Skriva út

Sergudstænata - G2



1 MÓS 3,1-15: AVKOMIÐ ER JESUS!

DERHARD JÓGVANSSON, PRÆDIKA HILDIN TIL G2 Í VESTURKIRKJUNI, FEBRUAR 2015

Tá ið eldra dóttir mín var umleið trý ára gomul, var hon sera glað fyri eina bamsu av Peter Plys. Hesa bamsu hevði hon við sær um tað heila. Hon svav við henni, gekk runt við henni, trillaði hana og hevði hana við til borðs, tá ið vit ótu. Sum børn flest eru um trý ára aldurin, var dóttir mín áhugað í at royna karmarnar. Hetta sást millum annað, tá ið vit sótu til borðs. Hon hevði mangar ferðir fingið at vita, at tað var ikki gott at stoyta mjólk úr koppinum. Men hetta dámdi henni væl at gera kortini. Eitt kvøldið, tá ið vit gjørdu okkum til at seta okkum við nátturðaborðið, hevði hon stoytt mjólk yvir alt borðið. Eg segði við hana: “Hvat hevur tú gjørt, góða?” Skjót var hon at svara: “Tað var ikki eg! Tað var Peter Plys!”

Hetta var ein stuttlig hending og sera fitt av einum barni, hugsaði eg. Men spurningurin er, um vit gerast betri við árunum. Tað býr djúpt inni í okkum menniskjum at flyta okkara skuld á okkurt annað ella onkran annan. Eisini, tá ið vit av røttum verða ákærd fyri okkurt skeivt. Einasti munurin er orðingin. Vit duga betur við árunum at orða okkum, soleiðis at tað ljóðar trúvert. Men sakin er tann sama: Tá ið vit verða ákærd fyri okkurt brot – eisini um tað er av røttum – býr tað djúpt í okkum at skylda á okkurt annað ella onkran annan. Vit vilja flyta skuldina frá okkum sjálvum: “Tað var ikki eg! Tað var Peter Plys!”

ÁDAM OG EVA BRUTU KARMIN

Tú kennir óivað kensluna av at hava gjørt okkurt skeivt. Fyrst av øllum visti tú, at tað var ein karmur, sum tú ikki skuldi fara út um. Okkurt, tær var loyvt og ikki. Síðani kendi tú eina freisting, ið vildi hava teg at fara útum karmin. Okkurt, sum vildi hava teg at gera hetta skeiva, ið ikki var loyvt. Síðani kennir tú eisini, hvussu tað er at geva eftir fyri freistingini og harvið bróta karmin. Tá ið tað er hent, kennir tú eisini avleiðingina, ið fylgir einum brotið.

Søgan um Ádam og Evu er ein søga, har júst hetta, sum er so kent fyri hvørt menniskja, var hendingin. Eftir at Gud hevði skapt alheimin, jørðina og alt á jørðini, skapti hann menniskjað at liva í aldingarðinum. Her var eitt paradís fyri hesa krúnu skaparverksins. Men um henda aldingarð setti Gud ein karm, soleiðis at menniskjað kundi liva í tryggleika innanfyri karmin. Ádam og Eva kundu eta av hvørjum træi í aldingarðinum, men ikki eta av træi kunnleikans um gott og ilt.

Men síðani kom freistingin, tá ið ormurin segði: “Man Gud hava sagt...?” Nú sá menniskjað karmin og valdi at fara útum hann við at eta av hesum træi, sum Gud hevði sagt, at tey ikki skuldu gera. Hareftir lærdi menniskjan, hvør avleiðingin var fyri hetta brot: Samfelagið við Gud varð brotið.

HVÍ SKULDI GUD ELSKAÐ MINNI ENN VIT?

Tá ið vit hava gjørt okkurt skeivt, fylgir ein reaktión: “Bara eg ikki hevði gjørt hatta...” ella “Tað var ikki mín skyld...” ella “Eg orki ikki hesa skuldarkensluna...”. Men ein reaktión av hesum meira neiligu kenslunum er longsulin eftir, at alt skal verða gott aftur! At alt vendir aftur til tað, sum var áðrenn tað skeiva varð gjørt.

Foreldur gera tað besta, tey eru ment, at gera ein góðan og sunnan karm um børn síni og tilveru teirra. Tað kann væl vera, at børnini ikki altíð eru so glað fyri karmin. Tað kann væl vera, at børnini halda foreldrini vera órímilig til tíðir. Og tað kemur meira enn so fyri, at børnini bróta karmin, foreldrini hava sett. Men munnu foreldrini elska børn síni minni, um tey bróta karmin?

Neyvan! Hvør man so verða loysnin hjá foreldrunum, um karmarnir aftur og aftur verða brotnir?

Skulu karmarnir burtur ella broytast? Nei, tað kann skapa líkasælu, um foreldrini framhaldandi eru sannførd um, at upprunaligi karmurin er tað besta fyri børnini. Foreldrini halda tí fram.

Rætta børnini inn aftur til sunna karmin, samstundis sum tey vissa børnini um, at kærleikin er tann sami. Og tað er júst í hesum, at børnini læra at skilja ímillum foreldranna kærleika og teirra egna lýdni og ólýdni.

Guds kærleiki til okkara er sum tann hjá hesum foreldrum. Hansara kærleiki til okkara hvørvur ikki, tá ið vit bróta hansara karm. Nei, tað er serliga, tá ið vit hava brotið Guds karm, at vit síggja hansara kærleika, tí at hann er óbroyttur. Men samstundis er karmurin óbroyttur. Gud vil føra okkum innum aftur karmin vegna kærleikan til okkara. Hann vil okkum framhaldandi tað besta.

ÆVIGI SANNLEIKIN

Mannaættin hevur brotið Guds sunna karm. Gud elskar okkum ikki minni kortini. Gud broytir ikki sunna karmin, men kemur við loysnini: At endurbyggja samfelagið.

Avkomið er Jesus! Tað er Jesus, peikað varð fram til í 1. Mósebók. Jesus livdi í sama karmi sum vit. Hann breyt ikki karmin, men hann fekk avleiðingina vegna okkara brot. Hví? Tí Gud elskar teg og vil vera saman við tær!

Vit eru øll sek í at bróta Guds vilja. Og tað býr djúpt í okkum hugurin, at flyta hesa skuld okkara yvir á okkurt annað ella onkran annan. Men nú hevur Gud sjálvur givið okkum ein Peter Plys at flyta okkara skuld á. Gud hevur givið okkum Jesus, sum vit av røttum bókstavliga kunnu flyta okkara skuld á, tí at hann longu hevur tikið okkara skuld á seg, við tað at hann doyði og tók alla synd okkara við sær á krossin. Tí kunnu tú og eg nú vita, at Gud vegna sín kærleika hevur givið okkum loysnina. Jesus er avkomið, sum hevur loyst okkum frá okkara broti. Vit kunnu hvíla í vissuni um, at Gud elskar okkum, framhaldandi vil vera saman við okkum, og ein dag koma at kenna henda veruleika í Himli.

Amen.