Skriva út

3. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (2)



Tekstur: Lukas 15,1 – 10.

Hátíðarhald / Mikkjal á Ryggi.

At síggja tað, ið ikki sæst. At hoyra ljóð, onnur ikki hoyra. At síggja litir, fáur varnast.
Tað var ikki hildið hátt í hevd at eygleiða og geva gætur uttan nakra beinleiðis nyttu. Einans tað var týdningarmikið, ið sást sum avrik í bøi og haga. Fongur havsins ella fuglameingi í bjørgunum varð umroknað til mat á borði.

Sjálvt lívið í náttúruni, at fossurin kvøður úr høgum hæddum, at áin tutlar og løkurin teskar.

Móðurmálið, at geva málinum gætur og fara væl um tað. At røkja tað og vanda sær um málburðin. Tað, sum ikki kann málast ella vigast á heysti. Tað sum ikki er skyggjandi og nýliga drigin fongur av grunni. Tað er so torført at síggja virði í tí, ið einans er, og ikki beinleiðis er neyðugt til lívsins uppihald.

Men hvat er lívið? Er tað ikki júst hetta at liva og vera til staðar? Ella er lívið so fátækt, at vit arbeiða frá morgni til myrkurs uttan at varnast, at vit liva í og av og saman við náttúrunnar tilfeingi?

Ymiskt er, hvussu samtíðin metir um tað úrslit, ið verður lagt fyri dagin. Eftirtíðin hevur mangan ein mildari dóm. Mong av okkara stóru eru ikki stór, fyrr enn tey eru farin foldum frá. Tey, ið ikki einans eta breyð og stríðast fyri tí tímiliga. Viðhvørt er torført at skilja tey, sum í tí jarðiska leggja størsta dentin á at lívga um andan, list og mentan.

Kunnu vit syngja sálmar, uttan at skaldið fyrst kvøður? Kunnu vit síggja myndirnar, uttan at listamaðurin avmyndar fuglin? Kunnu vit bera tokka til móðurmálið uttan at vera lærd at geva gætur og virða tað heimliga?

Tað gagnar lívinum sum heild, at menniskjan ikki er avrit hvør av øðrum. At vit eiga fólk, sum eru øðrvísi og samstundis skara framúr. Vit hava lyndi at seta í bás og tjóður. Hetta og hetta er til nyttuna, og soleiðis er tað.

Á hesum hátíðardegi, sum er ætlaður Mikkjali á Ryggi til heiðurs, er tað vert at kaga í Mikkjals bók. Áhugavert at lesa um mannin, sum samtíðin ikki skilti til fulnar, tí tað ,hann gjørdi, var ikki beinleiðis til nyttuna, og fáur gjørdist mettur av handaliga yrki hansara.

At síggja tað, ið ikki sæst. At hoyra ljóð, onnur ikki hoyra. At síggja litir, onnur ikki varnast.

D.P. Danielsen sigur um Mikkjal : “Men tað var, sum alt slíkt arbeiði kom honum einki við. Hann fann einki endamál í tí sjálvur. Slíkt sum at fáa nyttu burtur úr onkrum, ella úrtøku, tað rein ikki við hann.”

Mikkjal sá nakað annað, tað sum Jákup Reinert Hansen vísir á, tað føroyska samljóðið ímillum gerandisdagin, lívið og gudstrúnna. Tað sama sæst aftur, tá vit saman við Heina F. Petersen lesa um mannin og yrki hansara sum lærari. Nærlagdur og fulltikin í sínum verki.

Sum tikið verður til í bókini, tá grundarlagið undir sálmum og skaldskapi Mikkjals verður lýst. Talan er um “eitt trygt og óvikandi álit á Guð faðir. Ein inniligan kærleika til frelsaran Jesus. Eitt hjartaligt takksemi fyri fedranna kirkjusið og reglusama trúarlív.”

