Skriva út

Syng jólini inn í Nólsoyar kirkju


Forkunnugt er, at kórið er samansett av fólkum úr øllum heraðshornum í heiminum, tí bygdin er blivin multikulturel.


1.sunnudag í advent kl. 18 verður árliga tiltakið “Vit syngja jólini inn” í Nólsoyar kirkju.
Upprunaliga sungu nólsoyingar nýggja kirkjuárið inn við sálmum úr øllum høgtíðum, men eftirsum bygdafólkið er við at koma í jólahýr, verður nú sungið advents-og jólasálmar.

Sum siður er, lesur prestur tekstbrot úr bíbliuni, og fleiri tonleikainnsløg verða. Í ár er tað Uni Næs, dómpróstur, sum leiðir løtuna.

Nólsoyar sangkór syngur undir leiðslu av Jógvani Thomsen, og er kórið vælmannað í ár.
Til undanvenjing týskvøldið møttu 28 sangarar. Forkunnugt er, at kórið er samansett av fólkum úr øllum heraðshornum í heiminum, tí bygdin er blivin multikulturel.

Umframt nólsoyingar, ið hava búð í oynni alt lívið, eru ný-nólsoyingar úr Íslandi, Danmark, USA, Týsklandi, Turkalandi og Ukraina.

Eftir løtuna i kirkjuna bjóðar kirkjuráðið rísalamande i missiónshúsinum. Bygdafólkið gleðist um at møtast til álvára og gaman og vónandi verður komandi høgtíðin í kirkjuni endiliga ódarvað av umfarssótt og avlýsingum.


Onnur tiltøk