Skriva út

Jóladagur (1)

Tekstur: Jóhs. 1, 1 – 14. Fyrra tekstarøð.

- prædika í Christianskirkjuni

B ø n fyri prædiku:
Harri Jesus, vit biðja Teg um tað stóra undur, at Tú letur
Teg føða og endurføða í hjørtum okkara, og at Tú tekur
búgv har við øllum tí, sum Tú hevur ført við Tær frá
Faðir Tínum. Harri, tað er hitt størsta og mest ófatiliga av
øllum undrum, at Tú við heilagleika Tínum og kærleika
Tínum, við reinleika Tínum og vandlæti Tínum ert førur
fyri at liva í okkum syndarum. Harri, vit eru tað ikki verd.
Tú veitst tað betur enn vit sjálvi. Men tað var jú tí, Tú
gjørdist menniskja, fyri at hetta kundi henda. So biðja vit
Teg: Lat tað henda. ger tað undur eisini við okkum. Fyri
navns Tíns skuld. Tí tú ert tann Frelsari, Tú ert. A m e n !

Prædikutekstur: Jóhs. 1, 1 – 14. Fyrra tekstarøð.

Mitt í hesum mánaðinum, hin 16. desembur (2013), varð 95 ára gamli suðurafrikanski forsetin, fyrrverandi fangin á Robben Island, Nelson Mandela, jarðaður í lítlu heimbygd síni Qunu. Lív hansara hevur verið eitt nútíðar ævintýr, fangin, sum bleiv forseti. Hann sigur í bók síni ”Vegurin til frælsi”, at hugsanir hansara í einseminum í fongsulstíðini oftari og oftari vendu aftur til tey grønu fjøllini í Transkei.

Soleiðis man tað eisini vera hjá okkum, sum eru borin í heim og vaksin upp í Føroyum, tá ið tær stillu stundirnar koma, at kenslurnar frá barnaárum koma upp. Føroyska náttúran er máttmikil og setir eitt ógloymandi árin á okkum, ið her eru borin í heim og vaksin upp. Vit eru náttúrunnar børn og kunnu ongantíð heilt gloyma havið, áirnar, steinarnar og fjøllini.

Mær rennur til hugs, einaferð ið eg var og vitjaði á einum ellisheimi í danska býnum Sakskøbing á Lollandi, at ein eldri fyristøðukvinna kom til mín, tá ið hon frætti, at eg var føroyingur, og segði, at hon einaferð hevði havt ein føroying á heimi sínum. Haldi, hon segði, at hann hevði verið skúlastjóri í Danmørk, til ið hann legði frá sær og seinni var komin á ellisheim at búgva. Og tað, sum hon ongantíð gloymdi, var, hvussu illa ið hann longdist aftur til Føroya, og hvussu stórt ið ynski hansara var at sleppa aftur til Føroya. Tað gjørdist bara sterkari, sum hann eldist. Fyristøðukvinnan segði seg hava greitt honum frá, at nú vóru øll tey deyð, sum hann kendi í Føroyum, og bað hann gevast við hesum, tí at tað bar ikki til. ”Tað er ikki fólkið”, hevði hann tá sagt, ”men náttúran, havið, áirnar, steinarnir, dalarnir og fjøllini, har ið eg gekk sum óviti, tey eru har framvegis og draga meg í huganum at sær. Eg sleppi ikki frá teimum”, hevði hann sagt. Náttúran hevur sett so sterkan ein dám á okkum føroyingar, at vit sleppa ikki frá henni, hvagar ið vit so enn fara.

Mær rennur eisini til hugs fyrstu ferð, ið eg var í Mikladali. Tað var til eina jarðarferð. Veðrið var av tí allarfagrasta, sólin skein bæði oman og niðan, og eg gekk mær einsamallur ein túr niðan á Háls. Komin niðan, varnaðist eg ein ungan mann, ið sat har og hugdi í dýrdarveðrinum út yvir Djúpini yvir móti Eysturoynni. Tárini runnu honum oman eftir kinn. Kannska var tað okkurt, ið tyngdi hann, ella tað bara var náttúran í øllum vakurleika sínum, sum gleddi hann. Eg vildi ikki órógva og fór spakuliga nakað til viks.

Náttúran er øgiliga sterk hjá okkum og kann fáa okkum at tára, minnist eg, at ein lærari mín suðuri í Vági segði, tað setir seg og gerst partur av okkum sjálvum.

Nakað soleiðis man tað hava verið hjá lærusveinunum at sæð Jesus og at ferðast saman við Honum her á fold. Tað setti seg hjá teimum, so at teir ongantíð sluppu frá tí sum her hjá Jóhannesi evangelisti, ið skrivar: ” Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.”

Í fyrstuni var Orðið. Soleiðis byrjar Jóhannes evangelium sítt. Við vilja byrjar hann júst á sama hátt, sum Hitt gamla Testamenti byrjar. Har verður jú sagt: Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.

Nú sigur Jóhannes okkum, at Jesus var uppií longu tá. Hann er líka so ævigur sum Faðirin. Við Honum er alt vorðið til. Tá ið Hann kom í heimin jólanátt, kom Hann til sítt egna, til tann heim, sum Hann sjálvur hevði skapað. Til tann heim hoyra eisini tú og eg. Eisini tú ert komin frá Frelsarans hond. Uttan Hann varð einki til av tí, sum til er vorðið. Heldur ikki tú ella eg. Hann hevði eina meining við lívi tínum og mínum. Og hana finnur tú bara hjá Honum. Nógv leita víðahvar eftir lívsins meining og vita ikki, at hana finna tey við at vera still fyri Honum, ið er Orðið, Lívið og Ljósið: Jesus Kristus.

Men hví kallar Jóhannes Hann fyri Orðið? Um tað kundi verðið skrivað ein heil bók. Tað er ein líkskapur millum Kristus og Orðið. Orð Guðs eru ikki bara ”tóm orð”, ikki bara nøvn, sum vit geva lutunum. Tað er eitt skapandi orð, fylt við Guðs egnu kraft., av Anda Hansara og lívi. Tá ið tað fer út frá Guði, er Guð sjálvur við, tí kann orðið geva alt tað, sum Guð gevur. A líknandi hátt er tað við Kristusi.

Alt tað, sum Guð er og hevur, vil og ger, tað livir í Honum. Í teirri nikænsku trúarjáttanini eitur tað, at hann er ”einborni sonur Guðs, sum er føddur av Faðirinum fyri allar tíðir, Guð av Guði, ljós av ljósi, sannur Guð av sonnum Guði, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin.”

Hetta eiga vit at royna at minnast til, fyri bara at koma fram ímóti at kunna fata, hvat ið tað inniber, at ”Orðið varð hold og tók búgv okkara millum”. ”Hold” merkir her tað, sum er skapað, tað, sum er samansett av mýlum(molekylum) og atomum av sama slagi sum tey, ið finnast í luft og vatni, steini og leiri. At Orðið varð hold, verður á lærdum máli kallað ”inkarnasjón”.

Skaparin kom sjálvur og varð ein partur av skapningi sínum. Allra heimsins Harri tók búgv í einum mannalikami. Sonur Guðs varð eitt mannabarn – fyri at vit skulu verða Guðs børn. Við hetta stóra undur er eitt uppaftur størri undur vorðið møguligt, tað ”at Guð við egna lívi sínum kann taka búgv í hjørtum okkara. Tað er eitt størri undur enn tað, sum hendi á jólum, tá ið Guð gjørdist menniskja, eitt undur í tínum egna lívi.

Hann kom til sítt egna, og Hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Hann kom til teirra, ið skapað vóru í mynd Hansara, men tey vóru fallin í synd og vorðin ónd. Og óndskapur teirra skolaði inn yvir Hann og tók Hann at enda av lívi. Hann kom til tey útvaldu, men tey róptu ”krossfest, krossfest hann”. Men so mongum, sum tóku ímóti Honum, teimum gav Hann mátt til at vera Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn Hansara, sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur manns vilja, men av Guði.

Hann kemur eisini til okkara í dag. Hvat gera vit við Hann? Opna vit okkum fyri Honum, ella eru vit heldur opin fyri øllum øðrum, bæði í okkum sjálvum og uttan fyri okkum sjálv, sum vil oyðileggja lívið fyri okkum. Men Hann kemur frá Faðirinum á himni og vil bjarga lívi okkara, frelsa okkum.

Einglasongurin jólanátt rúmar alt jólaevangeliið. Tú leggur tað kannska ikki til merkis við tað sama. Men hvørt orð er her fylt á tremur við evangelium. Tað er tí, at hesin songur í nøkrum av kirkjum okkara ljóðar við hvørja guðstænastu. Heiður veri Guði – tað er ikki nøkur heilt góð týðing. Orðið ”heiður” ella ”æra” stendur fyri nøkrum, sum vit hava so ilt við at siga á okkara máli. Tað er dýrd Guðs, Hansara ósigiliga vera, tað, sum við eitt trøllbindur okkum og fær okkum til at óttast og biva. Nakað, sum fyllir okkum við lukku og dregur okkum at sær, samtíðis sum tað fær okkum til at krógva andlit okkara. Tað er tað ljós, sum okkara jarðisku eygu kunnu ikki tola, tað ljós, sum eingin okkara kann koma nær. Tað var tí, Guð helt hondina fyri, so at Móses á Sinai ikki sá andlit hansara, tá ið hann gekk framvið. Hann toldi tað ikki. Tá ið Jesaja profetur sá ein neista av tí, segði hann: Vei mær, eg beri ikki boð í bý, tí at eg eri ein óreinur maður við óreinum vørrum.

