Skriva út

2. sunnudagur eftir páskadag (1)

Tekstur: Jóhannes 10,22-30. 2. tekstarøð.


Tað var kyrt, og bygdin Hattarvík og víkin skygdu í silvitni. Tað rørdist ikki ein ond henda makliga várdagin. Tað var kalt í veðrinum, men eingin tosaði um kuldan. Fólk vóru fegin um veðrið. Tað var turt, og góð líkindi hjá ónum at lemba.

Prestur búði Uppi í Húsi. Henda vármorgunin sá eg nakað, ið ongantíð fer mær úr huga. Eg sá bóndan Niðri í Húsi fara niðan brekkuna við einum hoyposa á bakinum, hann gekk stillisliga og hóvliga. Nógvur seyður lá á bóli, men bara nakrar ær úr fylginum reistust og eltu bóndan. Hinar ærnar vórðu liggjandi, sum um einki var á vási.

Nevndi hetta fyri húsbóndanum í húsunum, har prestur helt til. Hann svaraði sáttliga, at henda sjónin var vanlig. Varð hugt út yvir bygdina, sá tað út, sum um talan var um eitt og sama fylgi. Men, soleiðis var tað ikki. Seyðurin var komin á bøin úr ymiskum hagapørtum, og hvørt fylgi kendi sín røktingarmann.

Sum í Hattarvík, so í Halgubók. Hin heilaga bókin við øllum sínum frásøgnum nýtir gerandisdagin sum mynd til tess at lýsa ævinleikan bæði á jørð og í himni.

Hin kristna trúgvin er jarðbundin, tí tey, ið eiga trúnna á Jesus, hava fingið himmalin og tey himmalsku virðini inn í sítt hjarta. Tað er ikki neyðugt at fara á flog ella flúgva til himmals. Tey, ið eiga Jesus, hava fingið himmalin inn í hjartað og verða av Jesusi og heilagu einglum hansara borin inn í Guðs æviga ríki, tá ið deyðin vitjar sum tann seinasti svøvnurin. Borin av Jesusi aftur til nýggjan morgun, lív og sælu við himmalskum sólarrisi.

Myndin, ið eg sum ungur prestur sá í Hattarvík eins og aðrastaðni á útoyggj, hevur fylgt mær í skjótt tríati ár. Eitt gott fólk, eitt hjartaligt kirkjulið. Fólk, ið andaliga einans vildu tað góða. Ein breið og viðurkennandi andalig fatan og virðing fyri frávíkjandi sjónarmiðum innan kristna trúgv og siðvenju.

Eyðvitað líkist fólkið á útoyggj okkum á meginlandinum, tá ið talan er um støðu manna yvir fyri lívsins Guði. Vit mega øll stunda á Guðs náði, og verða gjørd rættvís ella dømd rættvís fyri einki av náði Guðs í trúnni á Jesus Krist.

Tað hóvliga seyðafylgið var ein fyrimynd. Ikki stygg og støkkin, eins og tá ið vargur kemur í. Friðarligt og róligt, og teirra trúgv var andaligt hóvsemi. Fá orð um stórt andaligt ríkidømi, tað at Jesus var teirra, alra og heimsins frelsari.

Tað er júst hetta, ið eyðkennir umhvørvið, har dagsins prædikutekstur stendur. Jesus sum hin góði hirðin er støðið, innihaldið og endamálið. Hin góði hirðin, ið setur lív sítt til fyri seyðirnar. Hirðin, ið er dyrnar inn í Guðs æviga ríki. Hirðin, ið veitir lív og lív í yvirflóð.

Bóndin Niðri í Húsi fór niðan brekkuna. Ein friðarlig medferð eyðkendi rørslu og gongulag. So reistust ærnar, ið hoyrdu til hansara fylgi, og fylgdu bóndanum eftir. Ein bóndi, eitt avmarkað fylgi í stórari fjøld av seyði, - samljóð og heildarmyndin var talandi og vøkur.

Soleiðis er tað! Hvørki meira ella minni! Í fótasporum bóndans, at fylgja honum eftir, ið røktar og tekur sær av fylginum.

Tað er júst soleiðis, hitt kristna lívið eigur at vera. Tað kristna lívið er ikki ein kapping um at nýta tey hvassastu orðini, at avrika tey størstu brøgdini ella gráta tey flestu tárini um syndarligt lív og óskil.

Hin kristna trúgvin hevur sum endamál at æra hin livandi Guð og tilbiðja einborna son hansara, Jesus Krist. Tilbiðja vit Jesus í anda og sannleika, so hendir tað undurfulla, at endurføðingin í heilagum dópi ber tann ávøkstur, ið er ávøkstur andans, kærleiki, friður og hóvsemi.

