Syng jólini inn í Nólsoyar kirkju
Forkunnugt er, at kórið er samansett av fólkum úr øllum heraðshornum í heiminum, tí bygdin er blivin multikulturel.
1.sunnudag í advent kl. 18 verður árliga tiltakið “Vit syngja jólini inn” í Nólsoyar kirkju.
Upprunaliga sungu nólsoyingar nýggja kirkjuárið inn við sálmum úr øllum høgtíðum, men eftirsum bygdafólkið er við at koma í jólahýr, verður nú sungið advents-og jólasálmar.
Sum siður er, lesur prestur tekstbrot úr bíbliuni, og fleiri tonleikainnsløg verða. Í ár er tað Uni Næs, dómpróstur, sum leiðir løtuna.
Nólsoyar sangkór syngur undir leiðslu av Jógvani Thomsen, og er kórið vælmannað í ár.
Til undanvenjing týskvøldið møttu 28 sangarar. Forkunnugt er, at kórið er samansett av fólkum úr øllum heraðshornum í heiminum, tí bygdin er blivin multikulturel.
Umframt nólsoyingar, ið hava búð í oynni alt lívið, eru ný-nólsoyingar úr Íslandi, Danmark, USA, Týsklandi, Turkalandi og Ukraina.
Eftir løtuna i kirkjuna bjóðar kirkjuráðið rísalamande i missiónshúsinum. Bygdafólkið gleðist um at møtast til álvára og gaman og vónandi verður komandi høgtíðin í kirkjuni endiliga ódarvað av umfarssótt og avlýsingum.
- mai2FríðrikskirkjanFríðrikskirkjan, kl. 17.30, Skrúvugudstænasta
Øssur Kjølbro - mai5Kirkjan við NorðskálaNorðskála kirkja, kl. 11.00, Lestur
- mai5Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- mai5Viðareiðis kirkjaViðareiðis kirkja, kl. 11.00, Lestur
- mai5FríðrikskirkjanFríðrikskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - mai5Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Lestur
- mai5Bønhúsið í ØrðavíkBønhúsið í Ørðavík, kl. 11.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - mai5Fámjins kirkjaFámjins kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - mai5Hvalbiar kirkjaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Annika Magnussen Gaard - mai5Tvøroyrar kirkjaTvøroyrar kirkja, kl. 14.00, Barnagudstænasta
Annika Magnussen Gaard
Talvan gongur, Kirkjukaffi - mai5Sandvíkar kirkjaSandvíkar kirkja, kl. 18.00
Emil Olsen - mai9Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro
Altargongd Talvan gongur fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið - mai9Skála kirkjaSkála kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Tummas Kannuberg - mai9Vágs kirkjaVágs kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - mai9Tjørnuvíkar kirkjaTjørnuvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen