Skriva út

14. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)



Tekstur: Jóh. 5, 1-15. Seinna tekstarøð.

- prædika: Húsið, har vónin býr - Sandur - kirkjan 175 ár

Tá ið vit hátíðarhalda, at ein kirkja er blivin 175 ára gomul, soleiðis sum vit gera í Sands kirkju í dag, er nokk ein viss vón um, at trivið verður í søguna hiðani av prædikustólinum. Tað kunnu vit tá eisini gera, nevna einar tvær søgur, sum hava tað í felag, at tær vísa, hvussu henda kirkja gjøgnum síni mongu ár hevur rúmað sterkum kenslum.

Tann fyrra søgan skal sjálvandi vera tann, sum hvørt mansbarn kennir, av tí at M. A. Winther setti hana í Varðan og gav henni heitið Orrustan í Klandursskoti. Tað er ein søga um sterkar kenslur, og hon fór fram júst í hesi somu kirkju, sum vit sjálvi samlast í í dag. Søgan sigur frá einum stríði millum gamalt og nýtt. Fyrst einum stríði um Guðs orð: um tey framhaldandi her í kirkjuni skuldu hoyra lestrarnar hjá Jesper Brochmand, sum vardu ein heilan tíma, og sum tí eisini vóru so góðir at durva til, ella tey skuldu lesa nútímans, men munandi stytri lestrar eftir prestin Blædel. Og ikki leingi eftir hetta: einum stríði um sálmasangin: um tey framhaldandi skuldu syngja sálmarnar hjá Kingo við teimum gomlu og sermerktu løgunum, sum fedrarnir høvdu lært tey, ella tey skuldu syngja úr nýggjari sálmabók við løgum, sum lærarin gav tónan til við tí nýggju urguni.

Spyr ikki, hvør sigraði, og hvør tapti! Hugsa heldur ikki, at stríðið bara galt tað at vera treiskur og at skula vinna. Hugsa heldur um, hvørjar kenslur tað í veruleikanum var, Sands kirkja mátti leggja hús til fyri einum 150 árum síðani: kærleika og trúfesti móti øllum tí góða og so væl roynda, ella álit og tiltrúgv til tað, sum nútíðin og framtíðin høvdu at bjóða kirkjufólkinum.

Vit taka eina søgu aftrat, eisini hon hiðani úr somu kirkju, sum vit samlast í í dag. Hetta var ein vakran dag fyrst í mai mánaða 1945, tá ið annar heimsbardagi endiliga var av. Tá fóru fólk í kirkju á Sandi at halda guðstænastu, og sum vant var tað Blicher Winther, sóknarprestur, ið stóð fyri altarinum og á prædikustólinum. Her í Føroyum blandast tøkkin og sigursrómurin við mikið sorgblídni, vil Blicher Winther vera við, tí kríggið hevur bæði givið og tikið so ómetaliga nógv.

Kirkjan er tí eisini einasta stað, sum megnar at rúma øllum hesum kenslum í senn, sigur prestur, og so heldur hann fram: “Latið tí tøkkina í dag stíga upp til Guðs úr eyðmjúkum og sonnum hjørtum, og latið okkkum øll vísa tað hvønn dag, sum kemur, at náði hansara móti okkum hevur ikki verið til fánýtis.”

Sorg og takksemi, eyðmýkt og sigursrómur, Sands kirkja hevur í teimum nógvu árum, hon hevur staðið, lagt rúm til allar hesar sterku kenslur.

Bara sjáldan hevur tað verið skrivað og sett á prent, alt tað, sum her er farið fram. Men eisini, um einki longur er til skjals, hugsa vit í dag um allar tær nógvu ferðir, kirkufólkið hevur vitjað í hesum húsi, og um tann týdning, kirkjugongdin hevur havt fyri hvønn einstakan. Ber ikki til, við hesum í huga, at seta eina yirskrift, eitt heiti á hesa kirkju? Kunnu vit ikki loyva okkum at kalla hana: Húsið, har vónin býr?

Var tað ikki við vón um eitt lív í Jesu favni, tit bóru tykkara børn til dópin? Var tað ikki við vón “um summar fagurt/ og um eitt vælsignað heyst” tey ungu stóðu á kirkjugólvinum og fingu prestsins hond á høvdið? Var tað ikki við vón um Harrans signing, hjúnabondini vórðu bundin fyri Harrans altari? Og var tað ikki við vón um uppreisn og ævigt lív, tit fylgdu tykkara kæru úr Guðs húsi og út í kirkjugarðin her uttanfyri?

Nógvar og sterkar kenslur hava gjøgnum 175 ár fingið rúm í hesi kirkju. Tikið saman undir einum vága vit í dag at siga um Sands kirkju, at hon er Húsið, har vónin býr.