Lendið vesturi í Vágum hugtók Mikkjal og gav honum førleikan at yrkja um seyðamannin. Lærarin í Bø og Gásadali hevur manga ferðina gjørt upp á Skarð. Hann hevur havt eyguni við sær, sæð seyðin allar ársins tíðir. Sæð seyðamenn á leiðini, sum røktaðu og góvu fylginum gætur.

Lendið er lýst frágera vakurt : “Vakrar vóru mangar løturnar um summarið, tá ið sólin sá, og fuglalátini hoyrdust um alla leið. Ella pollamjørkin kíndi lendinum. Avbera vakurt er útsýnið, tá ið komið er oman um Kelduna Vívd, serliga eitt summarkvøld, tá ið sólin fer niður. Fjarblá liggur Mykines í sólararroðanum vesturi í havi. Útfyri er Gáshólmur, Tindhólmur og Drangarnir koparlittir. Innanfyri er Sørvágur spegilsblankur, og sunnanfyri kaga Hestur og Koltur undan Prestlandi, tykjast líta at øllum vakurleikanum.”

Tað var eisini sannføringin, at skapanarverkið ber Guðs fingramerki. Náttúran og lívið sum heild er skapað av honum, ið heilagur er. At varnast og síggja stórleikan og tað undurfagra.

“Alt, sum frítt og fagurt er, // alt, sum blítt á foldum fer, // er tað lítið, er tað stórt, // góði Guð tað hevur gjørt.”

Fyri langari tíð síðani livdi ein maður í Palastina. Hann sá Guds stórleika í tí einfalda og gerandisliga. Kærleikin hevur ta dygd, at hann veit ikki, hví hann elskar. Kærleikin er áðrenn hugsan, vit og skil. Kærleikin er fyrstur og størstur av øllum.

Tað var ikki sørt, at fólk knarraðu og gjørdu sær sínar metingar. Maðurin bar navnið Jesus, tí hann skuldi frelsa fólk sítt frá syndum teirra. Men farisearar og skriftlærdir, bæði leik og lærd, knarraðu. Tey vildu møguliga verja Jesus, ella tey vóru eftir honum. Jesus var komin í ringt selskap, hann var farin at eta saman við syndarum. Felagsskapurin um borðið fekk bikarið at flóta yvir hjá teim væl bjargaðu.

Jesus sá, at í einum fylgi á 100 seyðir var ein seyður burturblivin. Hann gjørdi nakað við hesa vitan. Hann læt teir níggju og níti vera eftir í haganum og fór at leita eftir tí, ið burtur var. Hann leitaði og fann hin burturmista.

Líknilsið er myndamál. Hirðin er Jesus, og seyðurin er menniskjan. Tann ráðandi átrúnaðurin helt seg til fjøldina, tað sum var í lagi ella tað, sum sá út at vera í lagi. Jesus setti alla orku inn upp á at bjarga seyðinum, ið var burturmistur, komin burturfrá ella stóð í óføri.

Á ein hátt er tað tann stóra gleðin, ið er miðdepilin í líknilsinum. Tað er so skjótt at køva gleðina, tí virðingin fyri tí neiliga er størri enn virðingin fyri tí jaliga. Eru vit glað, so verður lyndið mett barnsligt. Eru vit hinvegin strong og átala, so fáa vit eitt munandi betri skotsmál og verða bólkað millum hugsandi.

Tað hevur altíð verið og hendir okkum aftur, at vit missa burtur, missa okkum sjálv burtur ella verða mist burtur. At nakað er burturmist er altíð hugtungt. Er talan um menniskju, er tað bæði svárt og nívandi. Men Jesus er øðrvísi. Hann er við tí jaliga orðinum og sum hirði missir ongan burtur.

Vit missa burtur, men Guð missir ongan burtur. Guð leitar, og hann bæði finnur og bjargar tí einstaka. Líkasum seyðamaður finnur hin burturmista seyðin, so alt fylgið er savnað, á sama hátt finnur Jesus hin einstaka.

