Skriva út

Sergudstænastan - Minningargudstænasta - sorgarleikur í Noregi



Náði veri við okkum og friður frá Gudi Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi.

Fríggjadagin 22. juli 2011 var ein góður summardagur her heima hjá okkum. Soleiðis var tað eisini í Oslo, har var uppaftur betri veður, og fólk hugnaðu sær í góða veðrinum í stórbýnum, meðan onnur vóru til arbeiðis. Knappliga var allur býarhugnin broyttur til ruðuleika og ræðslu.

Og ræðuleikarnir høvdu kostað mannalív. Ikki so langt haðani hugnaðu glaðir ungdómar í fagrasta blóma sær á summarlegu á Utøya í ómetaliga vøkrum umhvørvi og góðum felagsskapi. Tað kundi næstan ikki vera betri. Knappliga hendir hóttafallið við øllum sínum ræðuleikum. Frá at vera í Paradísi eru tey ungu havnað í helviti. Fríða fagra ungdómslívið verður brádliga tikið frá hesum lívsglaðu ungdómunum, sum álitisfull trúðu á alt tað góða, sum lívið hevði at bjóða teimum. Vit eru bæði skelkað og forfærd yvir teir ovurstóru mótsetningarnar.

Vit skilja tað ikki, hvussu kann hetta lata seg gera? Vit kenna tað sum, at alt lívsgrundarlagið ridlar undir okkum. Hvar skulu vit fara við øllum kenslum okkara. Vit hava ringt við at seta orð á, orðini røkka líkasum ikki til alt hetta meiningsloysið. Vit leita í Guds hús fyri at hoyra orðini um, at einki er til, sum kann skilja okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi. Vit hava brúk fyri at hoyra, at vit eru ikki einsamøll, men at Gud er við okkum, hann fer ikki frá okkum.

Tá Gud sendi Son sín í heimin til okkara, slapp hann heldur ikki undan heimsins óndskapi og líðingum. Hann kom so langt út, at hann á krossinum mátti rópa: “Gud mín Gud mín, hví fórst tú frá mær?”

Og tað ónda, tað er enn ein partur av veruleikanum í hesum heimi, tí Jesus er enn ikki sjónliga komin aftur, men ein broyting er. Tað ónda fær ikki seinasta orðið, tí við Jesusi er Gud komin til okkara, hann er her í neyðini og vónloysinum.

Trúgv okkara er tí, at hann eisini er hjá hjúnarfeløgunum og børnunum, sum hava mist, hann er hjá foreldrunum, sysktjunum, ommunum og abbunum og øllum hinum, sum hava mist.

Jú, Gud vil vera hjá teimum, sum einki í verðini annars kann linna sorgina hjá ella troysta. Kærleiksfulli Faðirin, sum sjálvur hevur roynt at missa sín høgtelskaða son, - hann skilir tey. Og hann skilir eisini øll okkum, tá ið vit ill og forfærd spyrja, hví óndskapurin skuldi sleppa framat í so ólukkuligt mát. Hann er eisini hjá okkum , tí hann hevur eisini sjálvur verið har, har sum ikki ein gong hann skilti nakað av tí óndskapinum, sum fór fram.

Gud sigur við okkum, tað er í lagi, at tit eru ill og forfærd yvir, hvussu viðkvæmt menniskjalívið kann vera , og hvussu stutt tað kann vera frá størstu gleði til størstu sorg. Men eitt skulu tit vita, at eg fari ikki frá tykkum, og vil eisini altíð halda tað lyftið, sum eg gav tykkum: “At eg vil vera við tykkum allar dagar alt til veraldar enda”. Henda boðskpin hava vit brúk fyri at hoyra í hesum døgum.

Vit eru hesa løtuna samlað her í Havnar Kirkju til minningargudstænastu fyri soleiðis at æra minni yvir tey, sum doyðu í hesum stóra sorgarleikinum. Og vit eru eisini samlað fyri at vísa samkenslu við teimum, sum hava mist og vit eru samlað við samhuga við øllum norska fólkinum.

Tað kundi sæð út sum, at óndskapurin vann ein stóran sigur fríggjadagin, so fólk mistu mótið og alla vón, men so var ikki. Tvørturímóti hava fólk funnið saman og staðið saman í hesum stóra sorgarleikinum – ikki við rakstrarrópum og vápn í hond, men við rósum. Og nógva staðni liggja blómur og ljós eru tendrað. Runt um alt landið verða hildnar minningargudstænastur.

Samhugafjarrit eru komin úr øllum heiminum til Noregs, eisini hiðani úr Føroyum.

Minningardagur verður í dag hildin í grannalondunum, t.d. í d. Í Danmark har flaggað veður í hálvari stong og minningargudstænastur hildnar.

Nei, vit vilja ikki lata tað ónda vinna á tí góða, tvørturímóti vilja vit taka orðini í Halgubók til okkara, at vit vilja vinna á tí ónda við tí góða. Hetta er júst tað, sum vit eisini hava upplivað hesar seinastu dagarnar.

Tá norski forsætisráðharrin leygardagin tosaði við fjølmiðalarnar. Beint aftaná hann hevði vitja nøkur av teimum ungu, sum yvirlivdu á Utøya, segði hann frá teimum ungu, at fyri tey var tað týdningarmikið at taka Utøya aftur.

Tað ónda, sum var hent skuldi ikki sleppa at fáa seinasta orðið har á oynni. Tað Paradísið, sum broyttist til eitt helviti, skuldi vinnast aftur og verða aftur til eitt Paradís. Soleiðis tosar ein vónaríkur ungdómur, at lívið skal vinna yvir óndskapinum og deyðanum.

Soleiðis kunnu tey vera ein fyrimynd fyri okkum, at eisini vit skulu ganga ímóti tí ónda, og at vit ikki skulu lata óttan og mótloysið fáa valdið á okkum, men blíva við at liva í trúnni og í álitinum, at tað góða er sterkari enn tað ónda. At Gud er sterkari enn alt, sum stendur honum ímóti. Og at einki er til, sum kann skilja okkum frá kærleika Hansara í Kristi Jesusi.

Amen