Skriva út

Heystfagnaðargudstænasta í Eiðis kirkju. Lestur: Sl 150. Evangelium: Matt 6,6-13.

Inngangur 
Líkasum Jesus á sinni lærdi lærusveinarnar at biðja Faðir vár, soleiðis lærir hann eisini okkum í dag at biðja somu bøn. Og í kvøld vilja vit serliga dvølja við fjórðu bøn: Gev okkum í dag okkara dagliga breyð!

Í Lítlu katekismus greiðir Martin Luther frá, hvat ið henda fjórða bønin merkir og sigur: “Guð gevur væl dagligt breyð, eisini uttan bøn okkara, enntá øllum óndum menniskjum; men vit biðja í hesi bøn, at vit mega meta tað og taka ímóti okkara dagliga breyði við tøkk.” Fjórða bøn í Faðir vár minnir okkum altso á at vera takksom fyri allar Guds gávur.

Takksom saman 
Í takksemi er tað eisini, at vit hava sungið:

Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav

av bøi og av fjalli,

og alt, sum ført varð yvir hav,

og tað, sum er í hjalli.

Hesi orðini eru hóskandi at syngja, nú heystið er komið. Vit eru takksom fyri alt tað, sum vit fáa av Skaparans hond. Tí hava vit eisini heystfagnað her á Eiði í hesum døgum, har ið vit fegnast og takka fyri skurð og ávøkst.

Heystartíðina kunnu vit sanniliga fegnast yvir! Um hesa tíðina fara vit á fjall og fletta. Ja, enntá í skúlanum hava tey flett. Vit gera rullupylsu, kjøtpylsu og merkja heilt ítøkiliga, hvussu Gud signar okkum við øllum sínum góðu gávum. Og fyri alt hetta fegnast vit sjálvandi og siga takk!

Hitt tætta sambandið, sum vit føroyingar hava við náttúruna og gávurnar, sum vit har fáa, førir okkum saman sum menniskju og vísir okkum á tað dýrabarasta, sum vit hava, nevniliga hvønn annan og ein Skapara, sum elskar okkum og sum gevur okkum okkara dagliga breyð – alt tað, ið okkum tørvast til lívsins uppihald. Og tað er heilt náttúrligt fyri okkum at vera takksom saman.

Ein góður vani
Men alt hetta, sum vit fáa regluliga – ár eftir ár, heyst eftir heyst - koma vit kortini so lættliga til at taka fyri givið. Tí er tað eisini ein sera góð áminning til okkum sjálvs, at gera tað til ein vana at takka Gudi fyri matin á borðinum við einari borðbøn ella einum borðversi, t.d.:  

Vit takka úti

vit takka heima.

At siga takk mugu vit ikki gloyma.

Tú, góði Gud, eg vil takka tær

fyri hvørja gávu, tú gevur mær.

Við einum slíkum góðum vana læra vit betur og betur at síggja alt hetta, sum vit hava Gudi at takka fyri.

Vit læra at síggja Guds gávur í gerandislívinum, í øllum tí, sum er rundan um okkum, havið, fjøllini, blomstrini, í djórunum, í menniskjunum, í teimum smáu kyknunum og í hvørjum andadrátti.

Ja, vit hava so nógv at takka Gudi fyri! Vit kunnu takka honum fyri frelsuna, fyri hansara kærleika og trúfesti, fyri at hoyra okkara bønir, fyri hansara vernd og verju, fyri kristna felagsskapin, fyri Heilaga Andan, sum býr og virkar í okkum, fyri uppreisnarvónina, sum vit eiga í Jesusi. Og eg hevði kunna hildið á við at nevnt alt møguligt, sum vit kunnu takka og lovprísa Gudi fyri.

Okkara egna halleluja! 
Og harumframt verða vit eisini fylt við gleði, tá ið vit lovprísa Gudi! Tess meira vit takka honum, tess meira njóta vit hansara gávur! Hetta kemst av, at vit hava samband við gleðinar keldu, sjálvan Gud, tá ið vit takka honum. Ja, tað er gott at finna inn til hetta takksemið og at verða verandi í tí! Tá læra vit nevniliga eisini at siga okkara egna halleluja! Ella sum vit hava hoyrt í lestrinum:

“Halleluja! Lovið Guði í halgidómi hans, lovið honum í hans veldiga himnahválvi! Lovið honum fyri veldisverk hans, lovið honum eftir veldiga stórleika hans! Lovið honum við ljóði av lúðrum, lovið honum við hørpu og saltri! Lovið honum við bumbum og dansi, lovið honum við streingjaleiki og floytu! Lovið honum við ljómandi skálabumbum, lovið honum við hvøllum skálabumbum! Alt, ið andadrátt hevur, Harranum lovi! Halleluja!” (Sl 150).

Hitt avgerandi kryddaríið
Sum pápi varð eg so glaður og stoltur her fyri, tá ið synirnir høvdu verið niðri á kajini við tráðu. Teir høvdu fingið nógv – mest sovorið smátt - men teir vóru kortini sera væl nøgdir við fongin. Og nú skuldi tað so etast har heima. Har var nóg mikið til ein nátturða: stoktan fisk við eplum. Og meðan vit ótu, lat tað í einum av dreingjunum, at hetta var tann besti fiskurin, hann nakratíð hevði fingið.

Tað kann væl vera, at kokkurin hevði okkurt við tað at gera, men eg ivist ikki í, at tað, sum gjørdi henda smáa fiskin serliga væl smakkandi, var hetta, at dreingirnir høvdu sjálvir fiska, at vit bløðgaðu og kruvdu fiskin saman, og at vit eisini vóru saman um at skera flakið. Hitt avgerandi kryddaríið, sum gjørdi henda lítla fongin til nakað heilt serligt, var hetta, at vit vóru saman um tað!

Gávan er Guds
Og heystfagnaðurin ber eisini dám av júst hesum, at vit eru takksom saman. Alt tað, sum vit fáa av Skaparans hond, ber jú takksemi við sær, og hetta takksemið førir okkum saman, soleiðis sum tað eisini ger, tá ið vit hava heystfagnað. Sálmurin, sum vit hava sungið, sigur tað eisini so væl:

So lær meg at liva, mín Guð, sum eg kann,

so fróur sum fuglur tær lova,

og takka, at himinin vætir mítt land,

at sólin her skínur um bø og um sand,

at frukt er mær givin í kova.

Ei megin er mín,

men gávan er tín,

tað veksur jú, meðan vit sova.

Tá ið vit síggja hetta, at gávan er Guds, tá ber tað takksemi við sær, tí at vit síggja, at vit hava ein Gud, sum elskar okkum og gevur okkum alt tað, ið okkum tørvar.

Vit læra at takka og elska, tá ið vit síggja, hvussu høgt vit eru elskaði av Gudi, og hvussu nógv Gud í grundini gevur okkum vegna sín kærleika til okkum. Tað er sum ápostulin Jóhannes sigur: “Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst” (1 Jóh 4,19). Og tí er tað eisini, at vit syngja:

So lær meg, o, Harri, at tæna tær her

og nýta tað pund, mær er givið,

í dagligum virki, í orði og gerð

tí bróður at hjálpa, sum veikari er,

at elska, tí tað er at liva.

Og gev mær so vist

eitt navn, Harri Krist,

sum í tíni lívsbók er skrivað.

Ja, at elska er at liva! Og eg hugsi, at vit sum fólk verða mint á júst hetta, tá ið vit savnast, soleiðis sum vit gera á heystfagnaðinum. Saman minnast vit gávurnar, sum vit fáa. Saman takka vit. Saman fegnast vit.

Góðan heystfagnað øll somul!