Gøtu kirkja
Felagið fyri kirkjuráðslimir skipar fyri kirkju barnadegi leygardagin 13. september í Gøtu kirkju. Dagurin er ætlaður øllum børnum og avvarðandi kring landið. Kirkju barnadagurin er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding, fyri at vita, hvussu nógvur matur skal gerast. Tilmelding fer fram hjá Dagbjørt Ó Hansen, forkvinna í Felagnum fyri kirkjuráðslimir á t-posti: doh@email.fo innan 8. september.
Skrá - leygardagin 13. sept 2025
kl. 10.00
Forkvinnan bjóðar vælkomin
Inngangsbøn
Sálmur: Byggja Guðs ríki
Andakt: Tummas Kannuberg, prestur
Leikur: Hin miskunsami sámáriubúgvin, 3. fl. í Gøtu skúla
Sálmar: Jesus er besti vinur.. og Guð hvønn ein smáfugl..
Barnakór framføra
Útgangsbøn
kl. 11.30
Pitabreyð við tilhoyri í kirkjukjallaranum
kl. 12.30
Verkstøð:
• Ganga yvir til skúlan í Gøtugjógv og fáa frágreiðing um listaverkið
• Túrur niðan til vaktarhúsið við livandi frásøgn
• Gera bringuprýði úr træskurði, brenna kross og rúnarstav á
• Børnini fáa eina mynd um miskunsama sámáriubúgvan, sum tey kunnu lita heima
kl.14.00
Millummáli í kirkjukjallaranum
kl. 14.20
Í kirkjuskipinum:
• Felags kórframførsla
• Sálmur: Gakk tú tryggur fram við góðum treysti
• Taka samanum og takka.
• Børnini fáa ein gávuposa heim við sum minni um dagin.
Hjartaliga vælkomin.
- okt28Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 17.30, Skrúvugudstænasta
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar - okt28PorkeriPorkeris kirkja, kl. 18.00, Heystgudstænasta
Patrick Conway de Neergaard - okt28Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 19.30, Gudstænasta
Inga Poulsen Dam, Marjun í Kálvalíð
Integratiónsgudstænasta - okt29Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 10.00, Morgunandakt
- bindikafe verður aftaná - okt29Ungdómskirkja í Hvannasunds kirkjuHvannasunds kirkja, kl. 20.00, Ungdómsgudstænasta
Gimmi Olsen
Aftaná verður hugni og pitsa í Kirkjuhúsinum. - nov1TvøroyriTvøroyrar kirkja, Alla halgannasunnudagur, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Dagur teirra sjólátnu. - Eisini verða nøvnini á teimum, sum farin eru í sóknini síðani seinasta Allahalgannadag nevnd. Minningarhald. Eftir gudstænastuna verða kransar lagdir við Minnisvarðan. Eftir løtuna á Torvheyggi eru øll vælkomin í Missiónshúsið á Tvørabakka, har ein drekkamunnur er at fáa. - nov1Sørvágs kirkjaSørvágs kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Marjun í Kálvalíð
Guðstænasta og minningarhald fyri sjólátin. Aftaná guðstænastuna verða kransar lagdir við minnisvarðan. - nov1VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson
Kirkjukaffi, Sunnudagsskúli - nov1Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen
Sunnudagsskúli, Kirkjukaffi - nov1Kirkjubøar kirkjaKirkjubøar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen
Altargongd, Kirkjukaffi - nov1Vestmanna kirkjaVestmanna kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Lestur verður lisin. - nov1Kollafjarðar kirkjakl. 11.00, Gudstænasta
Lestur verður lisin. - nov1Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- nov1FríðrikskirkjanFríðrikskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Gimmi Olsen
Allahalganna sunnudagur. Nøvnini á teimum, ið farin eru í sóknini farna árið, verða lisin upp undir gudstænastuni. - nov1Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur