Skriva út

Ziska, Bøgesvang og Suðurstreymoy

03.03.2008 Tíðindi
Seinasta summar fór stiftsfulltrúin, Jákup Nielsen, í annað starv. Jákup var drúgvur og trúgvur í tænastuni. Síðani Jákup fór, hava vit ikki havt løgfrøðing í starvi. Hetta er sera óheppið, tí tørvur er á løgfrøðingi í fyrisiting kirkjunnar. Dagføringar av lógarverkinum eru altíð neyðugar, og nú skal so umsitingin av føroysku fólkakirkjuni finna sína skipan og skapa eina siðvenju. Sjálvt um mangt fyrisitingarliga kemur at líkjast tí, ið áður hevur verið, so kann væntast at nakað av nýhugsan verður at síggja.

Stiftsstjórnin hevur søkt eftir fólki, og vit vóru heppin. Andrias Ziska, Tórshavn, varð tann 1. mars settur í starv sum løgfrøðingur hjá Føroya Stiftsstjórn. Andrias kemur frá Løgmálaráðnum og hevur áður starvast drúgva tíð m.a. sum deildarleiðari og løgfrøðingur í Postverki Føroya. Við Andriasi verður umsitingin á Biskupsgarði fullmannað, og løgfrøðingurin verður okkum bæði dyggur og hollur.

Løgfrøðingurin ber starvsheitið stiftsfulltrúi, og hann er fyrisitingarligur leiðari á skrivstovuni hjá biskupi. Hann kemur at taka sær av inn og útgangandi samskifti við kirkjuráðini, tá talan t.d. er um viðlíkahald, um- og útbygging.

Tann 9. mars er hátíð í Sjóvar kirkju. Nevnda dag kl. 12 verður Henning Bøgesvang innsettur sum prestur í Sjóvar Prestagjaldi. Tað er dómprósturin, Bjarni Bæk, ið skipar innsetingina. Henning røkir kallið í eitt hálvt ár.

Í løtuni verður søkt eftir presti til Suðurstreymoyar Eystara Prestagjald. Hetta er eitt tíðaravmarkað starv frá 1. apríl til 15. august 08. Talan er um starvið hjá Marjun Lómaklett, ið er í longdum barnsburðarfarloyvi.

Sunnudagin 30. mars kl. 11 er dómkirkjan karmur um innseting. Um nýggi presturin (m/k) ikki er prestvígdur, so er prestavígsla og innseting samstundis. Biskupur hevur vígsluna um hendi, og dómprósturin innsetur.

Vit vóna, at nógv fólk kemur til nevndu gudstænastur. Tað er umráðandi, at kirkjufólkið lagar garð um hirðar kirkjuliðsins.