Skriva út

24. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Guðstænasta í Eiðis kirkju 22. nov. 2009 kl. 17 (í sambandi við kirkjudagin í Eysturoy)

Tekstir: 1. Kor. 12, 4-11 + v. 26 og 27; Jóh ev. 20, v.30-31.
Sálmar: 339 – 233 – 243 – 87 

Har eru í kalendaranum afturvendandi merkisdagar so sum dagurin í dag, har vit seinnu árini plaga at savna saman kirkjuráð og – tænarar úr Eysturoy til árliga afturvendandi kirkjudag – fyri nú vónandi einaferð enn við guðstænastu og borðhaldi at verða bygd upp í kristnari trúgv, vón og kærleika – og fyri enn einaferð at fáa svar upp á kristna samleika okkara, hvørji vit eru. Nú er har í kalendaraárinum eisini vorðið vanligt, at ikki bara kirkjan, men alt fleiri felagsskapir her á landi hava lagt hald á ávísar dagar, eins og tilognaðir teimum og áhugamálum teirra. Soleiðis hoyrdu vit fyri stuttum á degi diabetissjúklinga – tað er teirra dagur, ið hava sukursjúku – og har tað var forvitnisligt at hoyra, ikki bara, hvussu alt fleiri okkara fáa hesa sjúku við árunum, ikki minst takkað verið okkara vælferð, hinum góða mati og drekka og so gamla søgan um, at vit røra okkum ov lítið, sita ov nógv í bili o.s.fr. Hetta mong okkara vitstu fullvæl um frammanunden, men sum færri mundu vita um, vóru upplýsingar, at bara útivið helvtin av teimum, ið hava hesa sjúku, eru vitandi um tað. Seinni í heyst høvdu vit so í álmannakkanum dag teirra tunglyntu – og eisini her vóru vit kunnað um, at ikki bara gerast depressiónir og tunglyndi alt vanligara, men eisini er her galdandi, at bara útvið helmingurin av teimum, ið hava depressiónir, sjálv eru vitandi um tað – tókti mær løgið, at vit kunnu ganga í tungum tonkum uttan sjálv at vera greið um tað – og tá tað so verður sagt um okkum føroyingar, at vit mótvegis flestøllum grannalondum enn sum áður eru livandi kristin tjóð, man vera ein góður spurningur, hvørt vit so eisni munnu vera vitandi um, at vit eru kristin – ella eru vit tað bara, uttan sjálv at vera greið um tað? Tí, hvørji eru vit – soleiðis nevnist yrking eftir kenda týska prestin og Hitler-andstøðingin Diedrich Bonhoeffer.

Her verður m.a. svarað okkum nakað soleiðis: “Eri eg bert tað, sum onnur halda um meg? Ella eri eg bara tað, sum eg veit við sjálvum mær? Hvør eri eg? Hesin ella hasin? Eri eg í dag annar teirra og í morgin kanska hin teirra? Ella eri eg teir báðir í senn? Hvør eri eg? Einsemis spurningar nerva meg, halda meg fyri gjøldur, at eg fáa einki svar. Men Guð, hvør eg enn eri, tú veitst tað, tú kennir meg, góði himmalski faðir mín.” Lat so hesi orð eisini verða okkum svar upp á, hvørji vit eru, og hvør okkara kristni samleiki er. Hetta sama, sum eisni Jóhannes evangelistur gevur okkum so livandi innlit í við kendu og talandi orðum sínum, vit hoyrdu, at hann hevur skrivað sítt evangelium fyri at minna á, hvørji vit eru sum kristin menniskju: at “hetta er skrivað til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara.”

Okkurt bendir á, at evangelisturin upprunalig man hava ætlað at endað sítt evangelium við hesum mergjaðu orðum. Og kortini tykist hann seinni hava lagt ein 21. kap. aftrat – tað er sum vil evangelisturin siga okkum: Eg eri ikki førur fyri at skriva søguna um Jesus Krist lidna og at enda, tí henda søga er ikki at enda komin. Eisini tit eru sum komandi kristin menniskju partur av hesi søgu, sum nú skal halda á fram í tykkum. Hin krossfesti og upprisni livir, tí kann eg ikki skriva søgu hansara at enda. Hansara søga fer at halda fram í tykkum kristnu, har hin upprisni enn sum áður fer at gera gerning sín, nær og hvar tit savnast í navni hansara, soleiðis eisini á hesum degi.

