Skriva út

4. sunnudagur eftir tríeindardag ( trinitatis)



Tekstur: Matt. 5,43-48. Seinna tekstarøð

Tað finnast virðir, ið ikki kunnu lýsast í vanligum orðum. Tað gevst ein tilvera, ið er so innihaldsrík, at einans fráveran av henni lýsir dygdina.

Løtan hin æviga sæla, at vera hjástaddur í rúmi og tíð. At síggja, uppliva og skapa. At seta dám á og leggja úr hondum. Skaldið Christian Matras syngur um løtuna, ið festir seg sum kveikjandi magn í sinni.

“So djúpt, so djúpt í míni sál var grivin // Hvør ein gleðin, ið mær her var givin - // sveiptist inn í minnisfon í stundum // alt ið livað varð í lívssekundum.

Undan hvønndagslívsins tungu byrði // spruttu gleðifræ sum lívslig virði - // aldist minnisment í sál í stundum // gleðin, ið var sádd í lívssekundum.”

Sjálvt um yrkingin er frá fyrru helvt av undanfarnu øld, nemur hon sannleikar, sum avgjørt eru viðkomandi. Strongd og høg ferð gerandis og heilagt. Vit renna eftir tíðini og undan tíðini. Ístaðin fyri at vera, so vit eru, eru vit ávegis so vit verða, verða til nakað.

Talan er um lívssekundir, ið føða gleðina, skapa virðir, menna persónin, umhvørvið og samfelagið.

Nú vit eru stødd í fjallaprædikuni, har Jesus setir lærusetningar teirra gomlu upp ímóti tí nýggja, jødadómin upp ímóti kristindóminum, rennur mær í huga yrkingina “lækjan” hjá áður nevnda skaldi.

Tveir teir seinastu setningarnir minna um munin ímillum tann gamla jødiska átrúnaðin og læruna, ið Jesus lærdi sínar lærusveinar. Jesus fór nøkur fet víðari. Ymiskar tulkingar eru, og tað er valla rætt einvíst at siga, at Jesus er strangari enn teir gomlu jødiksu lærararnir. Men, tað var nakað annað og meira.

Til tess at skilja yrkingina, má hon lesast í síni heild :

“Tú lækja lítla, er ræsið títt vorðið turt? // Tú føddi eina ferð meg og mýriurt // So møk var vætan har snípan krógvað sat // og loypti hvøkk tá upp hon leyp og læt.

Og søljukopparnir sveiggjaðu tá hon fór // og lækjan livdi – slík hugaundur stór! // Tá fekk eg vatn við dýran jarðarbrunn // sum meira var enn drekka fyri munn.”

Tað er júst her eg hómi eina orðing, ið kann lánast til tess at lýsa kristnu trúnna og hennara djúpa dýpi av virðum. Her er nakað, ið torført er at skoða sannari, djúpari og reinari. Her er málið sett so høgt, at sjálvt hin minsti er stórur, og hin størsti sum barnið í vøgguni. Tað altfevnandi fevnir alt, og tað er eingin tilvild, tí málið er ikki eitt mál. Málið er byrjanin, og byrjanin er náðin, - Guðs ósigandi náði í Jesusi Kristi.

Hvat er tað, skaldið sigur? Hvat er tað, ið hann ikki sigur? Hvat vil hann siga?

Tá fekk eg vatn við dýran jarðarbrunn, sum meira var enn drekka fyri munn!

Vatn, sum var meira enn drekka, ið svalir tostan. Hetta meira, - hvat er tað?

Kristindómur er meira enn eitt ávíst tal av útsøgnum. Mangar útsagnir eru sannar og gagnligar, og tey, ið fylgja teimum, heysta mangan signing. At vera eitt gott menniskja er ongantíð til fánýtis, um góðskan hevur gagnliga ávirkan á umhvørvið og ikki verður til sjálvgóðsku.

Útsagnir teirra gomlu vera á fakligum máli kallaðar tesur. Ein tesa er ein staðfest meginregla, nakað ið er rætt og gott, ella nakað, ið avmarkar darvandi árin.
 
Við síðuna av teim gomlu útsøgnunum kemur Jesus við nøkrum nýggjum. Hann orðar nakrar setningar, ið á allan hátt hava størri innihald enn teir gomlu. Hann skerpar krøvini, so tað ómøguliga verður sett sum mál og meginregla. Tesan verður møtt við eini antitesu.
 
Teir gomlu søgdu : Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín. Hetta ljóðar løgið á mangan hátt. Hinvegin er tað í tráð við veruleikan, at vit eru góð við tey, ið vit eru góð við. Og tað er ikki so langt til veruleikan, at vit viðhvørt hata fíggindar okkara.

