Miðvágs kirkja
Jesper René, klaverleikari, á konsertferð í Føroyum
Jesper hevur eitt sera stórt repertoire at oysa av, so konsertskráin er ofta snikkað saman, so hon hóskar júst til staðið hann spælir. Ein aðalhugsan hjá Jesper René er, at tey stóru tónleikaverkini eisini skulu spælast í teim smáu støðunum, har tey ikki vanliga eru at hoyra.
Til kirkjukonsertirnar, sum vera í Miðvágs kirkju, Hvalbiar kirkju og Havnar kirkju, fer Jesper at framføra stórverkið “Goldbergvariatiónirnar” av Bach. Hetta verkið er eitt tað størsta tangentverkið, sum nakrantíð er skapað. Tað byrjar við einum einklum lagið – ein Aria – og som koma 30 ógvuliga ymiskar variatiónir av Ariuni. Tað vil siga, at tú sum áhoyrari tann tíman, sum verkið tekur, sleppur at lurta eftir tí sama lagnum í nógvum ymiskum hamum. Tað verður ein heilt serstøk uppliving at hoyra hetta verkið framført í kirkjum við øllum teim talandi umstøðum har eru.
Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum.
Sum nærmast tann einasti í Norðanlondum hevur hann serliga framført tey stóru klaververkini av Bach. Í seinastuni hevur hann til dømis framført Das Wohltemperierte Klavier i Grønlandi og Goldberg variatiónirnar, sum hann eisini spælir í smáum serstøkum støðum sum til dømis í fongslinum í Herstedvester.
- des11Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 14.00, Gudstænasta
Theodor E. D. Olsen
Kirkjukaffi - eldragudstænasta - Luciagongd - des12Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 19.00, Konsertir
Silvitni og Havnar hornorkestur - des12Kirkjubøar kirkjaKirkjubøar kirkja, kl. 19.30, Konsertir
“Bach í kertuljósi”. - Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertuljósum, og í friði njóta undurføgru tónarnar, ið dúgliga vóru sungnir og leiktir av Onnu Magdulenu sjálvari, tónleikaliga gávaðu børnunum, gistandi og vinum, ið komu framvið hjá Bach-familjuni í Leipzig fyri 300 árum síðani. - des12Eiðis kirkjakl. 20.00, Sangløta
Jonhard Jógvansson
Syngið við kvøld - des13Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 10.00, Gudstænasta
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar
Barnagarðsgudstænasta - des13Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 19.00, Konsertir
Jólakonsert við Fuglafjarðar Sangkóri - des14Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 10.00, Morgunandakt
Kirkjukaffi - des14Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 10.00, Morgunsangur
Vælkomin til eina hugnarliga løtu í Fuglafjarðar kirkju og ein góðan drekkamunn aftaná - Síðstu morgunsangur fyri jól. - des14Eiðis kirkjakl. 13.00, Gudstænasta
Jonhard Jógvansson
Eldragudstænasta. Demenskórið Sangfuglarnir syngur - des17Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Marjun í Kálvalíð - des17VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen
Sunnudagsskúli - des17Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Barnagudstænasta
Bergur Debes Joensen
Sunnudagsskúli, Kirkjukaffi - des17Tvøroyrar kirkjaTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Lestur
Helena lesur - des17ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Ann Hermansdóttir - des17Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Familjugudstænasta
Øssur Kjølbro
Morgunmatur í kirkjuhúsinum frá kl. 10