Og so vil eisini Paulus ápostul í epistlinum, vit hoyrdu fyri altarinum íáðni, minna okkum á, at vit sum kristin menniskju eru likam Krists, ikki bara sum einstaklingar hvør fyri seg, men eisini saman við øðrum kristnum menniskjum sum tann heild, eitt kirkjulið og ein kirkja altíð eiga at verða – og tað hóast ikki øll okkara eru eins sjónlig í gerandisdegi og – lívi, sum t.d. vit kjólaklæddu prestar kunnu verða tað. Fyri skjótt mongum árum varð í Føroyum innspældur sonevndi “Trolarafilmurin.”

Ein filmur einamest um vinnulívið og gerandisdagin her heima á landi. M.a. sóu vit ein trolara verða landaðan, har en krani førdi fiskin úr lastini inn á land. Tá vit høvdu sæð filmin, var har ein, ið helt fyri: “Eisini eg var við í filminum.” “Hvussu kann tað bera til?” spurdu vit, “hví sóu vit tá einki til tín, tá eisini tú vart við í filminum?” “Jú,” svaraði hann, “tað var tí, at eg var niðri í lastini og strevaðist við at fáa fiskin upp úr skipinum. Vóru eg og hinir ikki niðri í lastini, tá kom eingin fiskur upp og heldur ikki við á nakran film.” So hóast vit ikki sóu henda góða mann á sjálvum filminum, komst ikki uttanum, at hansara so at siga ósjónligi leiklutur var ein avgerandi fyritreyt fyri, at fiskurin kundi verða skipaður upp og tí eisini koma við á filmin. Ein hending at minna á, hvussu øll kristin menniskju hoyra saman, har vit ongan okkara kunnu verða fyriuttan, har so mong fara so stillisliga at í lívi og gerningi, sum vit mangan góvu okkum so lítið far um, hóast hetta var og er gerningur, einki kirkjulið og eingin kirkja kunnu verða fyruttan – hetta, mær tykir sjálvsagt at hava í huga, nú vit enn einaferð eru savnað til guðst. okkum til uppbyggingar, lívs og sælu.

Danska skaldið Nis Petersen búði einaferð í tríatiárunum suðuri á Tvøroyri, haðan hann í endurminningum hevur greitt okkum frá eini hending, ið ikki gekk frá honum aftur. Hann hevði lagt til merkis, at stór skip tíðum komu inn á fjørðin, har tey so sigldu aftur og fram, stundum í heilar tímar, uttan at nakað høpi, mið og mál tóktist vera í hesi sigling. Hann spurdi seg tá fyri, hví hetta mundi verða, og fekk sum svar, at hetta vóru skip, sum vóru komin inn á fjørðin – tikin úr sigling – fyri at rætta og beina kumpassina, og tá hetta síðan var gjørt, kundu skipini nú halda leiðina fram, halda rætta kós at koma í ásetta havn. Og sum Nis Petersen framhaldandi leggur aftrat: “Øll hava eisini vit fingið eina kumpass setta innan í okkum, sum vísir okkum leiðina ímóti Guði, og øll mugu vit stundum inn á onkran fjørð at fáa rættað á beint hesa okkara kumpass.”

Sum vit enn einaferð royna tað við guðstænastuna í dag, at vit ikki skulu villast og fara av leið, men framhaldandi kunnu halda ásetta og ætlaða kós. “Tí ikki finnur hjarta okkara frið og hvíld, fyrrenn tað aftur kann hvíla í Guði,” so sum kirkjufaðirin Augustin hevur orðað tað. Ella sum vit fóru undir hesa guðstænastu við at biðja: “Harri, eg eri inn komin í hetta heilaga hús títt at hoyra, hvat ið tú Guð faðir, skapari mín, vilt við meg tala.” Tí røddirnar eru so mangar, ið kalla á okkum – gerandisdagurin hevur so mangt at bera okkum, ið solættliga eisnin kann ávirka kumpassina og fáa hana á glið, so at hon ikki longur vísir okkum á hina røttu kós, vit eiga at halda. Maktirnar eru so mangar, ið berjast um okkum, og tá er gott at vita, sum Martin Luther minnir á, at “ein í stríð við okkum fer, sum Guð við veldi sendi. Tað Harrin Jesus er, sum ein av øllum ber, ei annar Guð er til , hann okkum hjálpa vil, hann víst man valin halda.” Og so er gott hjá okkum sum kirkja at hava fleiri og holl bein at standa á, at vit hava fingið æviga og óvikandi Guðsorðið, sum eisini verður gjørt livandi og sjónligt fyri okkum í sakramentunum: við doypifunt og altarborð, sum skaldið tekur til um kirkjuna í sálminum, vit fara at syngja um eina løtu: “at føst er hon ísett, tí Harrin hjó hana í klett undir moldum.” Amen.