Skriva út

Jólaaftan (1)

Tekstur: Luk. 2,1-14. Fyrra tekstarøð.

Kirkjuklokkurnar hava kimað jólini inn, og her sum vit eru stødd í kirkjuni í kvøld, eru gleðin og jólafriðurin sigin niðurá okkum.

Vit hava leita okkum higar í kirkjuna, at hoyra gleðiboðskapin, ið eingilin boðaði hirðunum, ið lógu úti á markini og goymdu at seyðafylgjum sínum:

“Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”
Tað vóru gleðiboð, ið eingilin kunngjørdi.

Og mangt kann sigast um gleðina, og ymiskt er, hvussu vit menniskju vísa hesa gleði.
Tað var fyrrverandi erkibiskupurin í Suður Afrika, Desmond Tutu, sum gjørdi nógv burturúr og segði í einari av jólaprædikum sínum: “Nú fari eg at siga tykkum frá einari søgu: Tað var Jósef, ið kom til mannin, ið átti tilhaldshúsið, men har ikki var rúm fyri honum og Mariu. Við bønligari rødd sigur Jósef við mannin: “Tygum mugu hjálpa mær, hjálp mær, tú mást hjálpa mær. Kona mín er við barn, og hon kann eiga, nær tað skal vera”.

Eigarin svarar: “Tað harmar meg almikið, at tit skulu vera komin í slíka støðu, men einki av hesum er í grundini mín skyld”.

Tá svarar Jósef aftur: “Tað kann ikki júst sigast at vera mín skyld heldir!”

Síðani flennir Tutu so hjartaliga, ja, hann næstan grætur, tá ið hann skal greiða frá øllum tí, ið harnæst hendi.

Jú, gleðin kann sanniliga vísast á ymsan hátt.

Í jólasálmi syngja vit:
Gleðin hon er fødd í dag,
himmiríkis gleði.

Tað er júst hetta, ið sermerkir ella eigir at sermerkja jólini: at himmiríkis gleði er komin úr erva av himni niður til okkum her á fold. At Guð er komin til okkum og vorðin ein av okkum. Hesin er jólaboðskapurin í síni innastu kjarnu.

Jólaevangeliið og jólakrubban vísa okkum á himmiríkis gleði, ið er hitt nýfødda barnið. Tað viðbrekna og verjuleysa smábarnið, ið ein mamma sýndi allan sín móðurkærleika við tað, at hon reivaði tað og legði tað í eina krubbu.

Guðs sonur, varð borðin í heim á sama hátt, sum øll onnur mannabørn. Tí hevði Guðs einborni sonur eisini tørv á somu menniskjansligu umsorgan og kærleika eins og øll onnur børn: eisini hann hevði tørv á mati og fløvandi hita.

Eingil Harrans segði: “Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.”

Lítla barnið í krubbuni er eitt merki, eitt tekin, til okkum menniskju um, at eisini vit eiga at sýna Jesus barninum umsorgan og kærleika. Hvussu bera vit okkum at við tí? Jú, við at ogna okkum boðskap friðarins og hin fyrigevandi kærleikan, ið komin eru í heimin við honum, og leggja okkum alt hetta í hjørtu okkara. Soleiðis fáa eisini vit lut í himmiríkis gleði.

Tað er heldir neyvan nakað, ið kann vekja hjørtu okkara meira, enn eitt smábarn.
Í bókini Keisarin av Portugáliu eftir Selmu Lagerløf, lesa vit um fátæka smámannin, Jan Andersson í Skróbyrgi. Hann er júst vorðin pápi, og tað er tískil fyrstu ferð, at hann heldur einum barni í fangi sínum. Hjarta hansara slær so mikið ógvisligt, at hann gerst sannførdur um, at hann er vorðin sjúkur.

Jarðamóðurin, ið er hjástødd, varnast, at okkurt er áfatt og spyr hann: “Hava tygum aldrin elskað nakað so mikið, at tað hevur elvt til hjartabankan?”

“Nei,” svarar Jan í Skróbyrgi “ikki rættuliga!”

Tá skrivar Selma Lagerløf hesi hugvekjandi og vísu orð: “Tí hann, ið aldrin merkir nakað til hjarta sítt hvørki í sorg ella í gleði, hann kann ivaleyst ikki roknast at vera eitt veruligt menniskja.”

Himmiríkis gleði er hin størsta gávan vit menniskju hava fingið, størsti kærleiki, ið er vorðin sýndur okkum menniskjum, og hann fer beint í hjartað. Kærleikin fær okkum at kenna okkum sum verulig menniskju.

