Skriva út

Nítjandi sunnudagur eftir tríeindardag. Seinra tekstarøð: Jóhannes 1,35-51.



Hugtikin av Jesusi og fevndur av hansara náði og miskunn. Ein vælsignaður frelsari øðrvísi enn øll og alt, ið eg kenni. Tað er ongantíð ein køld og óhøvisk tala í mildu og kallandi rødd hansara. Jesus sær hin einstaka sum ein frelsara, ið ynskir at møta menniskjum, har tey eru stødd í lívinum. Um tað er mitt í lívsins yrki, um tað er í ungum árum, ella tá ið hárini grána. Jesus fyri øll altíð, uttan dóm og fordóm, kom og fylg mær, kom og síggj!

Guðs einborni sonur, ið er gitin av heilagum anda og føddur av Mariu moy, er vegurin, sannleikin og lívið. Tað er henda Jesus, sum vit í prædiku og lovsangi lyfta høgt fyri fólki okkara í kirkjum og gudshúsum, í skrift og talu, í vælgerandi verkum millum heimleys og neyðstødd.

Frígerandi at vera møttur av einum, ið sær øðrvísi og djúpari enn tey, ið einans síggja við eygunum. At møta einum frelsara, ið sær menniskjað aftan fyri andlitið, sær tað vakra aftan fyri ta ljótu útsíðuna, sær tað góða fjalt handan óndskap og vanlagnu. Jesus, lívsins ljós, hitin og fløvin. Jesus er eins og ljósið, ið dregur laksin í aliringunum at sær og fær fiskin at trívast, mennast og vaksa.

Kom og síggj Jesus! Latum okkum vitja húsið, har Jesus býr. Latum okkum søkja hann í orðinum, hini heilagu bókini, ið er bók bókanna. Um vit ivast í Jesusi, um vit ivast í stórleika hansara og trúvirði í vinarligu rødd hansara. Kom og ger tínar egnu royndir. Kom inn í halgidómin og samtala við lívsins Guð. Steðga ikki á gáttini. Verð ikki verandi úti á vegnum vegna tess, at biskupur, prestar og fólk, ið vitna og prædika, bera sjónligar veikleikar og snáva á leiðini.

Síggj Jesus, gev honum gætur! Nýt minni tíð til at meta um næsta tín, meta um Harrans vitni til tess at staðfesta teirra føll og veikleikar. Hygg upp um tað syndarliga og síggj, at Jesus er ein sannur meistari hjá lærusveinum sínum og teimum, ið fara í læru við himmalvendum eygum í tjaldbúð jarðarinnar.

So var doyparin aftur við ánna Jórdan, har hann dagin fyri hevði doypt Jesus. Dópur Jesu var Jóhannesi ein dýrabar sjón. Ta løtuna, tá ið Jesus varð doyptur, sá doyparin andan stíga niður yvir Jesus og verða verandi yvir honum.

Hava vit sæð andan? Hava vit hoyrt súsið av andanum, ið minnir um dunið frá vindinum? Hevur Andi Guðs lívgað anda okkara og sett hjørtuni í frælsi, so hjartað slær í takt við andadráttin í æðrum Guðs, hitt æviga, sanna og vakra?
Dagin eftir dóp Jesu var Jóhannes aftur á staðnum, har hann fekk kallið at doypa við vatni og vísa á lamb Guðs, ið ber synd heimsins. Saman við Jóhannesi vóru tveir av lærusveinum hansara. Tá ið doyparin fær eygað á Jesus, sigur hann: “Sí, Guðslambið!”

Vitnisburður Jóhannesar fekk stóra ávirkan á tveir av lærusveinum hansara, ið valdu at fara aftan á Jesusi. Jesus varnaðist, at tveir lærusveinar hjá Jóhannesi komu aftan á seg og spyr í sama viðfangi: “Hvørjum leita tit eftir?”

Vitnisburður teirra kristnu hevur stóra ávirkan á fólk og umhvørvið millum manna. Hvør er okkara vintnisburður í orðum, medferð og verki? Hvat sæst eftir okkum, eins og sporini í kavanum siga sína søgu? Hvørji orð koma frá okkum? Vitnisburður doyparans um Jesus sum Guðslambið andaði av trúvirði. Tveir lærusveinar reistust á føtur og vildu vita meira, nema sannleikan, kraftina og andan. Hvar býrt tú Jesus, so vit kunnu dvølja í nærveru tíni, so vit kunnu mennast, mettast og fyllast við gleði.

Svar Jesu er ein lívsjáttandi heilsan. Ikki nakað háfloygt, ið einans er fyri serliga dugnalig fólk. Svar Jesu er altíð ein innbjóðing til hin einstaka, til tey, ið eru rein og fín, til tey, ið eru skitin, tvitin ella nakin. Komið og síggið! Komið og gerið tykkara egnu royndir!

Ein frálík innbjóðing, ið hevur jaliga ávirkan á øll tey, ið steðga á og seta seg við føtur Meistarans. Orð, ið geva lívi hins einstaka frið og fyllu. Orð, ið gera heimin til ein betri stað, har lívið fær náðir at hvíla og trívast hóast okkurt er, ið einans er næstbest.

