Skriva út

Sergudstænasta - Vígsla - Missiónshúsið í Vestmanna



12. desember 2010 – Missiónshúsið í Vestmanna - vígsla.

Kæri himmalski faðir : Vit biðja um tína ríku signing yvir hetta hús. Hell tín anda út yvir henda stað, so vit kenna tína nærveru í dag og teir dagar, sum tú letur koma. Signa tey, ið higar leita, og tey, sum tú kallar til tænastu í orði, verki og samveru. Tað biðja vit í Jesu navni. Amen.
“Og hon skal føða ein son, og Jesus skal tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.” (Matteus 1,21)
Frelsarans navn varð kunngjørt Jósefi, ið gjørdist fosturfaðir Jesu. Jósef var trúlovaður Mariu, ið var við barn. Jósef stríddist við hesa hugsan og hevði í hyggju at skilja seg frá henni.
Meðan hann enn hugsar um hesi viðurskifti, sýndi eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segði, at barnið, ið Maria bar undir belti, er av hinum heilaga anda.
So fekk Jósef navni at vita. Jesus er navnið, tí hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.
Tað er aðalmál Jesu, at bjarga, frelsa og beina føtur vára á rætta leið. Tað góða og vakra er mál og mið frelsarans. At skapa ljós, innihald og trivnað.
Profeturin var greiður í síni talu : “Men einaferð skal ikki vera myrkur í tí landi, sum nú er í neyðum statt. ... Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi. Tú økir fagnaðin í stórum, tú gert gleðina mikla.” (Jesaja 9, 1-3)
Orðini, ið eingilin bar Jósefi, minna á taluna hjá profetinum : “Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” (Jesaja 9,6)
Tað er í Jesu navni vit í dag víga Missiónshúsið í Vestmanna. Tað er til hetta navnið húsið er bygt. Tað er við hesum navni sum skjaldramerki, at alt arbeiði fer at fara fram millum børn, ung og vaksin.
Jesu navn er eitt heilagt navn, tað er navnið yvir øll onnur nøvn. Eins og profeturin sá fram til Jesu føðing, soleiðis sá ápostulin enn longur fram í tíðina, eftir at hann hevði møtt Jesusi og var vorðin sannførdur um, at Jesus var frelsarin.
Ápostulin sigur um Jesus : “Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevja hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni, fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.” (Filippibrævið 2,9-11)
Tess vegna er tað ein tignarlig gerð, at vit víga hetta nýggja Missiónshúsið. Við hesi handling staðfesta vit, at húsið hevur eitt andaligt grundstøði at standa á, at húsið hevur eitt mál og eina stevnu.
Jesus er grundstøðið, kletturin, ið verkið skal hvíla á!
Jesus er innihaldið, hin frelsandi friðarhøvdingin!
Jesus er byrjanin og endin, hann sum er, var og kemur!
Við vígslu verður hetta húsið halgað Jesusi, so navn hansara kann búgva her. Eisini á hesum staði verður Jesu navn nevnt yvir Vestmanna bygd, økinum her um vegir og víðari út um land og heim.
Tað er ein væl kendur spurningur, um Jesu navn krevur ein serligan bústað. Er Guð ikki allastaðni, og býr hann veruliga á serligum støðum?
Spurningurin eigur at verða svaraður hóvliga, tí tað er so skjótt at svara rætt og siga, at Guð er allastaðni, og vit finna hann eins væl í haganum sum í kirkju og samkomuhúsum.
Og rætt er tað, at Guðs andi er sum vindurin og fer hagar, Guð vil. Vit kunnu ikki stýra anda Guðs, og vit kunnu ikki múra Guðs anda inni.