Av røttum skuldu vit verið hildin burtur frá hesum ljósi til allar tíðir. Men nú hendir hitt stóra undurið. Guð stígur niður á jørðina. Ikki í einum oyðandi glansi, men sum eitt nýføtt mannabarn. Og nú syngja himinsins einglar, undrunarsamir, bilsnir, hugtiknir, lukkuligir yvir hetta undurið. Heiðurin hoyrir Guði til, siga teir. Honum er valdið og heiðurin, tann, sum fyllir allan himin við lovsongi. Men nú stígur hetta vald og hesin heiður niður á eina tílíkan hátt, at hann ber frið til jarðar.

Friður er eisini eitt av hesum innihaldsmettaðu orðunum, sum eru so trupul at týða. Orðabøkur eru skrivaðar í hópatali um hetta orð. Tað merkir bæði ein ytri og ein innari frið. Tað merkir samlag, samljóð, harmoni, eitt undursamt og tryggt samlag ella samskipan, hitt góða samlag, hin góða skipanin, sum Guð einaferð legði í skapningin, men sum er mist. Nú skal hetta góða samlag aftur verða fingið í rættlag. Alt skal verða gott aftur.

Hvussu skulu vit málbera okkum fyri at siga frá hesum friði? Menniskjan dugir ikki at fata tað, tí at hon er spilt, oyðiløgd av synd, hvørt einasta mannabarn, synd, sum er uppreistur ímóti Guði og kann arvast. Og allastaðir har menniskjan hevur verið, er hesin friður og hetta samlag órógvað. Tað hjálpir ikki at fara niðan í hagan, tí at har hevur menniskjan eisini verið og órógvað. Kannska kunnu vit hóma nakað av hesum friði á Norðpólinum og Suðurpólinum, úti í rúmdini ella djúpt niðri á havsins botni. Tað verður sagt um teir fyrstu rúmdarmenninar, at tað júst var hesin undursami friður og vakurleiki, sum bergtók teir, og sum fekk teir til at lesa brot úr Halgubók og senda sum eina heilsan til jørðina. Og mær tóktist at hóma henda sama frið, einaferð ið eg var niðri á havsins botni í einum kavbáti, og vit komu so spakuliga svimjandi sum ein annar stórur fiskur og sóu, hvussu friðarligt ið alt var, fiskarnir, ið svumu spakuliga, og smákyktini.

Vit duga ikki til fulnar at ímynda okkum, hvat ið liggur í orðinum ”friður”, men tað liggur í tí her, at alt tað, sum Guð einaferð legði í skapningin, men sum nú er mist, skal verða fingið aftur í rættlag gjøgnum tað barn, sum borið varð í heim, gjøgnum Jesus Kristus. Alt skal verða gott aftur. Fyrigevingin, endurnýggjanin, allar tær góðu kreftirnar hjá tí guddómmiligu miskunseminum síga saman um menniskjuni – ”menniskjuni hjá góða tokkanum”. Tað er soleiðis, skrivað stendur. Vit kunnu umseta tað: Menniskju, sum Hann hevur góðan tokka til. Vit kunnu eisini siga: Í menniskjum góður tokki. Tað, sum liggur í tí, er, at tokki Guðs, góður hugi og vælvild Hansara, Faðirkærleiki Hansara, frelsuvilji Hansara, miskunn Hansara, sum ikki troyttast av at fyrigeva, nú ringir seg um menniskjuni. Júst tey falnu, tey misbrúktu og útkoyrdu, tey miseydnaðu og tey, sum eru illa viðfarin. Tað er ongin tilvild, at tað júst vóru hirðarnar á markini, sum fingu henda boðskap. Teir hoyrdu til útskot samfelagsins. Teir vóru noyddir til at taka tað arbeiði á seg, sum eingin annar ynskti. Tað er tí, at teir vóru á varðhaldi um náttina, meðan hinir íbúgvararnir í Betlehem svóvu góða náttarsvøvn sín.

Tað er hesin kærleiki Guðs, sum kemur til okkara við føðing Jesu.

A m e n !