Ein av lærusveinum Jóhannesar var Andrias, ið var bróðir til tann seinri so navnframa Símun Pætur.

Júst frásøgnin um Andrias er ein staðfesting av kraftini í orðinum og styrkini í anda Guðs. Guðs ríki er andi og kraft, ikki stúran og ótti. Tað er gleði, friður og lív í yvirflóð. Ein kelda av vatni, ið vellir fram til ævigt lív.

Andrias finnur bróður sín Símun og sigur við hann: Vit hava funnið Messias, vit hava funnið Kristus. Síðani stendur so vakurt: “Og hann førdi hann til Jesus.”

At leiða bróður sín til Jesus. At leiða børnini til Jesus. At leiða næstringar og kenningar til Jesus. At leiða tey fremmandu til Jesus. Jesus fyri øll og altíð.

At gera eina æviga íløgu í hesum skjótt farandi deyðiliga heimi. At gera íløgur í jarðarlívið, ið geva avkast í ævinleikanum. At vísa á virðir, har mølur og rustur ikki eta ognirnar upp, meðan vit virka og sova. Mannasálin hevur ævigt virði, og ríkur er hvør tann, ið leiðir eitt menniskja til Jesus. Onkursvegna og á onkran hátt at vísa til Jesus sum Meistara, frelsara og lívið hitt æviga.

Annan dagin eftir dópin í ánni Jórdan ætlaði Jesus at fara til Galileu. Ávegis finnur hann Filippus, ið var úr Betsajdu, ið er heimbygd Andriasar og Pæturs.
Jesus møtir Filippusi við orðunum “fylg mær”. Filippus var kallinum lýðin og finnur Natanael og sigur við hann: “Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.”

Natanael ivast og spyr, um nakað gott kann vera úr Nasaret. Filippus biður Natanael gera sínar egnu lívsroyndir og sigur stutt og greitt: “Kom og síggj”.

Jú, vit hava sæð og hoyrt. Vit vitna fegin um stórleika Guðs. Vit hoyrdu kallið, reistust á føtur og kunnu vitna, at náði Harrans er kveikjandi, skapandi og nýggj á hvørjum morgni. Vit hava smakkað, at Harrin er góður.

Vit mega verða íðin í tænastu Harrans og leiða hvønn annan til Kristus. Taka í hendur teirra veiku og óttafullu, hendur teirra, ið skammast við seg sjálvan, alt og øll, og leiða tey til Jesus. Bera tey á bønarinnar sterku veingjum fram fyri ásjón faðir ljósanna. Sita hjá teimum sjúku og einsomu í nærveru, so tey likamliga nema ta grøðing, ið Jesu sáttargerð er. Lambsins blóð strikar synd heimsins og bøtir fyri mistøk manna.

Prósturin Gulakur Jacobsen lýsir hetta fyribrigdið í eini frásøgn í jólablaðnum Følv í 1944: “Seyðamaðurin kom ein illveðursdag um várið úr haganum og bar nakað undir kotinum. Komin inn um garðaliðið fór hann til næsta hús, læt hurðina upp, hitti konuna í húsinum og segði við hana: “Eg var uppi í líðini og gekk fram á eitt smálamb, sum er komið niður á jørðina í nátt. Tað hevði ongan góðan, var ikki leskað, skalv og pipraði. So tók eg tað við, og nú beri eg tað til tín, tí eg veit, at tú vilt fara væl um tað.”

Hann flýddi henni lambið; tað beyð sær lítið út og var illa fyri.

Konan tók ímóti tí; hennara andlit sýndi hennara góða hjartalag. Hon fjálgaði um tað neyðars smálambið, royndi so at fáa ein mjólkadropa niður í tað.

Ikki var long løta gingin, so fór tað at røra beinini og lyfta høvdinum. Tað kundi av sonnum sigast, at konan tók væl um tað og fekk tað at trívast....”

Eisini vit kunnu av Guðs náði nýtast sum røktingarmenn ella bønarmenn í Guðs ríki. Latum okkum vitja bústað Jesu, søkja ásjón hansara og dýrdargera navn hansara. Latum okkum bæði bera og leiða stór og smá til frelsaran. Hann tekur sær væl av øllum, ið ákalla heilaga navn hansara. Hann tekur sær væl av teimum, ið sjálv ikki orka at ganga og sum í trúgv verða borðin til hansara.

Jesus, vit bera børnini til tín, tí vit vita, at tú tekur tær væl av teimum. Vit bera tey til dópin, so tey í heilagari skírn vera halgað undir vernd og verju tíni. Ver tú, Jesus, barnanna vernd og skjøldur, og lat tey í lívi og deyða síggja himmalin opnan sum æviga bústað teirra.

Tú hin miskunnsami Jesus, takk fyri umsorgan tína, at tú tekur tær væl av okkum eisini evsta dag. Amen.

(Prædika í Gøtu kirkju 26. oktober 2014).