Skriva út

Sunnudagur fyri føstu



Tekstur: Luk 18, 31-43

Av kærleika vil mín frelsari doyggja

Tekstur: Luk 18, 31-43

Sunnudag í føstuinngangi
Men Jesus tók teir tólv til sín og segði við teir: “Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur, og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.” Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var. Men tað bar so á, tá ið hann nærkaðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin og biddaði. Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var. Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið. Og hann tók at rópa og segði: “Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!” Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: “Sonur Dávids, miskunna mær!” Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði: “Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?” Men hann segði: “Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!” Og Jesus segði við hann: “Fái, tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!” Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Gudi. Og alt fólkið lovaði Gudi, tá ið tey hetta sóu (Luk 18, 31-43).

Svenska skaldið, Tomas Transtrømer, ið fekk bókmentavirðisløn Nobels 2011, sigur í einari av yrkingum sínum:

Eg havi gingið leingi um
á teimum frostbitnu eysturgøtlensku
akrunum.
Ikki eitt menniskja at síggja.

Í øðrum heimspørtum
eru tað tey, ið verða fødd, liva og doyggja
í eini støðugari mannatrongd.

Altíð at vera sjónligur – liva
í einum meldri av eygum –
má geva eitt serstakt andlitsbragd.
Andlit klætt við leiri.

Eg má vera einsamallur
tíggju minuttir um morgunin
og tíggju minuttir um kvøldið
-uttan skrá.
Øll standa í bíðirað hjá øllum.
Fleiri.
Ein.

Transtrømer sigur við hesum orðum nakað týdningarmikið um føstutíðina, sum vit nú fara undir mikudagin, ið er øskudagur, og varar í fjøruti dagar.

Hetta tíðarskeiðið í kirkjuárinum undan páskum er á serstakan hátt ætlað tí nýmótans menniskjanum, sum í dagliga lívi sínum hevur meira enn nóg mikið at takast við. Føstan er tíðin til at steðga á, tíðin til ró, kvirru og djúphugsan.

Mannasinnið kann av røttum samanberast við eina á. Í gerandislívið okkara er áarføri, áin rennur við nógvari ferð, og lítið og onki fær loyvi til at falla til botns. Tað er ikki fyrr enn áarstreymurin linkar, og áin rennur møk, at hendingar, umstøður og viðurskifti annars kunnu falla til botns, og vatnið gerst klárt. Sinnið má eisini falla til ró, tí tað ber við sær klárskygni og gjøgnumskygni. Skaldið sigur tað so væl:

Altíð at vera sjónligur - liva
í einum meldri av eygum -

Eg má vera einsamallur
tíggju minuttir um morgunin
og tíggju minuttir um kvøldið
-uttan skrá.

Umframt hetta kunnu vit hvør í sínum lagi fasta á so ymiskan hátt, líka frá søtmeti til at minka um tíðina framman fyri sjónvarpsskýggjanum, at vera úti á alnótini og at tosa í fartelefon. Hartil kemur at føstan er eitt gylt høvi at eta minni og røra seg meira!

Føstan kemur tí einstaka menniskjanum til hjálpar í royndini at fáa tað at steðga á, gera sær nakrar tankar, ið leita inneftir, úteftir ímóti medmenniskjanum, og uppeftir, ja, at finna seg sjálvt og at finna Gud. Kirkjufaðirin, Ísak í Ninive, orðar tað á henda hátt: “Tann, ið hevur sæð seg sjálvan, er størri enn tann, ið hevur sæð einglarnar”.

Soleiðis ljóðar tann eini strongurin í føstutíðini. Men, tað er eisini ein annar strongur, ið ljómar, nevniliga at hetta er tíðin, har vit á serstak hátt minnast Jesu líðing og deyða. Vit fylgja honum fót fyri fót á hansara Via dolorosa, pínsluvegi, og tí hevur júst henda tíðin í kirkjuárinum ein álvarsaman dám. Hon er í moll og ikki í Dur. Hesin at kalla álvarsami dámur er longu at hóma í evangeliinum í dag, sunnudag í føstuinngangi, tá Jesus sigur við lærusveinar sínar: “Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem”.

Jesus er á ferð niðan til Jerúsalem saman við lærusveinum sínum. Undir ferðini byrjar hann at spáa um líðing sína og deyða og ger teimum greitt, at ferðin hevur eitt ávíst endamál og er alneyðug fyri at tað, ið er skrivað av profetunum, kann ganga út.

