Skriva út

Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2017



 There are stories

that should never be told

even if they speak the truth

 

I wish I never knew

 

Keep it to yourself

take it somewhere else

don´t make me feel this way

when there´s nothing of good use

in the words you say

 

Soleiðis syngur føroyski sangarin Eivør um tær søgur, sum ikki átti at verið sagdar. Tó at søgur eru sannar, so nýtast tær ikki at verða bornar fram, um endamálið einans er at sára. Tað er ikki altíð, at nakni sannleikin skal fram í ljósið.

Ikki tí tað ikki er loyvt. Sjálvandi er loyvt at bera fakta víðari. Men sum Paulus segði: Alt er loyvt. Men ikki alt er gagnligt. Onkuntíð er vert at steðga upp. Lata slatur fara aftur við borðinum. Hylja tey sárandi orðini í næstrakærleikans umberi. Sum fyrra Pætursbræv legði kirkjuliðinum í geyma: Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av syndum.

Eitt menniskjalív er fult av søgum. Summar draga vit sjálvi fram og eru stolt av. Sum tá vit tosa við folk á ólavsøku: Áh, hevur tú fingið nýtt arbeiði? Og eitt barn afturtat? Sum tit eru røsk! Aðrar søgur tosa vit ikki so hart um, hóast tær eisini forma okkum til júst tey, vit eru.

Longu áðrenn vit koma inn í hendan heim er ein identitetspakki klárur, sum gevur nøkur amboð at navigera út frá, so sum familjubond, virðir, og nationalitetur. Og longu har er tað ymiskt, hvussu góð kort vit hvør sær fáa á hondina.

Men ein umstøða er felags óansæð, hvat vit fáa í førningi heimanífrá: nemliga, at vit ávirka søgurnar hjá hvørjum øðrum hvørja ferð okkara vegir krossast, og hava vit tí etiska ábyrgd av, at stuðla hvør øðrum og bera byrðar hvør hjá øðrum.

Tí bara við at síggja søgurnar hjá næstanum, - bæði tær søgur, sum figurera opinlýst, og eisini tær meira fjaldu, síggja vit tað heila menniskja.

Og hetta menniskja, tú og eg, við øllum sum fylgir við, er løgd inn í Guðs stóru søgu, sum vit hoyra brot úr í kirkju okkara hvønn sunnu-og halgidag.

Orðini til ólavsøkudag, úr Matteusevangeliinum  um at fylgja Jesus eftir, hava eisini teirra søgu, tí tey eru tikin úr einum samanhangi, sum má skiljast, um orðini eisini skulu kunna skiljast rætt. Orðini eru aftursvar til Pætur, lærusveinin, sum altíð ger bæði tað rætta og tað skeiva. Í einum og sama kapittli játtar Pætur fyrst sína trúgv, og fáar linjur seinni, tá Jesus fyrireikar lærusveinanar uppá, hvussu hann skal enda sínar dagar, roynir Pætur at tosa Jesus frá tí. “Er tað virkuliga neyðugt, at tú skal líða og doyggja, vinur”, tykist hann at siga í bestu meining, tí Jesus hevur jú valdið at skriva sína søgu um, um hann ynskir tað. Eingin ivi er um, at Matteus evangelistur vil hava okkum at hugsa um freistingina í oyðimørkini, tí Pætur fær somu orð sendandi sum sjálvur illimaður fekk: Vík aftur um meg sátan!  Og hareftir fylgja orðini, vit hoyrdu fyri løtu síðani: Vil nakar ganga aftaná meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær!

Við øðrum orðum sigur Jesus, at har eru søgur, vit ikki skulu flýggja undan, men taka á okkum, sum okkara kross. Jesus vildi ikki flýggja frá síni uppgávu, tí bara við at doyggja og rísa upp aftur skuldi Guðs lyftir ganga út. Jesus tók kross sín upp, og útbreiddi soleiðis Guðs kærleika og nærveru til øll menniskju, so at eingin longur skuldu líða og doyggja einsamallur. Jesus tók sín kross uppá seg, og tí kann kirkjan her hjá okkum og um allan heim boða, at har er einki stað til, har Guðs livandi armar ikki røkka.

Tak tín kross upp, fylg mær eftir! sigur Jesus hvassorðaður við Pætur, og eftir stendur spurningurin: Hvør er mín krossur? Ja, tað mugu vit svara hvør sær. Hvat er mítt stríð í lívinum? Hvat er so ringt at fara í gjøgnum at tað næstan ikki er til at yvirliva?
Ger tað allíkavæl. Tak tín kross upp, sjálvt um hann er tungur. Eingin hevur sagt, at tú skalt bera hann einsamallur.

Tað er góður lutherdómur, at: Ikki fyrr enn eitt menniskja hevur tikið sín kross upp, hevur tað skilt, at tað er menniskja og ikki Guð. Guð møta vit í myrkrinum, tá vit ikki megna at fóta okkum við egnari megi.

