Skriva út
Argja kirkja
Tiltak Gudstænasta
Stað Argja kirkja
Tíð: 11. november 2023, kl. 11:00
Prestur Maria Jørðdal Niclasen
Deyvagudstænasta
Deyvagudstænastu í Argja kirkju leygardagin kl. 11.00. Føroyski deyvapresturin, Maria Jørðdal Niclasen, talar. Prædikan verður teknmálstulkað, og øll eru hjartaliga væl komin, bæði deyv og hoyrandi.
Maria Jørðdal Niclasen fer millum annað at seta spurningin, hvørja ábyrgd kirkjan hevur, tá tað brennir á úti í heimi, og hon spyr eisini, hvør kristni boðskapurin er í slíkum umstøðum.
------
------
Føroysk gudstænasta - og fyrilestur um:
Deyv ukrainsk flóttafólk í Íslandi
Komandi vikuskifti fáa føroyska Deyvakirkjan og Deyvafelag Føroya vitjan frá íslendska deyvasamfelagnum. Tað er Hjørdís Anna Haraldsdóttir, sum hevur staðið á odda fyri at taka ímóti og verið við at integrera eina røð av deyvum ukreinskum flóttum í Íslandi, sum kemur á vitjan.
Vitjanin byrjar við eini deyvagudstænastu í Argja kirkju leygardagin kl. 11.00. Føroyski deyvapresturin, Maria Jørðdal Niclasen, talar. Prædikan verður teknmálstulkað, og øll eru hjartaliga væl komin, bæði deyv og hoyrandi.
Maria Jørðdal Niclasen fer millum annað at seta spurningin, hvørja ábyrgd kirkjan hevur, tá tað brennir á úti í heimi, og hon spyr eisini, hvør kristni boðskapurin er í slíkum umstøðum.
Limatiltak og almennur fyrilestur
Eftir gudstænastuna leygardagin verður tiltak fyri limum og innbodnum í Deyvahúsinum, har Hjørdis Anna Haraldsdóttir, sum sjálv er deyv, fer at greiða frá sínum royndum í íslendska deyvasamfelagnum.
Sunnudagin 12. november klokkan 16.00 fer Hjørdis Anna Haraldsdóttir at hava almennan fyrilestur í Smæruni í Starvsfelagnum.
Á skránni her verður stóra arbeiðið hennara við at taka ímóti mongu deyvu flóttafólkunum úr Ukreina. Hon fer at tosa um, hvussu tú fyrireikar teg til slíkar móttøkur í móttakaralandinum, tí her er ikki bert talan um fremmand fólk, men eisini um fólk við serligum tørvi.
Á skránni her verður stóra arbeiðið hennara við at taka ímóti mongu deyvu flóttafólkunum úr Ukreina. Hon fer at tosa um, hvussu tú fyrireikar teg til slíkar móttøkur í móttakaralandinum, tí her er ikki bert talan um fremmand fólk, men eisini um fólk við serligum tørvi.
Meifríð Hansen, limur í Deyvakirkjuráðnum, sigur, at ein avbjóðing hjá íslendsku kirkjuni hevur til dømis verið, at nógvu deyvu ukreinarnir eru kirkjufólk, og tey hava fylt nógv í íslendsku kirkjuni.
- So er spurningurin, hvat mál, prestur skal prædika, nú nógv av kirkjufólkunum brádliga tosa heilt annað mál, nevniliga ukreinskt teknmál, sigur Meifríð Hansen.
Hetta og mangt annað verður at hoyr um í Smæruni sunnudagin 12. november kl. 16.00.
Hetta og mangt annað verður at hoyr um í Smæruni sunnudagin 12. november kl. 16.00.
Tað er Christina Johannesen, deyvaráðgevi, sum samskipar tiltøkini hjá Hjørdís Onnu Haraldsdóttir.
Tað var Meifríð Hansen, sum kom í samband við Hjørdís Onnu Haraldsdóttir á einum norðurlendskum teknmálsnetverki. Hon helt arbeiðið hennara vera rættiliga áhugavert, og á einum fundi í nýstovnaða deyvakirkjuráðnum, har Meifríð Hansen er ein av fýra limum, bar hon hetta upp á mál. Semja var um um at bjóða Hjørdís Anna Haraldsdóttir til Føroya.
Og í vikuskiftinum verður Hjørdis Anna Haraldsdóttir so á vitjan í Føroyum.
Onnur tiltøk
- okt28Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 17.30, Skrúvugudstænasta
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar - okt28PorkeriPorkeris kirkja, kl. 18.00, Heystgudstænasta
Patrick Conway de Neergaard - okt28Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 19.30, Gudstænasta
Inga Poulsen Dam, Marjun í Kálvalíð
Integratiónsgudstænasta - okt29Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 10.00, Morgunandakt
- bindikafe verður aftaná - okt29Ungdómskirkja í Hvannasunds kirkjuHvannasunds kirkja, kl. 20.00, Ungdómsgudstænasta
Gimmi Olsen
Aftaná verður hugni og pitsa í Kirkjuhúsinum. - nov1TvøroyriTvøroyrar kirkja, Alla halgannasunnudagur, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Dagur teirra sjólátnu. - Eisini verða nøvnini á teimum, sum farin eru í sóknini síðani seinasta Allahalgannadag nevnd. Minningarhald. Eftir gudstænastuna verða kransar lagdir við Minnisvarðan. Eftir løtuna á Torvheyggi eru øll vælkomin í Missiónshúsið á Tvørabakka, har ein drekkamunnur er at fáa. - nov1Sørvágs kirkjaSørvágs kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Marjun í Kálvalíð
Guðstænasta og minningarhald fyri sjólátin. Aftaná guðstænastuna verða kransar lagdir við minnisvarðan. - nov1VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson
Kirkjukaffi, Sunnudagsskúli - nov1Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen
Sunnudagsskúli, Kirkjukaffi - nov1Kirkjubøar kirkjaKirkjubøar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen
Altargongd, Kirkjukaffi - nov1Vestmanna kirkjaVestmanna kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Lestur verður lisin. - nov1Kollafjarðar kirkjakl. 11.00, Gudstænasta
Lestur verður lisin. - nov1Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- nov1FríðrikskirkjanFríðrikskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Gimmi Olsen
Allahalganna sunnudagur. Nøvnini á teimum, ið farin eru í sóknini farna árið, verða lisin upp undir gudstænastuni. - nov1Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur