Skriva út

10. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (2)

Fyrra tekstrað: Lukas 19,41-48. (1)

- Prædika: Løtan myndar ævina.

Ferðin gekk til Jerúsalem, hin seinasta ferðin áðrenn líðing og kvøl. Jesus var komin niðan á Oljufjallið og sá út yvir býin og tað vakra templið. Sjónin var hugtakandi, men samstundis kensluborin. Fólkið í Jerúsalem gav ikki orðum hansara gætur, tók ikki við rættleiðing og ráðum. Fólkið valdi at ganga sína egnu leið.

Orð Jesu hjá Matteusi evangelisti eru óivað betri kend: “Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg vilja savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki.” (Matteus 23,37).

Vit kenna myndina frá okkara egna umhvørvi, hvussu hønan í kærleika og umsorgan savnar ungarnar undir veingirnar. Undir hennara veingjabreiði hava teir fjálgar og tryggar umstøður. Mamman er álitið og tað trygga staðið, tá ið ungunum tørvar skjól og skýli.

Las einaferð í mínum ungu døgum eina frásøgn frá øðrum heimsbardaga um tað mundið, tá ið kríggið var liðugt og friður valdaði í gøtunum. Hermenn teirra sameindu ruddaðu gøturnar í týska býnum Berlin. Nógvar leivdir, órudd og fleiri syrgiligar sjónir.

Hermenninir komu inn á eitt øki, har ein bóndagarður, ið var brunnin í grund, hevði verið. Tann eini hermaðurin sparkaði til eina túgvu, ið minti um ein fótbólt. Brádliga stóðu hermenninir undrandi og málleysir, tí undan túgvuni runnu nakrir smáir høsnarungar. Tá ið tann seinasti bardagin var uppá tað harðasta, savnaði hønan ungar sínar undir veingirnar og gav teimum lívd. Sjálv doyði hon, men hon vardi lívið hjá smáu ungum sínum.

Tað er hesa kærleiksfullu náttúrumynd, ið Jesus sipar til, nú hann sær Jerúsalem í sínum vakurleika og skreyti. Spurningurin fær einki beinleiðis svar, men svarið er eyðsýnt í orðum Jesu. Hvussu ofta havi eg vilja savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki!

Jesus græt yvir staðin Jerúsalem og ta framtíð, ið bíðaði. “Hevði tú tó eisini vitað, enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.”

So hoyra vit Jesus profetera um lagnuna hjá býnum, ið vildi verða kringsettur av fíggindum. Fólkið vildi verða forfylgt, trælkað og avrættað. Jerúsalem vildi verða oyddur og farast av teirri søk, at staðurin ikki kendi vitjunartíð sína.

Vitjunartíðin er eitt áhugavert fyribrigdi, – at kenna sína vitjunartíð. Í einum oyggjalandi við firðum og sundum kenna vit ta sama málsliga fyribrigdið, at vit mega sigla, meðan sjógvað er. Vit mega raka sjóvarfallið. Onnur máliska sigur í tyngri huglagi, at vit komu ov seint á sjóvarfallið.
At kenna sína vitjunartíð nemur dagin í dag. Løtan nú er avgerandi fyri okkara framtíð. Vitjunartíðin er sum hugtak ein varandi íløga, ið skapar okkara tilveru og umstøður. Vit mega kenna okkara vitjunartíð bæði tímiliga og ævinliga.

Tímiliga og sosialt er at siga, at hugtakið minnir á, at hvør løta er serstøk og myndar aðrar løtur og komandi dagar. Vit mega vera hjástødd í løtuni og fylla tíðina við innihaldi. Teir møguleikar, ið vit hava, mega vit umsita væl og nýta á skilagóðan og gagnligan hátt sum eina íløgu í tilveruna og bleyt virðir.

Ævinliga ger tað sama seg galdandi. Støða okkara til Jesus avger støðu okkara til Guðs tann eina stóra dag, tá ið tíðin er runnin. Tað verður, svá vit valdu. Vit mega hoyra kallandi rødd Jesu, søkja ásjón hansara og velja nærveru hansara í tí tímiliga til tess ævinliga at ognast sæluna í Guðs ríki.

Frá grátinum á Oljufjallinum um staðin Jerúsalem ljóða álvarsamir tónar, tá ið Jesus kemur inn í halgidómin. Hitt heilaga templið, ið sambært frásagnum frá søgukønum og fornfrøðingum var stórsligið, var avlagað ella niðurskrivað við atliti at innihaldi og tign.

