Skriva út

9. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)



Prædikutekstur: Lukas 12, 32 – 48

Gudstænasta í Nólsoyar Kirkju á Ovastevnu 9. sunnudag eftir trinitatis, 17. august 2014

Ovastevna er í hesum vikuskiftinum her í Nólsoy. Stevnan, sum verður hildin fyri at minnast bragdið, sum Ove Joensen gjørdi, tá ið hann í 1986 róði úr Føroyum til Danmarkar í bátinum Dianu Viktoriu. Tað er soleiðis, at eg havi prædikað her í Nólsoyar Kirkju rættiliga ofta á Ovastevnu. Og onkrantíð hevur tað eydnast mær at flætta okkurt um Ova inn í prædikuna. Í dag kundi eg hugsað mær eisini at tikið ein persón her í Nólsoy við inn í hesa prædikuna. Tað er ikki Ove, men Vina mamma hansara.

Í sendingini Summarsál, sum varð víst í SVF herfyri, fingu allir føroyingar høvið til at uppliva Vinu. - Summarsál eru nakrar góðar sendingar um heilt vanlig fólk, sum alíkavæl eru nakað heilt serligt – og tað eru øll menniskju jú, hvørt einasta menniskja er nakað heilt serligt. Einki lív er sama slag.

Øll eru vit rættiliga ymisk, og hava vit fingið ymiskar leiklutir í lívinum. Og hvør einasti av okkum hevur so óendaliga stórt virði. Fyri tað fyrsta tí at Gud hevur skapað hvønn av okkum - skapað eitt heilt serligt menniskja, sum ongantíð hevur verið fyrr, og sum ongantíð aftur verður endurtikin.

Soleiðis hava hesar sendingarnar verið sum ein prædika í sær sjálvum. Og bara sum Vina sjálv kundi gera tað, segði hon frá lívi sínum. Lívsklók og lívsglað segði hon frá langa lívi sínum bæði í viðráki og mótráki.
 
Vina hevur upplivað tað ringasta, sum ein mamma kann uppliva at missa tveir synir. Við ótrúligu lívsstyrki og lívsvísdómi sínum, so kom hon ígjøgnum sorgina, hóast eisini tungar løtur kunnu vera.

Vina vísti á týdningin at taka ábyrgd fyri tí lívinum, sum henni var tillutað. Ikki at missa mótið ella geva upp.

Gjøgnum alla sendingina skein ígjøgnum hennara persónligu eginleikar, at vera við tað góða – og vinna á tí illa við tí góða. Við sínum lætta sinnalagi kundi hon eisini fortelja um barndóm og ungdóm. Sum hon segði: Eg eri slett ikki gomul, eg verði ongantíð gomul. Ein góður setningur afturat hjá henni: Øll gera feilir, og tað geri eg eisini.

Ein vøkur persónslýsing av eini spennandi og lívsklókari konu, sum bæði í gleði og í sorg hevur tikið ábyrgd fyri tí lívinum, sum henni varð litið til. Sum allar dagar sínar hevur biðið sítt faðir vár og befalað seg í Guds góðu og tryggu varðveitslu bæði góðar dagar og ringar dagar. Allar dagar.

Og so koma vit til tann spurningin, sum prædikuteksturin setir okkum í dag: “Hvussu livir tú títt lív? Hvat hevur tú gjørt inntil henda dag”? Jesus setir okkum hesar spurningarnar við at fortelja okkum nøkur líknilsi, har hann m.a. brúkar myndina av trúfasta og klóka húskallinum, sum húsbóndin hevur sett at taka sær av tænastufólkinum og syrgja fyri teimum, meðan hann sjálvur er úti. Og húskallurin fær rós fyri sítt góða og trúgva arbeiði.

Og so vendir Jesus líkasum upp og niður upp á hesa myndina og sigur: Um nú hesin sami húskallur ikki ger, sum hann er biðin, og sum skylda hansara er, ja, so verður hann hart revsaður aftur fyri. Í fyrsta umfari virka hesar myndirnar við døming, revsing og høggum nakað harðligar og ræðandi.

Men tað kann eisini vera, at Jesus júst brúkar hesar myndirnar fyri at skumpa eitt sindur til okkara, fyri at provokera okkum til at taka ábyrgd okkara sum menniskju í álvara, fyri at fáa okkum at vakna, so at vit flyta okkum á rætta leið.

Jesus heldur seg altíð til veruleikan, og hann veit óalmindiliga væl, at ofta eru vit veik og svíkja í okkara bæði góða og eisini trupla lívi. Vit mugu ásanna, at vit ofta føla okkum ørkymlað, vit vilja so fegin, men klára als ikki at liva upp til øll krøvini, sum eru til okkara, og taka ábyrgd alla tíðina.

Vit kunnu bara taka eitt dømi og hugsa um dupulta kærleiksboðið, at vit skulu elska Gud og næsta okkara líka nógv sum okkum sjálvi. Tað ørkymlar okkum, at vit hava tað so gott her norðuri í Atlantshavi, meðan ein stórur partur av heiminum livir í størstu neyð. Vit kenna okkum smá og hjálparleys og kunnu einki gera við tað. Og tó - øll kunnu gera okkurt, og um vit ikki klára at loysa trupulleikan, kunnu vit øll gera okkurt í tí smáa, ikki missa mótið. Sjálvandi er hetta eitt so stórt evni, sum er tilfar eina nýggj prædiku, tað er tað ikki rættiliga tíð til í hesi stuttu prædikuni. Men Jesus roynir at ruska eitt sindur í okkum: Jú, sigur hann, tað eru nógvar uppgávur til tín at taka tær av. Tað eru nøkur, sum hava brúk fyri tær og fyri tíni hjálp og umsorgan í dag - her og nú.

