Skriva út

Boðanardagur Mariu (1)



Tekstur: Luk 1, 26-38

(Glyvra kirkja)

Borin í heim av Mariu moy
Fyri nøkrum árum síðani fór eitt ferðalag úr Føroyum til Budapest í Ungarn. Hetta var í sambandi við ein altjóðadyst í fótbólti. Faðir og sonur vóru eisini við í ferðalagnum. Áðrenn teir fóru frá húsum, hevði kona og móðir lagt teimum eina við og sagt: ”Roynið og finnið mær eina madonnu”.

Teir høvdu eyguni við sær í stórstaðnum, men til fánýtis. Ein dagin vóru teir umsíðir vilstir inn á eina tvørgøtu, ið nærmast var at líkna við eitt skýmaskot. Har komu teir fram á eina lítla sølubúð við gomlum lutum. Og har stóð hon undurføgur, Maria moy við Jesusbarninum á arminum, skorin út úr træi við hond og við føgrum litum, eisini gylta litinum, ið sýndi reinleika hennara.

Feðgarnir báðir gjørdust ovurfegnir, keyptu madonnaina fyri lítlan pening og gingu og bóru hana ein heilan dag í staðnum, áður enn leiðin gekk aftur á gistingarhúsið móti kvøldi.

Tá raknaðu onnur í ferðalagnum við og fóru at leita, um tað eisini mundu eydnast teimum at finna eina so serstaka Mariu moy við barninum. Men, tað var eingin at finna. Tað var bara henda eina. Hon stendur í dag, vøkur á at líta, í einari stovu norðanfjørðs, har hon bæði prýðir og ber stillisliga boðskap sín.

Boðanardag Mariu er hóskandi at steðga á og dvølja við Mariu moy. Hon er høgt í metum í katólsku kirkjuni. Katolikkarnir biðja til hennara. Teir eru sannførdir um, at hon var syndafrí og harvið smakkaði ikki deyðan, men var tikin upp til himmals eins og sonur hennara. Hon livir nú dýrdartilveru sína saman við syni sínum og gongur í forbøn hjá honum fyri menniskjum.

Hin evangeliska lutherska kirkjan, ið vit eru partur av, tekur ikki undir við hesum, men heldur, at hetta er at ganga ov vítt. Maria moy er vissuliga æru verdig, men hesir trúarsetningar saman við dýrkanini av henni hava ikki heimild í halgubók.

Men, hvat við ortodoksu kirkjuni? Kann føroyska fólkakirkjan taka undir við tí, ið har verður sagt um Mariu moy í sambandi við hvørja einastu gudstænastu?”Hægri tign enn kerúbar og dýrmætari enn seráfar. Tú, sum rein bar Gud Orðið í heim. Sanna Gudsmóðir. Vit hálova tær. Tí frá tær tók Gud á seg mannahold og gjørdist lítið barn. Hann, sum frá upphavi og um allar ævir er vár Gud. Harrin gjørdi fang títt til hásæti sítt og víðfevndari enn himinin. Allur skapningurin frøist um teg, tú hánáðaða. Heiður veri tær”.

Maria moy verður nevnd ”Gudsmóðir” (Theotokos), ið merkir: Hon, ið bar Gud í heim. Við hesum verður eisini Kristi tvínáttúra lýst, at Kristus er bæði sannur Gud og sannur maður, Gud og menniskja.

Eingilin trein inn um fátæksligu gáttina hjá Mariu í Nazaret, har hon tókst við húsliga arbeiði sítt, og bar henni hesa ljósu og fjálgu heilsan:”Heil veri tú, sum náði hevur fingið”.

Hin gløggi og lærdi Joseph Ratzinger, ið fyri stuttum fór úr mæta starvi sínum fyri á annan hátt at tæna kirkju síni svarandi til aldur og kreftir, hevur skrivað nógvar bøkur. Tann seinasta ber heitið ”Jesus von Nazareth – Die Kindheitsgeschichten“ og snýr seg um barndómssøgur Jesu.

Ratzinger undrast yvir, at eingilin ikki heilsar Mariu við hebraisku heilsanini „Shalom“, ið merkir „friður veri við tær“, men heilsar henni við griksku heilsanini „chaire“, ið merkir orðarætt „Gleð teg“! „Ver glað“!. Og hann leggur afturat, at við hesi einglaheilsu byrjar Nýggja testamenti, ið hevur alheims týdning.

