Uttan mun til, hvat tú heldur um teg sjálvan. Uttan mun til, hvat onnur halda um teg. Uttan mun til tína fortíð. Gud skapti teg. Hann skapti teg til eina æviga relatión við seg. Hann skapti teg til at liva í einum paradísi. Hann gav tær Jesus, sum doyði og reis upp fyri teg. Við trúnni á Jesus bíðar nú hetta paradís tær.

Himmalin er tín framtíð, tí hann er tín vegna Jesu uppreisn frá deyðum.

Jesus er risin upp!

Amen.