Vit menniskju vilja fegin keypa ta røttu gávuna til tey, ið vit nú einaferð eru góð við. Tað fylgja í grundini mangir góðir og kærleiksfullir tankar við teirri fínu gávuni til eitt annað menniskja. Vit vilja jú við júst okkara gávu gera gott.

Sæð úr hesum sjónarhorninum, duga vit væl at skilja, at jólini snúgva seg um kærleika. Og er tað ikki júst kærleikin, ið er størstur og týdningarmestur av øllum, sum ápostulin sigur?

Vit kunnu kanska siga tað á annan hátt: Á jólum geva vit hvørjum øðrum gávur, fyri at minna hvønn annan á, hvussu týdningarmikil kærleikin í grundini er, og hvussu týdningarmikið tað er fyri okkum menniskju at trúgva á og halda okkum til kærleikan. Við júst okkara gávu ynskja við at geva gleðina víðari til onnur menniskju.

Hinvegin eru tað eisini tey, ið ikki hava sama møguleika at forkela onnur við stórum gávum. Tað eru menniskju, ið eru so illa stødd, at teimum gerst neyðugt at biðja um hjálp at halda jól við familjum teirra. Onnur eru, sum verða gloymd og als ongar gávur fáa, umframt at tað enntá eru tey, ið sita einsamøll, og sum eingin reiðuliga gevur sær far um ella gætur.

Tað kann kanska minna um søguna um eina eldri kvinnu, ið sendi ein stóran kekk til ommubørn síni hvørji jól, men tey komu aldrin og takkaðu henni fyri gávuna, hóast talan var um stóra upphæddir.

“Men í ár var øðrvísi,” segði omman við eina vinkonu “í ár komu tey øll somul á vitjan og takkaðu fyri gávuna.”

“Frálíkt,” segði vinkonan “men hvussu barst tú teg at við tí?”

“Jú... tað var ógvuliga lætt,” svaraði omman “í ár lat eg bert vera við at undurrita kekkarnar, áðrenn eg sendi teimum teir.”

Ikki skuldi verið neyðugt hjá nøkrum at siti einsamallur á jólum, men soleiðis er hjá summum. Og heldir ikki kunnu vit nýta snildir eins og eldra kvinnan, skulu vit ikki koma at vera einsamøll á jólum.

Men tað er júst her, at jólaevangeliið spælir inn.

Jólaboðskapurin, at okkum er ein frelsari føddur í Dávids staði, er ikki einans fyri tey vælbjargaðu og lukkuligu. Jólini hava ein boðskap til okkum øll somul. Eisini til tey, ið syrgja ella kenna einsemið nívandi. Eingilin segði nevniliga: “sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið!”

Tí gerst barnið í krubbuni ein mynd upp á ta óavmarkaðu gleðina. Ein himmalsk gleði, ið er fallin okkum øll somlum í lut. Guð er í Jesusi Kristi vorðin faðir at okkum øllum somlum, og vit eru samstundis vorðin Guðs børn í Jesusi Kristi.

Ein gomul rómversk søgn sigur frá um ein keisara, ið eftir eina væleydnaða herferð, hátíðarliga kemur inn í Róm og letur seg fagna av fólkinum. Keisarin stóð á stríðsvogni sínum við lavrberjakransi á høvdinum. Aftan fyri hann kom sigursæli herur hansara í hergongu. Gøturnar vóru á tremur við rómverskum íbúgvum í skóru í fagnaðarróp, og fram við vegunum stóðu rómverskir legiónerar alvápnaðir at halda íbúgvunum burturfrá. Tá ið hergongan nærkaðist pallinum, har keisarinnan og tann keisaraliga familjan sótu á fremsta rað, leyp lítli sonur keisarans knappliga niður og ætlaði sær nærri hergonguni. Hann varð steðgaður av einum av legionerunum á fremsta raði: “Hoyr, vinur mín, tú mást ikki vera her. Veitst tú ikki, hvør ið tað er, ið har kemur koyrandi? Hasin er keisarin, og honum kanst tú ikki bert leypa út fyri. Tá svaraði lítli drongurin hermanninum aftur: “Tað kann so væl vera, at hann keisari tín, men hann er pápi mín.”

Guð er faðir okkara, og vit hansara børn. Henda er himmiríkis gleði, ið komin er til okkara í kvøld.

Gleðilig jól og Guðs friður og kærleiki veri við okkum øllum.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!

Amen.