Hetta orð ljóðaði aftur hina heilagu náttina av einglamunni, hesaferð sagt við hirðarnar á Betlehems fløtum undir víðum lofti: ”Sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð”.

Maria gjørdist óttafull andlit til andlits við álitið, ið var sýnt henni og stóru uppgávuna, ið henni var litin til at bera Guds son í heim. Men eingilin segði við hana: ”Óttast ikki, Maria! Tú skalt verða við barn og eiga son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus”.

Í hesi løtu helt alt skapanarverkið ondini. Hvat mundi Maria fara at svara, nú Gud royndi at finna sær ein annan farveg inn í henda heim, nú hann hevði í hyggju at opnað dyrnar av nýggjum, ið vóru lætnar aftur við Adami og Evu?

Maria svaraði í frælsi sínum ”Ja”.”Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum”.

Maria bar frelsaran í heim. Henda jarðiska kvinnan og móðurin úr Galileu. Lív hansara mentist av æðrablóði og bróstalind hennara. Tað fann lívd í fjálga móðurfangi hennara. Tað vaks og mentist á knæi hennara. Av móður síni lærdi hann móðurmálið, fyrstu bønirnar og navn sítt hitt mikla og loynda. Hvussu ofta man hon ikki hava hugt inn í eyguni á dreinginum og spurt: Hvat veit hann? Hvat má eg siga honum? Og hvussu ofta hevur hon ikki hugsað: Í djúpinum á hesum eygum er meira enn eg veit, í hesum sálardýpinum er meira enn eg eri før fyri at gruna og skilja.

Maria verður ikki ofta nevnd í halgubók. Orðini eru ikki mong, ið snúgva seg um hana. Hon tykist at hvørva í ljómanum av syni sínum. Tó er hon aftur at hóma føstudagin langa. Tá stóð hon tætt við Jesu kross og sá son sín bløða út. Loyndarmálið stóra hevur eisini tá staðið fremst í huga hennara, at hann, ið hevði fingið jarðiska lívið frá henni, var sigrari deyðans, ja, hann var lívið sjálvt. Hann var lívsgávan til særda og deyðiliga mannaætt og lykilin til lívsgátuna.

Móðir Jesu verður harafturímóti nevnd hvønn sunnu- og halgidag í kirkjuni, tá trúarjáttanin ljóðar við orðunum ”Borin í heim av Mariu moy”. Tvær eru kirkjunar í Føroyum, ið eru uppkallaðar eftir henni, Mariukirkjan í Kirkjubø og Mariukirkjan í Tórshavn. Fleiri eru dagarnir í árinum, sum hava fingið navn sítt eftir henni: Mariumessa um várið (25 mars), mariumessa í hoyna (15 august), mariumessa um heystið (8 september) og mariumessa síðara (15 september). Hartil kemur, at bæði myndlistin og tónlistin innan kirkjugátt hálova henni. Ein av týðandi ikonunum í eysturkirkjuni sýnir ”Gudsmóðir”, Mariu moy við barninum, har kertur støðugt brenna. Og mong eru tónlistaverkini, ið eru gjørd henni til heiðurs og æru. Eitt av teimum ljóðar í Glyvra kirkju í dag, boðanardag Mariu, ”Ave Maria” eftir eysturríkska tónaskaldinum, Franz Schubert.

Eftir at eingilin, Guds sendiboð, hevði borið Mariu serstøku heilsanina úr erva, verður sagt um hana, at ”hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða”. Við hesum er Maria vorðin sjálv ímyndin av andaligari djúphugsan (contemplatión) og fyrimyndin hjá kirkjuni og øllum trúgvandi menniskjum at sameina hjarta og vit, trúgv og hugsan.

Maria moy bar Gud Orðið, Jesus Krist, í heim. Hon var reiðskapið sanna í Guds hond. Treytað av hennara ”Ja” var Guds nýskapan í Kristi, frelsaranum, sett í verk okkum menniskjum og alheiminum øllum til æviga vón og bjarging. Tað er í hesum ljósið, at vit eisini kunnu taka undir við og siga um hana: ”Hægri tign enn kerúbar og dýrmætari enn seráfar. Sanna Gudsmóðir. Vit hálova tær”.

Amen!