Vón, ein ómetalig, óendalig, óuppslítilig vón, hetta er eisini tað, sum sermerkir mannin, vit møta í Guðs orði til okkara í dag. Har onnur kanska fyrst og fremst høvdu viljað umtalað hann sum mannin, ið hevði verið sjúkur í heili 38 ár, har mugu vit tó lýsa hann og rósa honum fyri tað, sum fyrst fellur okkum í huga, og tað er tó ein vón, sum ikki ger til skammar.

At hugsa sær til: Samfull 38 ár hevur hesin maður dúgliga leitað til hylin við Seyðaliðið í Jerusalem, tann, sum á hebraiskum máli kallast Betesda. Tað er ikki ringt at ímynda sær henda hyl, tí fornfrøðingar eru komnar fram á hann og hava grivið hann frían. Hann hevði veruliga fimm súlnagongir, eina við hvørja síðu, tað vóru fýra, og so ta fimtu, sum gekk tvørtur um hylin og býtti hann í helvt. Har síggja vit fyri okkum, at øll tey sjúku liggja. Har finna tey skugga fyri tí brennandi sólini í dagsins heitastu tímum, tey blindu, tey høltu, tey visnu. Har bíða tey eftir tí løtu, tá ið Harrans eingil fer niður í hylin og órógvar vatnið. Tann, sum tá fyrstur fer niðurí, aftan á at vatnið er komið í røring, fær heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so er sjúkur av. At tey leita til Betesda hyl við góðum huga, tey sjúku, tað skilja vit. Men kortini: at vera komin her øll tey 38 árini, hann hevur verið sjúkur, tað halda vit vera so sermerkt, at vit verða full av undran um henda mann.

Ein dagin stendur so Jesus framman fyri honum. “Vilt tú verða frískur?” spyr Jesus mannin. Hin sjúki svarar: “Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.” - “Tað var ikki tað, eg spurdi um. Eg veit, at tú hevur ligið langa tíð. Vilt tú verða frískur? So reis teg upp, tak song tína og gakk!”

Tann sjúki man hava viljað verið frískur. Hann má hava komið her við vón hvønn tann einasta dag øll hesi 38 árini. Tí hann ger aftir Jesu orðum, hann tekur song sína og fer til gongu, Jesus hevur gjørt hann frískan. Er tað ikki vitnisburður um eina ómetaliga, eina óendaliga, eina óuppslítiliga vón?

Og nú hevði tað verið stuttligt, um navnið Betesda merkti vón ella okkurt líknandi. Navnið er jú hebraiskt, so tað kundi altíð verið. Men tíverri, tað ger tað ikki. Skuldu vit umsett navnið á hylinum, har lekidómur viðhvørt var at finna, til okkara mál, hevði tað verið: Miskunnarhúsið. Og tað er jú í veruleikanum næstan tað sama. Ið hvussu er er tað sum tvær rørslur, ið møtast her.

Hvat er miskunn annað enn Guðs hond, tann hond, sum hann við Jesusi Kristi rættir móti okkum! Og hvat er vónin annað enn okkara hond, tann hond, sum vit rætta móti Guði! Menniskjans vón og Guðs miskunn, tað eru sum tvær hendur, ið møtast í Betesda í dag.

Vónin er ein sterk kensla, og hon kemur til sjóndar bæði í tí húsi, vit hoyra um í evangeliinum, og í tí Guðshúsi, vit hátíðarhalda við hesa guðstænastu, av tí at tað nú hevur staðið í samfull 175 ár. Eitt hús, har vónin býr.

Tað sæst á øllum brøgdum hjá tykkum, sum leita higar, á andlitsbrái og sunnudagsklæðum. Tað kemur til sjóndar og til orða í bøn og í lovsangi, í teimum hondum, tit rætta móti Guði. Tað sannast ikki minst í gleði, í samkenslu, í umsorgan, í teimum hondum, tit rætta út til tykkara næstu. Tað sæst: hetta er húsið, har vónin býr.

Men skal vón yvirhøvur síggjast? Stendur tað ikki í Guðs orði, at “ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær? Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, tá bíða vit eftir tí við tolmóði.” Latið okkum í dag siga tað á tann hátt, at vónin ið hvussu er er meira enn tað, sum vit síggja við okkara eygum.

Vit vita t.d. væl, at Sands kirkja er meira enn hesin 175 ára gamli bygningur. Sands kirkja hevur sambart teimum fornfrøðiligu kanningunum eina 1000 ára gamla søgu. Og tað, sum hon hevur at týða, er altíð meira enn hin einstaka løtan innan fyri hesar tjørubræddu veggir og undir hesi grønu flagtekju. Er vónin bara søga og fortíð, er hon ikki eisini nútíð og enntá framtíð? Jú, tann kristna vónin býr í einum sjónligum og einum ósjónligum húsi. “Tit eru samborgarar við hinum heilagu og Guðs húsfólk, uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus sjálvur er lokasteinurin, sum hvør bygningur verður samanbundin við og veksur upp til eitt heilagt tempul í Harranum.”