Tá lærusveinarnir hoyra, at Jesus ikki bara tosar um seg sjálvan sum menniskjusonin, men, at menniskjusonurin skal verða spottaður og háðaður, áspýttur og húðflongdur, at hann skal líða og lata lív, standa teir spyrjandi og skilja onki.

Jesu lærusveinar kendu hugsanina um hin dýrdarfulla menniskjusonin, hann við mátti og mynduleika, men hugsanin um hin líðandi menniskjusonin var teimum ókend og fremmand. Hetta samsvaraði als ikki við teirra hugmynd av hinum salvaða Harrans. Hann var, tá saman um kom, ein annar enn teir høvdu gjørt sær í hugalund. Tað var ikki fyrr enn eftir páskir, at lærusveinarnir andlit til andlits við hin upprisna skiltu lív og deyða Harra síns. Tástani sóu teir alt í nýggjum, skærum og umskapandi ljósi.

“Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem”. Tað er í Jerúsalem, at menniskjusonurin skal líða og doyggja. Her gongur Jesus líðingarvegin. Jesus var sannførdur um, at Gud fór at veita heiminum lív og heilsubót við at lata seg ganga í deyðan. At deyði hansara var lívsgáva til sjúka og deyðamerkta mannaætt. Men, hvat er tað, sum fær Jesus at ganga líðingarvegin, ið ber mót deyða og grøv? Og hvat er tað, sum ger, at Jesu Via dolorosa, pínsluvegur gerst okkara Via vitae, lívsvegur?

Mæta týska tónaskaldið, Johann Sebastian Bach, komponeraði 1729 “Matteus-Passiónina”, sum er størsta protestantiska kirkju – og tónlistarliga vokalverkið í heiminum. Verkið endurgevur Jesu líðingarsøgu sambært Matteusi evangelisti, og er sett saman av inn - og útgangskórið, sálmaversum, rezitativum og arium.

Í “Matteus-Passiónini” er ein aria, ið telist millum tað vakrasta, ið er skapt innan tónlistina. Her letur tónakongurin sopranina, sum ímyndar tað trúgvandi menniskja, syngja, fylgd á leið av tveimum sveimandi oboum og eini tvørfloytu: “Aus Liebe will mein Heiland sterben”. “Av kærleika vil mín frelsari doyggja”.

Tað er av kærleika til mannaættina og til hitt einstaka menniskja at Jesus gongur líðingarvegin, og at hann letur lív sítt. Jesu bjargandi gerningur hevur sína grund í “Guds ástar birtu bjarta”, ja, í tí kærleika, sum er strongur úr brósti hins æviga faðir, hins elskandi, frelsandi Guds.

Frelsandi í orðins sanna týdningi er Jesu gerningur einans við tað, at líðingin og deyðin ikki fáa seinasta orðið, men at vegurin gongur gjøgnum deyða til lívs. Tað er sostatt Jesu uppreisn frá deyðum páskamorgun sum søgulig hending, og harvið ljómandi sigurstónin og floymandi ljóshavið frá tí sæla morgni, ið ger, at Jesu deyði hevur “kosmiskan” týdning, alheims týdning, og at hansara líðingarvegur er bæði tín og mín lívsvegur. Eins og vegur hansara gekk gjøgnum deyða til lívs, gongur vegur okkara frá deyðiligleika til ódeyðiligleika saman við einum endurloystum skapanarverkið, ja, alheimi.

Hetta skuldi eftir røttum givið okkum kristnu eina ljósa og bjarta lívskenslu og lívssjón, merkta av gleði og frælsi. Einum frælsi, har tað er lætt at anda, tí tað er høgt til loft og vítt til veggja.

Tað er ein gomul og vøkur bøn frá 300 talinum, ið Efraim Sýriulendingurin hevur skrivað. Henda bøn verður biðin tvær ferðir um dagin gjøgnum alla føstutíðina í Eysturkirkjuni av teimum ortodoksu kristnu. Vit kunnu lættliga gera hesi bønarorð til okkara teir komandi føstudagarnar, grunda yvir tey, og læra av teimum:

Harri og meistari yvir lívi mínum. Varða meg frá mótloysi, iva, maktgirnd og tómum orðum. Ger meg eyðmjúkan og gev mær tolmóð og kærleikans anda.
Harri og kongur. Lat meg síggja syndir mínar og ikki døma bróður mín, tí tú ert vælsignaður um allar ævir.

Góða føstu!