Ístaðin fyri setning teirra gomlu, sigur Jesus : Elskið fíggindar tykkara. Vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum. Gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum. Biðið fyri teimum, ið forfylgja tykkum.

Tað ómøguliga setur dagsskránna og spreingir øll mørk, so kravið kennist markleyst. Men, hvat er tað, sum er meira enn drekka fyri munn?

Svarið liggur í luftini og kemur sum makligt fleyr við lotinum. Tað nýggja er ikki skerpað krøv. Tað nýggja er sjálvur maðurin, ið sigur orðini. Tað nýggja er uppfylling lógarinnar, at Jesus er lógarinnar fullkomnari. Hann er møguleikin, ið ger antitesuna til veruleika. Hann ger tað ómøguliga møguligt so at skilja, at øll standa í somu støðu, bæði tey, ið megna at liva upp til fleiri boð, og tey, ið ikki megna tey flestu.

Gudfrøðin lýsir hetta fyribrigdið við at siga, at søguhátturin (indikativurin) ber boðsháttin (imperativin). Evangeliið um Guðs náði og ósigandi kærleika hansara ber okkum gudsbarnakor og rættindi. Vit eru Guds børn vegna Krist, og sum Guds børn skulu vit ikki nýta alla orkuna til tess at vinna Guðs tokka og rættvísi. Vit skulu ístaðin vera í Kristi og nýta orkuna til gagnliga ávirkan á umhvørvið og samfelagið.

Vit skulu elska medmenniskjað, stuðla og hjálpa. Vit skulu vera hjástødd og nærverandi, tá neyðin, trongd ella angist bankar á dyr næstans. Vit skulu vera í Kristi stað.

Vit skulu hava høviska atferð mótvegis teim fremmandu, ið hava annan fólksligan uppruna enn norðbúgvar. Vit skulu ikki einans heilsa brøðrum okkara.

Vit skulu virða tey, ið hava aðra lívsáskoðan ella annan átrúnað enn vit sjálvi. Gud letur sól sína rísa yvir ónd og góð, - og tað er Guds egna avgerð.

Vit skulu vera fullkomin, eins og himmalski faðir okkara er fullkomin. Tað merkir ikki, at vit eru uttan feilir, synd og mistøk. At vera fullkomin sipar til tann hebraiska veruleikan, at vit skulu vera heil og sonn í okkara viðurskiftum við Guð og medmenniskju. Vit skulu vera, og ikki tykjast at vera.

Vit skulu gera jørðina vakra og taka ábyrgd av tilveruni. Við støði í náði Guðs í Jesusi Kristi hoyra vit boðsháttin. Tá vit sjálvi liva av náði og ferðast frá sigri til føll og frá dygdum til mistøk. Tann, sum livir av náði, er vísur, tá hann letur Guðs náði møta menniskjum uttan skerpandi tónar.

Guð, ið letur sólina rísa yvir ónd og góð, ynskir óivað, at sólin gagnar teimum, ið kenna hennara geislandi fløvar. Tað er óheppið, um vit sum kristin skugga fyri sólini.

Í frálíku yrking síni “viljin hjá flestum er góður” lýsir Karsten Hoydal viðurskifti okkara við næstan.

“Viljin hjá flestum er góður : // føði og klæði til øll - // næsti tín kaldur og svangur, // sál hans sum gler og mjøll, // tá vilt tú vera varmi // og breyð, tá ið hóttir svongd, // men hvør er tín næsti og bróðir, // nívdur av trega og trongd?”

Skaldið spyr rannsakandi spurning og minnir á, at tað ræður um at bera seg rætt at. Tað ræður um at fara væl um lívið og samskiftið, nýta møguleikan og njóta høvið. Lívið kann ikki livast afturlítandi. Møguleikin er nú og frameftir. Nútíðin skapar innihald ella elur tvørleikar í framtíðini.

“Einaferð kemur tað undan // alt tað, sum verður droymt, // tolið og livandi stundar // hvørt fræ í moldum goymt. // Fremur tú myrka ætlan, // sáar tú villini orð, // tá mást tú vera maður // at heysta bæði myrkur og morð.”

Elskið fíggindar tykkara. Síggið medmenniskjað! Virðið tey, ið eru øðrvísi! Biðið fyri teimum, ið vilja tykkum til lívs! Amen.

(Prædikan er hildin í Hoyvíkar kirkju 27. juni 2010. Drotningin og Prinsgemalurin vitjaðu.)