Gudstrúgv ísraelsmanna var ankrað í halgidóminum, og júst templið hevði eina serliga støðu sum bústaður Guðs og savnaður fólksins. Templið var meira enn onnur hús, templið var eitt gudshús, ein hvíldar og griðstaður.

Sálmaskaldið syngur um templið í einum yndisligum sálmi. Sálmurin nemur ymiskar verkstaðir, ið vóru karmar um fjølbroytt virksemi á økinum rundan um halgidómin. Sálmurin nemur innihald trúarinnar.

“Hvør yndisligir eru bústaðir tínir, herskaranna Harri! Sál mín stundaði, ja, so sára henni longdist eftir forgørðum Harrans. Nú hjarta mítt og likam mítt seg frøa at hinum livandi Guði. Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur lagt sínar ungar – altar tíni, herskaranna Harri, kongur mín, Guð mín! Sælir eru teir, sum í húsi tínum búgva, altíð teir lovprísa tær!” (Sálmur 84,2-5).

Templið, ið er hús Guðs, var ætlað at vera eitt bønhús. Ístaðin var templið vorðið eitt ránsmannabøli. Nýtslan av templinum hevði flutt seg frá at vera Guði til heiðurs og menniskjum at gagni til at vera eitt ránsmannabøli, eitt tilhaldsstað hjá órætti og ófrættakendum gerðum.

Skotsmálið, ið templið fær, er ikki unniligur lestur, tí spilla var komin í ta siðvenju, ið annars var skilagóð. Í sambandi við offur kundu fólk keypa sær tey djór og fuglar, ið ætlanin var at ofra. Eisini vóru offur til sølu, ið tóku atlit at fíggjarstøðuni hjá fátækum, so tey fyri rímiligan pening kundu fylgja átrúnaðarligu siðvenjuni hjá jødunum bæði vanligar dagar og við tær stóru hátíðirnar.

Matteus evangelistur lýsir hesa støðuna greidliga: “Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur við teir: ”Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.”” (Matteus 21,12-13).

Orð Jesu um halgidómin, nýtslu og misnýtslu eru altíð viðkomandi eisini i okkara samtíð.

Halgidómurin skal taka sær av tí, ið er viðkomandi fyri halgidómin. Her skulu vit fagna Guði í lestri, bøn og lovsangi. Her eiga øll innivist eins og tann lítli fuglurin, ið skaldið nevnir.

Ikki einans tey máttmiklu, stóru og sterku, – men sanniliga eisini tey! Spurvurin verður nevndur, so tað ikki er nakað at misskilja. Hin lítli fuglurin eins og tað lítla og neyðarsliga menniskjað, – halgidómurin fevnir øll menniskju. Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur lagt sínar ungar. Halgidómurin er bønhús og griðstaður.

Teir ráðandi innan jødadómin, høvuðsprestar og skriftlærdir, dámdu ikki orð Jesu og fevnandi boðskap hansara. Meðan alt fólkið hekk uppi í Jesusi, royndu teir mætastu menninir av jødiska fólkinum at fáa hann tiknan av døgum.

Men Jesus lærdi dagliga í halgidóminum, tí hann átti at vera í tí, sum faðirs hansara var. Halgidómurin, tað heilaga kallið at frelsa tað jødiska fólkið og øll heimsins fólkasløg.

Halgidómurin varð reinsaður og kom aftur til útgangsstøðið og tann gerning, ið hann var ætlaður at fevna. Templið er bústaður Guðs og húsið, har menniskju søkja ásjón Guðs í tilbiðjan, bøn og forbøn.

Søgan veit at siga, at Jerúsalem varð lagdur í oyði ár 70 e. kr. føðing. Býurin varð kringsettur av rómverjum. Tað jødiska fólkið varð forfylgt, týnt og avrættað. Býurin varð bókstavliga lagdur í oyði, so steinur ikki var eftir á steini.

At kenna sína vitjunartíð er umráðandi, at síggja møguleikan og velja hjáveruna í løtuni. Tí avgerðin í løtuni skapar og myndar framtíðina bæði á jørð og á himni. Amen.

(Prædikan er hildin í Oyndarfjarðar kirkju 9. august 2015).