Vit eru í Guðs hondum, og røktingarmaður okkara er frelsarin Jesus. Ikki løgið, at tey, ið síggja Guðs góðu leiðslu og hvíla í ørmum hansara, syngja sálmin “Jesus besta navnið er, // tungur kunnu nevna.”

Gleðin í Guði er størri enn fallið ella tað, at vit missa burtur. Líknilsið hevur eina jaliga gongd. Tann burturmisti seyðurin verður funnin, so er gleði og fagnaður.

Ja, allur himmalin er glaður. Útsøgnin sigur tað, ið vert er at siga. Tá himmalin er glaður, so er nógv gott. Tað er ikki ein spurningur um rættvísi og sjálvgóðsku, tað at vera uttan føll og mistøk. Men tað er ein spurningur um at síggja Jesus og verða funnin av honum og hvíla í tí.

Gleðin vinnur loksins á øllum bága. Skriftin nevnir føðingina sum dømi. Konan, ið hevur verkir og skal eiga barn, hevur sorg og trega. Tá hon hevur átt barnið, og tað liggur í føvningi hennara, so er gleði og fagnaður. Tregi og sorg kemur henni ikki longur til hugs.

Konan, ið átti tíggju drakmur, misti eina og fór at leita. Hon tendraði ljós og sópaði alt húsið. Hon fann drakmuna, ið burtur var, og heitti á vinkonur og grannakonur um at gleðast. “Samgleðist við mær; tí eg havi funnið ta drakmuna, sum eg misti.”

Farisearar og skriftlærdir sóu nøkur fólk, ið ikki vóru verd at umgangast. Jesus sá eyðvitað tað, ið øll onnur sóu, men hann metti øðrvísi. Jesus var ikki líkasælur og gekk lætt um veruleikan ella sannleikan. Men kærleiki hansara fevnir øll menniskju. “Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava. ... Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.” (Matt, 9,12-13)

Tað stóra við Jesusi var júst hetta, at hann sá tað, ið onnur ikki sóu. Jesus sá tað góða og vakra, sá hjørtu manna. Í øllum menniskjum býr nakað gott. Sjálvt um vit missa tað góða burtur ella fjala tað í okkara egna lívi, so finnur Jesus tað framaftur. Vit, ið komu burturfrá, verða leidd aftur til tað fylgið, ið Jesus sjálvur røktar. Vit verða bjargað, so fylgið telur fult tal.

Tað snýr seg ikki um mistøk. Eyðvitað er tað gott, jú færri mistøk eru. Vit skulu ikki dyrka føllini og tað, ið hevur darvandi hjáárin. Men, tað snýr seg einfalt um hetta, at Guð í Jesusi Kristi møtir okkum sum ein góður seyðamaður, ið hevur umsorgan fyri fylginum og elskar tað. Líkasum hin góði hirðin tekur sær av tí burturmista seyðinum, soleiðis tekur Jesus sær av okkum. Hann finnur okkum og bjargar okkum, sjálvt um eingin sær okkum ella sær, at vit eru bjargað.

“Ein mamma, sum átti tólv børn, varð spurd, hvat barn hon elskaði mest. Aftaná at hava hugsað seg um eina løtu ljóðaði svarið : “Tað barnið, ið er sjúkt, inntil tað er frískt aftur. Tað barnið, ið er burturi, inntil tað er funnið aftur. Tað barnið, sum er í neyð, til tað aftur er trygt og bjargað.”

Í Guðs ríki er mikil gleði, tí tað, sum farið er, verður funnið aftur. Guð missir ongan burtur. Hann leitar, inntil hann finnur hin einstaka. Amen.

Sálmar : 29 / 152 / 395 / 154 / 551.

Kelda :

Mikkjals bók, Heini F. Petersen og Jákup Reinert Hansen, Bókadeild Føroya Lærarafelags 1994.

((Prædika í Miðvágs kirkju 10. juli 2011 í sambandi við at standmyndin av Mikkjali á Ryggi varð avdúkað.))