Skriva út

Sergudstænasta - Á eldradegnum mikkjalsmessudag



Havnar kirkja

“Liðið er á náttina, og dagurin er í nánd. Latum okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins.” (Rómv. 13, 12)

Tað er ein søga um ein gamlan rabbinara, ið spurdi næmingar sínar, um teir kundu siga sær, hvussu ið gerast kann av, nær ið náttin er liðin, og dagurin komin. Ein av næmingunum hugsaði seg um og spurdi: “Er tað, tá ið tú langt burturifrá kann kenna hund frá seyði?” “Nei”, svaraði rabbinarin. “Er tað”, spurdi ein annar, “tá ið tú langt burturifrá kannst síggja mun á einum dadlutræi og einum fikutræi?” “Nei”, svaraði rabbinarin og segði síðan: “Tann tími, ið náttin verður til dag, er tann løtan, tú kannst hyggja inn í andlitið á einari aðrari menniskju og har fáa eyga á bróður tín ella systur tína. Til tá er náttin og myrkrið framvegis yvir okkum.”

Og kunnu vit taka hetta svar til okkara í dag og spyrja, um tað er so hjá okkum, at kærleiki, “Guð er kærleiki”, tolsemi og virðing fyri øðrum menniskjum er størri nú, enn ið hon var fyrr. Vit eru komin øgiliga langt fram í tøkni í hesum teldutíðum, her eru risastór stig tikin framá, bæði so og so, og eiga vit at vera tøkksom fyri tað og halda fram á somu leið, men hvussu við menniskjuni?

Er hon vorðin betri, meira tolsom mótvegis næsta sínum og góð. Tað er kannska ikki av berari tilvild, at tað er í okkara tíð, at vit hava havt veraldarbardagarnar, týningarlegurnar og fólkadrápini, sum kemur av, at virðingin fyri sær sjálvum og virðingin fyri øðrum er vorðin til eina vanvirðing, forfylging og kúging av annarleiðis hugsandi. Fólk, sum gera seg út fyri at vita nakað, vita kortini ikki so nógv, tá saman um kemur. Tann, sum veit nakað, veit fyrst og fremst, hvussu lítið ið hann í roynd og veru veit, og hann gerst eyðmjúkur/eyðmjúk fyri allari tí stóru mongd av megi, sum knappliga kann taka seg upp og gera um seg, so at øll hvøkka við, sum tá ið psunamiin rakti á jólum 2004 og stutt eftir jarðskjálvtarnir í fjallalendinum undir Himmalaya, fyri ikki at tala um teir skjáltar, ið kunnu raka eina menniskju og samlívið í hjúnalagi, familju og manna millum. Hesir skjálvtar kunnu oyðileggja eins nógv og meira fyri lívið hjá hinum einstaka, so at vit hava illt við at hyggja hvør annan í eyguni og har fáa eyga á ein bróður og eina systur.

Kristni boðskapurin er, at liðið er út á náttina, og dagurin komin í eygsjón, tí at Jesus er Ljósið, ið lýsir og vermir, har ið kalt er, upplýsir, fyrigevur og stimbrar hin einstaka sum týdningarmikil partur av eini heild, so at vit ganga fram heldur enn aftur í virðing bæði av okkum sjálvum og næstanum, ja, mannaættini allari.

“Liðið er á náttina, og dagurin er í nánd”, kundi Paulus ápostul skriva fyri nærum 2000 árum síðani í brævi sínum til rómverja(13,12). Og taka vit støðuna, sum hon er í heiminum í dag, har alt fleiri lond hava fingið og fáa sær sterk kjarnorkuvápn, ið kunnu leggja heilar býir og heil lond og, siga teir, heimin allan í oyði eftir stuttari løtu og nærum hvønn dag hótta hvør annan við hesum, so sæst, hvat ið liðið er á náttina.

Tá eiga vit at minnast til og finna ugga og vón í, at Jesus er ljós Guðs, og halda okkum til Hansara. Hann, sum ber okkum kærleiksboð frá Guði Skapara, ið ikki ger mannamun og letur regna niður yvir bæði rættvís og órættvís og letur sól sína rísa fyri illum og góðum.
Hvat ið tú sært í tær sjálvum, hevur einki at siga. Men hvat ið Hann sær í tær, hevur allt at týða, Hann, sum er Frelsari heimsins og sum fyri tína skuld og mína setti seg sjálvan lágt og var lýðin til deyða, ja, deyðan á krossi. Hann sær eina menniskju í tær, sum Hann er góður við og setir lív sítt inn fyri at bjarga. Tað ger Hann eftir ynski og vilja Hins Almáttuga Guðs. So hava vit tá einki at óttast og vera bangin fyri, men kunnu gera sum Føroyavinurin Kaj Munk, ið ferðaðist á Sandi hjá vinmanninum Blicher Winther og varð myrdur undir seinna heimsbardaga fyri mótstøðu sína móti nazistunum, og frælsisstríðsmaðurin Christian Ulrik Hansen, ið varð skotin í Ryvangen 24 ára gamalur. Báðir endaðu teir brøv síni við orðunum “Gud i vold”. Ì Guðs hondum eru vit, hvussu ið víkur og vendir, og tað eru góðar hendur at vera í. Tær lofta okkum í føllum okkara.
A m e n !

Niels Pauli Danielsen

Sungu sálmarnar: 589 – 588 – 154 - 346