Sørvágs kirkja
Holocaustkvøld í Vága prestagjaldi
Mikukvøldið 25. januar – á pálsmessu- klokkan 19.30 fara hjúnini Elsa og Róland í Skorini at hugleiða og siga frá dømum um holocaust og um, hvussu slík fólkadráp kunnu bera til.
Tiltakið verður í Kirkjuhúsinum í Sørvági. Aftan á verður drekkamunnur.
Holokaust (holo’kå˙st) er gamalt orð, og merkir upprunaliga brennioffur. Í dag verður tað mest sett í samband við nazistisku jødatýningina áðrenn og undir øðrum heimsbardaga. Tilvísingin til brenniovnarnar er greið.
Men orðið kann saktans førast yvir á aðrar hendingar bæði áðrenn og eftir ræðuleikarnar undir krígnum. Fólkamorð kann orðið væl týðast til, hóast kanska ikki øll offur verða brend.
Men far ikki skeivur. Tað hendir enn, og fer saktans at halda fram. Tí er umráðandi, at júst slík tiltøk varpa ljós á ræðuleikarnar.
“Orð virka sum skamtað arsenikk : Tað verður svølgt, uttan at tú gevur tær far um tað, tað tykist ikki at rína á, men sum frá líður ger ávirkanin frá eitrinum vart við seg”.
( Victor Klemperer)
Prestarnir í Vága prestagjaldi
- mai12Hvalvíkar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - mai19Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Familjugudstænasta
Jóannes Purkhús - mai19Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro
Sjónvarp, Útvarp - mai19Haldórsvíkar kirkjaHaldórsvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - mai19Tvøroyrar kirkjaTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Emil Olsen - mai19Fámjins kirkjaFámjins kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Annika Magnussen Gaard
Talvan gongur - gongur til frama fyri Bíbilfelagið, 1. hvítusunnudag í hesum kirkjunum: Sandvíkar kirkju, Tvøroyrar kirkju, Hvalbiar kirkju, Fámjins kirkju, Bønhúsið í Ørðavík. - mai19Tjørnuvíkar kirkjaTjørnuvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - mai19Bønhúsið í ØrðavíkBønhúsið í Ørðavík, kl. 12.00, Gudstænasta
Annika Magnussen Gaard - mai19Hvalbiar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - mai19Skúlin á LangasandiSkúlin á Langasandi, kl. 13.30, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - mai19Sandvíkar kirkjaSandvíkar kirkja, kl. 18.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - mai20Saksunar kirkjaSaksunar kirkja, kl. 06.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - mai20Skála kirkjaSkála kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Símun Persson Jacobsen - mai20Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - mai20í TrongisvágiVið Stórá (fótbóltsvøllurin í Trongisvági) útigudstænasta. Verður tulka til enskt mál., kl. 11.00, Gudstænasta
Annika Magnussen Gaard, Hanus Pál Jógvansson
Hornorkestrið spælir og drekkamunnur aftaná.