Tá tað er sagt, er tað eisini satt, at gudshús eru, ið hava størri andaligan týdning enn onnur hús. Guð klárar sína tilveru uttan hús, bygd við mannahondum. Men ivasamt er, um menniskjan klárar seg uttan hús, ið eru halgað Jesusi og gjørd heilag í heilaga navni hansara.
Halgidómar verða reistir navni Guðs til heiðurs og æru og menniskjum til gagns og signingar. Tað er menniskjan, ið fær gleði og signing av heilagum húsum.
Eisini her verða børnini lærd um Jesus í einum mennandi andaligum umhvørvi. Tað andaliga, tann kristni arvurin, er ein góð barlast í lívinum.
Eisini her kunnu ungdómar leitar sær skjól og finna føði tey ár, tá allir ungdómsins áhugaverdu spurningar verða settir og krevja eitt svar.
Eisini her kunnu vaksin tilbiðja og æra friðarhøvdingan, frelsara heimsins, í talu, vitnisburði og sangi.
Eisini her verður gott at vera hjá øllum, ið vilja søkja ásjón frelsarans.
Jørðin er ein vælsignaður staður, og jarðarlívið hevur nógvar góðar dagar. Bæði Ljósar og lættar dagar, og dagar við sorg og trega. Allar dagar kunnu vit søkja ásjón Harrans, har vit eru stødd í rúmi og tíð.
Á ein serligan hátt letur Harrin Guð menniskju byggja og reisa halgidómar. Tað kemur ikki av ongum. Menniskjan fær eina adressu, eitt stað, har Guð altíð er at finna, nøkur heilag støð.
Í Vestmanna eiga vit eina vakra og nýliga umvælda kirkju, ið hevur nógv størri nýtsluvirði enn hin gamla. Í Vestmanna taka vit í dag í nýtslu eitt nýtt Missiónshús, sum lýkur øll krøv, ið nútíðin setur. Tað eru framstig, sum vit fegnast og gleðast um. Karmar Guði til heiðurs og menniskjum til signingar.
Og so bústaður Guðs, at navn Guðs veruliga býr á einum staði, har vit kunnu leita fram fyri ásjón Guðs í ákallan og bøn við tøkk.
Tá eg lesi talu Harrans, tað, ið Harrin talaði til Sálomon í sambandi við vígsluna av templinum í Jerúsalem, tá fyllist hjartað við friði, gleði og tøkk. Sjáldan kenni eg tað soleiðis, at nú er ikki stórt meira at siga. So djúp er tala Harrans um halgidómin og tað heilaga, at tað er í roynd og veru ikki meira at siga.
Tað er nakað heilagt til. Guð er heilagur, og vit skulu vera heilag, stendur skrivað. Og halgað verða vit, har hin heilagi Jesus verður stórur okkara millum.
Tá ið nú Sálomon var liðugur at byggja hús Guðs og kongshøllina, ... tá birtist Harrin fyri Sálomoni á náttartíð og segði við hann : “Eg havi hoyrt bøn tína og havi útvalt mær henda stað til offurhús.”
Síðani gevur Harrin tað lyftið, at hann vil hoyra ta bøn, ið verður biðin á hesum staði. Eygu Harrans eru opin og oyru Harrans geva gætur.
Og Harrin heldur fram at tala : “Og nú havi eg útvalt og halgað mær hetta hús sum ævinligan bústað hjá navni mínum; og allar dagar skulu eygu míni og hjarta mítt vera har.” (Seinna Krýnikubók 7,16)
Hin kristna alheims kirkjan hevur rík lyftir at byggja á. Harrin signi sítt fólk um allan heim og lati eygu síni hvíla á hesum staði. Harrin er álítandi, og hann vil sjálvur fremja verk sítt, so vit síggja frelsaran, hin heilaga Jesus.
So ynski eg tykkum í Vestmanna hjartaliga tillukku og Guðs ríku signing! At tit mega hvíla i Guðs friði og gleði, sum skrivað stendur : “Tú økir fagnaðin í stórum, tú gert gleðina mikla.”
So vígi eg embætis míns vegna Missiónshúsið í Vestmanna í navni Faðirsins, Sonarins og heilaga Andans. Amen.
Jógvan Fríðriksson, biskupur.