Skriva út

Tjørnuvíkar kirkja


Í kvøld kl. 20 verður serlig tónleikaløta í kirkjuni í Tjørnuvík, har øll eru hjartaliga vælkomin. Umframt heimsgitna guitarleikaran Dimitri Illarionov (ið fyri nøkrum árum síðan vann allar tær størstu guitarkappingarnar í USA og Evropa) spæla hjúnini Boris Andrianov og Anna Koshkina. Tey leika á sello og eru somuleiðis høgt í metum sum tónleikarar. Á skránni í kirkjuni verður mest tónleikur eftir Johann Sebastian Bach og onnur barokktónaskald.
Í kvøld kl. 20 verður serlig tónleikaløta í kirkjuni í Tjørnuvík, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Umframt heimsgitna guitarleikaran Dimitri Illarionov (ið fyri nøkrum árum síðan vann allar tær størstu guitarkappingarnar í USA og Evropa) spæla hjúnini Boris Andrianov og Anna Koshkina. Tey leika á sello og eru somuleiðis høgt í metum sum tónleikarar. Á skránni í kirkjuni verður mest tónleikur eftir Johann Sebastian Bach og onnur barokktónaskald.
Tónleikaløtan er fingin í lag í samstarvi við Endurljóð - International Chamber Music Festival

Onnur tiltøk