Tað er ringt at verða staddur í myrkri ídag, kanska verri enn áður, tí vit hava uppbygd eitt felags codex um, at tað ræður um at stríðast til tað seinasta, ikki geva upp og blíva eitt offur, tí tað, sum tú ikki doyrt av, ger teg sterkari. Men tað er ikki vist, at tað er so. Kanska verður man veikari, tá man syrgir yvir dreymar, sum ikki fara at ganga út, hjúnabandið sum slitnaði ella sjúkan, sum ikki vildi sleppa takinum. Tú skalt víðari! Ljóðar mantraðið ídag. Men kanska er ikki meira at geva av. Kanska kemur tú ikki styrktur út á hinari síðuni. Og so slettis ikki við egnari megi, tí menniskjan megnar barasta ikki alt. Tað ber til at skava botnin og verða liggjandi. Maktaloysið er tíverri komið fyri at verða, og tað er faktiskt loysandi at innsíggja tær treytinar. Tí vit skulu nettup ikki bera krossarnir einsamøll, bara taka teir upp.

..og fylg so mær, er svarið til Pætur, og vit mugu so spyrja, hvar fer Jesus? Jesus vitjaði sjúk, spitølsk, át við syndarum og tollarum og so víðari, vit kenna søgurnar. Í dag eru eingi spitølsk hjá okkum, og tað gevur heldur ikki meining, um vit fara at kappast um at bjóða starvsfólki hjá TAKS til døgurða. Men sum so ofta, skal bíblian ikki bara lesast bókstaviliga, tí tá er vandi fyri at okkurt verður misskilt.

Okkara tíð er sjálvandi ein onnur enn fyri 2000 árum síðani, men enn gevur tað góða kristiliga meining at fylgja Jesu leið. Tí vit hava enn sjúk, sum sakna onkran at tosa við. Vit hava enn fólk, sum kenna seg útihýst frá góða selskapinum, og hava brúk fyri, at onkur rættir teimum hondina. Her eru enn fólk, sum kenna seg lítisverd og hava brúk fyri at onkur sær tey. Tú ert onkur. At vit øll trívast í samfelagnum er bæði ein politisk ábyrd og ein felags medmennisjanslig etisk ábyrgd.

Vit hava øll okkara krossar at knossast við  - og tað at innsíggja, at vit eisini skriva líðingarsøgu í dagligdegnum, bæði passivt, tá vit tildømis blíva álvorsliga sjúk, ella aktivt, tá vit sára hvønnannan, er at innsíggja, at vit eru ófullkomin. Og har kann evangeliið boða okkum, at takkað verið Jesus, er eingin krossur so tungur og einki dýpi so djúpt, at tey kunnu skilja okkum frá Guði.

At taka upp kross sín er at taka líðingina í álvára. Hetta kann elva til  stórar spurningar um, hvørt tað gevur meining at tosa um, at Gud er góður, tá hann ikki fríar okkum úr líðingini. Er boðskapurin, sum kristindómurin ber, yvirhøvur sannur? Hvar er sannleikin? Russiski rithøvundurin Fjodor Dostojevskij, sum livdi í 1800-talinum, nemur við hetta í sínum verkum, og hansara trúgv varð av álvara roynd, tey árini hann var sendur í arbeiðslegu.

Tilveran er gátufør, og vit skilja ikki Guðs vegir, men sannleikin og vakurleikin fylgjast, tað er hansara tesa. Tá vit vilja skilja tilveruna, er tað ikki bara ein spurningur um at kenna sannleikan í síni kynisku realismu. Tað innlitið fekk Dostojevskij í arbeiðsleguni. Frelsa er har, sum vakurleiki og sannleiki verða eitt, og tað er Kristus sjálvur ímyndin av. Aftaná at Dostojevskij varð leyslatin, skrivaði hann í einum brævi tað, sum bleiv  trúarjáttanin hjá honum:

“Um onkur prógvaði fyri mær at sannleikin um okkara lív ikki er í Kristusi og um sannleikin í veruleikanum ikki var hjá Kristusi, so hevði eg heldur viljað verið hjá Kristusi enn hjá sannleikanum.“

Ordini kunnu misskiljast sum verðandi veruleikafortreingjandi, men so er ikki, tí trúgvin er ikki eitt alternativ til ein grúfullan ella oydnan heim. Kristustrúgv er eitt djúpri perspektiv á verðandi støðu. Trúarjáttanin hjá Dostojevski ein viðurkenning av, at hvat so enn vendur upp ella niður í hesum heimi, so gevur lívið djúpa meining, tá vit liva tað í ljósinum av Kristi kærleiksgerð. At játta trúnna á Kristus, er at yvirgeva seg til ein sannleika og vakurleika, sum hevjar seg uppum røðina av faktuellum sannroyndum millum føðing og deyða.

Tá vit lesa evangeliunum soleiðis verður fokusið eitt annnað enn, hvat mann verða rætt ella skeivt endurgivið í mun til tann søguliga Jesus. Uttan at jagstra utopiina, at prógva Guðs eksistens, fáa vit í trúnni eina dimensión forerandi, sum kann verða okkum ein kelda til vón, vakurleika og Guðs samleika.

Ístaðin fyri krampagtigt at fasthalda, at hvør einasta bíbliusøga er eitt søguligt dokument, skulu kristin spyrja: gevur hon meining? Tástani fær bíbliusøgan ein kjans at svara fyri seg.