Sjálvandi er tað neyðugt at vera vakin og virkin at taka okkum av teimum uppgávunum, sum eru í lívi okkara, og ikki lata okkum freista av at sleppa allari ábyrgd, sum hin ótrúgvi húskallurin gjørdi tað. Jú, tað er eisini soleiðis, at nøkur hava fingið meira litið upp í hendur enn onnur og hava tí størri ella tilsvarandi ábyrgd, tó ikki meira tað tey fingu álagt, og tí hava tey ikki nakað fram um nakran annan.

Men eingin av okkum kann siga: Eg havi einki fingið. Eg kann ikki brúkast til nakað. Hvørt einasta menniskja hevur fingið litið nakað upp í hendur, antin tað nú er stórt ella smátt, og øll eru kallað til at umsita uppgávu sína, antin hon er stór ella lítil. Eingin av okkum kann sleppa sær undan.

Jesus tosar í dag um tær síðstu tíðirnar ella heldur um alla tað tíðina, sum liggur inn í millum.

Tey fyrstu kristnu roknaðu við, at Jesus fór at koma aftur heilt skjótt, kanska enntá í teirra livitíð. Men nú eru tað gingin næstan 2000 ár. Og nú vit eru í stevnuhýri kundi onkur kanska hildið, at hann var farin á stevnu ella festival og hevði gloymt at koma heim aftur. Og tað kann tí eisini vera ringt at halda fast við trúnna og vónina, at hann kann koma hvørja løtu, tað skal vera.

Í so máta kunnu vit siga, at vit eru í eini bíðitíð, men Jesus vil hava okkum at brúka hesa tíðina upp á ein góðan máta, og ikki bara seta okkum óvirkin í eitt bíðirúm hendur í favn at bíða til hann kemur aftur. Tað er ikki meiningin. Tvørturímóti vil Jesus hava okkum inntil hann kemur aftur, at vit sum tænarar hansara skulu brúka alla orku og megi okkara at gera vilja hansara til veruleika.

Við at vera trúføst har, sum vit eru sett at liva lív okkara. Og sum hin góði tænarin skulu vit umsita og røkja tað lívið, sum var okkum litið til, við at brúka tær gávur og tey evni, sum Gud gav okkum.

Og tá ið so alt kann virka heilt óyvirskuiligt, og vit ikki klára at liva upp til nakað sum helst. So skulu vit minnast til, at tað kemur ikki ann upp á, hvat vit duga og klára. So høvdu vit øll verið illa stødd.

Gleðiboðskapurin til okkara, hann handlar um kærleika Guds til okkara. Vit mugu ikki halda, at okkara virði sum menniskju er bundið av tí, sum vit klára og annars fáa á skafti. Alt tað sum veruliga gevur lívi okkara virði, tað er nakað sum vit fáa: Vit siga td, at vit fingu eitt gott lív, at vit fingu eitt gott hjúnalag, at vit fingu nøkur fitt børn osfr.

Tað ber ikki til at siga: Eg tók eitt gott lív, eg tók eitt gott hjúnalag, og so tók eg mær nøkur fitt børn.

Jú, vit duga væl at hoyra, at lívið kunnu vit ikki taka okkum, gera vit tað, so oyðileggja vit tað eisini. – Lívið og tað sum veruliga hartil hoyrir, tað er nakað, sum vit fáa.

Men júst alt tað, sum verður okkum givið, tað er tað, sum ger lívið vert at liva og fær okkum at trúgva, at lívið er gott og vakurt. Altso tað avgerandi er ikki, hvussu væl vit duga og klára okkum. Men tað størsta er alt tað, sum vit fáa frá Gudi og frá okkara medmenniskjum.

Tá ið vit uppliva Guds kærleika, taka hann til okkara, so uppliva vit líkasum glæmuna av Guds ríki mitt í millum okkara eisini í mótganginum. Tað hendir nakað, vit uppliva samanhald og samábyrgd. Tað góða kemur fram, vit hjálpa hvør øðrum, deila við hvønn annan, loysa trupulleikar saman. Vit uppliva tað góða lívið. Nei, vit skulu ikki óttast revsing og høgg.

Revsingina tók Jesus á seg eina ferð med alla, tá ið hann lat seg húðfleingja og krossfesta fyri okkara skuld.

Og tað síðsta, sum Jesus segði, áðrenn hann fór aftur til himmals var, at hann vil vera við okkum allar dagar alt til veraldar enda. Og hetta lyftið kunnu vit vera heilt trygg við, at hann eisini vil halda. Vit eru ikki einsamøll.

So í staðin fyri at vera bangin og óttast revsingina og høggini, skulu vit vera vakin og virkin, og tá ið vit fara skeiv, hava vit møguleikan at biðja um fyrigeving - biðja bæði Gud og medmenniskju okkara um fyrigeving. Og harvið fáa vit altíð tann heilt ótrúliga møguleikan, at kunna byrja um aftur av nýggjum.

Og so at enda, so vilja vit seta trúgv og álit okkara á, at tann dagin, tá ið Gud fer at gera sína persónslýsing av okkum, um hon ikki akkurát verður send í sjónvarpi, men tá ið hann setir hana inn í stóru lívsbók sína, at hann tá við mildu, kærleiksfullu eygum sínum sær ígjøgnum alt tað, sum vit í veikleika okkara ikki megnaðu at liva upp til í lívinum. So vit mugu hoyra somu orðini live aftur, sum Jesus boðar okkum í dag: Ber ei ótta tú menniskjabarn, tí eisini tær vil eg fegin geva mítt ríkið.

Amen