Sørvágs kirkja
Holocaustkvøld í Vága prestagjaldi
Mikukvøldið 25. januar – á pálsmessu- klokkan 19.30 fara hjúnini Elsa og Róland í Skorini at hugleiða og siga frá dømum um holocaust og um, hvussu slík fólkadráp kunnu bera til.
Tiltakið verður í Kirkjuhúsinum í Sørvági. Aftan á verður drekkamunnur.
Holokaust (holo’kå˙st) er gamalt orð, og merkir upprunaliga brennioffur. Í dag verður tað mest sett í samband við nazistisku jødatýningina áðrenn og undir øðrum heimsbardaga. Tilvísingin til brenniovnarnar er greið.
Men orðið kann saktans førast yvir á aðrar hendingar bæði áðrenn og eftir ræðuleikarnar undir krígnum. Fólkamorð kann orðið væl týðast til, hóast kanska ikki øll offur verða brend.
Men far ikki skeivur. Tað hendir enn, og fer saktans at halda fram. Tí er umráðandi, at júst slík tiltøk varpa ljós á ræðuleikarnar.
“Orð virka sum skamtað arsenikk : Tað verður svølgt, uttan at tú gevur tær far um tað, tað tykist ikki at rína á, men sum frá líður ger ávirkanin frá eitrinum vart við seg”.
( Victor Klemperer)
Prestarnir í Vága prestagjaldi
- mai26Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Ann Hermansdóttir - mai26Oyndarfjarðar kirkjaOyndarfjarðar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Tummas Kannuberg
Altargongd - mai26Tjørnuvíkar kirkjaTjørnuvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Annika Magnussen Gaard - mai26Selatraðar kirkjaSelatraðar kirkja, kl. 13.00, Gudstænasta
Tummas Kannuberg - jun2Skála kirkjaSkála kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Símun Persson Jacobsen - jul28VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Emil Olsen
Tónleikur Leif Hansen luttekur við kóri. - okt6Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Ovi Brim - apr13Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Ovi Brim - okt5FríðrikskirkjanFríðrikskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Ovi Brim
2025