Gevur tað meining, tá Jesus ger vatn til vín, soleiðis at menniskjur kunnu fáa nýtt lív har alt tykist vónleyst? Gevur tað meining, at Jesus gongur á vatninum og tekur Pætur í hondina, og ber hann, har hansara trúgv ikki røkkur? Gevur tað meining, at Jesus vitjar har, sum eingin annar hættar sær inn, og skapar ein felagsskap, har bara einsemi var við til borðs? Gevur tað meining, at Guð sendir son sín til heljar, fyri at sjálvt deyðsríkið ikki skal verða Guðsforlátið?

Eg haldi tað.

Og hetta er tann dag í dag avbjóðingin, kirkjan stendur yvirfyri: at prædika trúnna á Kristus vælvitandi, at nakað prógv fæst ongantíð. Men halda fast í, at kristindómur er sannleiki, vakurleiki og meining.

Vit hava hvør sær okkara søgur, og samfelagið er eisini kjølfest í søgum, eitt nú legendarisku søguni um Ólav Halga, sum vit hátíðarhalda í dag. Samstundis kunnu vit eisini nevna, at sum kunnugt er í 2017 500 ár liðin síðani Luther byrjaði reformatiónina. Hóast vit ikki kenna allar smálutir um søguna hjá Ólavi kongi heilaga, og hóast Luther eisini má skiljast í ljósinum av síni samtíð, so eru søgurnar identitetsmarkørar í okkara landi, tí, teir settu nakað týdningarmikið ígongd. Søgurnar bera okkum, og vit bera søgurnar víðari. Men leggjast skal afturat, at ólavsøkan er ikki eitt folkloristiskt frílandsmuseum, tí hon er livandi og peikar okkum framá sum samfelag, tá vit árliga redefinera okkum sum tjóð og sum einstaklingar útfrá tí, okkum varð givið í førningi og tí, vit hava sum framtíðar stavnhald.

Sjálv um tað er vist, at tjóðskapur ikki dumpaði niður av himni sum ein sannleiki og sjálvt um vit vita, at føroyski klæðini ikki hava verið “eins” gjøgnum øldinar ella at sangurin undir tinghúsinum ikki er meira enn knapt 90 ára gamal, so hevur hetta settuppið alstóran týdningi. Endamálið er at savna okkum, sum her búgva og minna á, at hóast alt tað, sum til dagligt skilir okkum, so er eisini nakað, sum bindir okkum saman. Eitt felags hjartaslag. Og nú sigi eg vit. Tí lukkuvís er søgan um at verða føroyingur ikki stagnerað og aftureftir-lítandi, soleiðis at vit bara dyrka tað, sum var. Søgan verður alla tíðina nýdefinerað, í og við at vit halda ólavsøku. Ídag er tað at verða føroyingur meira víttfevnandi enn nakrantíð fyrr, so at vit, sum hava fremmenda accent ella annan húðalit, eisini kunnu kenna okkum  fevnd av samfelagnum.

Føroyska fólkakirkjan hevur í ár verið 10 ár á føroyskum pappíri, hóast hon er ein eldri dama við yvir 1000 árum á baki. Kirkjan ber til allar tíðir sama gleðiboðskap, men hvør tíð er forpliktað at gera boðskapin livandi á sín egna hátt. Eg havi hug at nevna eitt jubileum aftrat, sum hevur haft ávirkan á kirkjuna, sum vit kenna í dag:

1. august eru 40 ár liðin síðani Elsa Funding gjørðist fyrsti kvinniligi presturin í Føroyum. Vit hugsa ikki nógv um tað longur, men tað er ikki langt síðani, at kvinnur ikki vóru javnsettar við menn á hesum økinum, og eg hugsi við virðing og takksemi um tær, sum slóðaðu fyri okkum aðrar.

Søgur kunna nakað heilt serligt um vit geva teimum tað rúm, tær biðja um. Tær kunna bæði savna og skilja sundur. Summar søgur rópa eftir at verða latnar leysar, antin tí tær eru gleðiligar, ella mótsatt - tí tær hava verið kvaldar í eitt nú tabu og skuldarkenslum. Aðrar søgur kunnu vit velja at fjala í næstrakærleikans kappa.

Og so eru søgurnar, sum vit fyri Guðs skyld ongantíð mugu halda uppat at fortelja. Søgurnar um vón, lív, og fyrigeving í Kristi. Takið tey til hjartað – leggið tey í geyma – og leggið tey í børnini! Eitt og hvørt barn eigur at fáa at vita, at tað er ein eyka dimensión løgd afturat øllum tí, sum vit sjálvi megna at útinna. Eitt og hvørt barn eigur at fáa at vita, at tað er elskað, -ikki fyri hvat tað ger, men bara tí, at tað er. Eitt og hvørt barn eigur at fáa at vita, at sjálvt um vit ikki øll fáa happy end sum í ævintýrunum, so er menniskjan skrivað í Guðs hond, har allar søgur enda við kærleika og friði.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, Faðir, Syni og Heilaga Anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!