Jesus, sonur Guðs og frelsari heimsins. Vit eru kallað at fylgja honum, vitna um hann í orðum, verki og medferð. Vit eru ikki einans kallað at verja Jesus og halda verjurøður fyri kristindóminum. Vit eru kallað at fylgja honum eftir í lýdni og kærleika. Vit eru kallað at elska Jesus við at elska tey menniskju, ið hann á Golgata krossi doyði fyri. Vit eru kallað at elska fólkið, ið hóast vitandi um Jesu deyða staðfestir sínar egnu syndir og økir um málið av synd heimsins. Vit skulu elska øll menniskju uttan mun til slag ella stødd av synd.

Tó, einki er líkamikið fyri mannalívið. Tað er gott at vera skikkiligur og liva eitt skikkiligt lív. Tað er gott at vera gudrøkin. Tað er gott at seta sær eitt heilagt mál, og vit eiga at lata okkum halga av Guðs anda.

Men, samanumtikið er munurin ikki stórur á menniskjum. Eisini vit ella tey, ið einans synda onkra lítla synd í tí dulda, hava tørv á Guðs rættvísi, tí syndin skilir okkum frá Guði bæði í nútíð og ævinleika. Synd er synd, og hon er syndarlig uttan mun til av hvørjum slagi, hon er. Tað er eingin lítil synd, tað eru valla serligar stórar syndir.

Á evsta degi er støðan okkum ikki betri, um vit standa uttan fyri Guðs æviga ríki vegna eina stóra synd ella eina heilt evarska lítla synd, sum eingin á jørðini visti um. Tí øll synd skilir okkum frá Guði.

Hin kristna trúgvin fær gott í beinið, um hon er eyðmjúk, lítillátin og hevur trúvirði. Vit mega ikki skrúva okkum upp til at vera smáir frelsarar. Vit skulu einans vera vitni hansara, vitni Jesu Krists, hann, ið er frelsari heimsins. Hvørki meir ella minni, fylgja Jesusi eftir í lýdni og gera miskunnarverk og sýna kærleika millum medmenniskju og systkin okkara av Ádams falnu ætt.

Sum Ádams falna ætt mega vit verða endurfødd til livandi vónar og gerast ættfelagar Jesu Krists, gerast børn hansara og sett inn í ta ættartalvu, ið nevnir Guðs børn við navni. Ta ættartalvu, ið er Krossur Krists, hin dømdi, avrættaði og upprisni. Vit, ið eru ættleidd og sett inn á ættartræið, ið upprunaliga einans umfataði Ísrael. Við heilagum dópi eru vit í Kristi tað nýggja Ísrael og harvið útvaldu børn Guðs.

Vit mega fylgja Jesusi eftir og ganga í fótasporum hansara. Vit mega vitna um hann í orðum og verki. Vit mega vera sonn, ærlig og viðganga okkara føll. Vit mega hava dirvi at staðfesta okkara dygdir. Vit mega prædika Jesus, so tey, ið hava ilt í sálini ella ilt í tilveruni síggja, at Jesus ikki einans er dómari. Vit mega prædika Jesus fyri teimum syndarligu, so tey síggja Jesus sum sín verja og advokat. Jesus er Guðs gáva til okkum, ið gjørdu mistøk, snávaðu á leiðini og fóru skeiv av málinum.

“Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.”

Eini vælsignað orð av Jesu munni. Lati tey standa, soleiðis sum tey standa, hóast onkur møguliga heldur, at prædikan er ov mild.

Ella er tað so galið, at vit ikki kunna hoyra Guðs orð sum Guðs egna orð uttan at halda, at tey, ið vitna ella prædika, áttu líka at sagt hetta og hatta?

Er tað Guðs orð, ið vit ynskja at hoyra? Ella er tað okkara egnu tulking av Guðs orði, ið alt snýr seg um? Er trúgvin komin so stutt ella so langt, at vit ikki kunnu lesa úr skriftini, fáa frið í sál og sinni og gleðast um orðið til dagin?

Myndin úr Hattarvík er sonn og rámandi. Røktingarmaðurin kom, og ein partur av tí stóra seyðafylginum, ið ikki hoyrdi til fylgið hjá røktingarmanninum, varð liggjandi á bóli.

Vitnisburðurin er einfaldur. Vit hava sæð Jesus stóran, fevnandi og ríkan. Vit hava sæð, at tey kristnu í Føroyum eru fleiri enn okkara egna kirkja. Vit hava sæð tað stóra seyðafylgið, ið Jesus røktar, í teimum mongu, mongu hagapørtunum. Vit hava smakkað, at Harrin er góður.

Vit hava upplivað Jesus og fingið síggjandi eygu. Vit síggja tað lívsneyðugt hjá trúnni, at kristnin stendur saman í Jesu navni. Tilveran sum kristin og uppgávan at vísa á kristin virðir er ein felags kristilig avbjóðing um allan heimin.

Hin stóri og fullkomni hirðin, Jesus Kristus, sigur: “Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði.” (Jóhannes 10,16). Amen.