Skriva út

Ynskja nýggja kirkju í Kollafirði

20.08.2010 Tíðindi
Ynskja nýggja kirkju í Kollafirði


Kollafjarðar kirkja er sera vøkur og søgurík. Men hon hóskar seg ikki so væl til nútíðar brúk, sambært kirkjuráðsformanni, Annfinn Dam.

– Kirkjan er sera vøkur og ljós innan. Hon var millum annað brúkt til filmin “Barbara” eftir Niels Malmros. Ferðafólk koma ofta framvið og fáa eina rundvísing í kirkjuni. Tað er í samstarv við Hoyvík Tours, og tað eru um 7000 – 8000 ferðafólk um árið í kirkjuni. Tað passa 120 fólk í kirkjuna, so hon er alt ov lítil til høgtíðir og jarðarferðir. Til vanligar gudstænastur eru um 30 fólk, og kanska 60 tá ið prestur er, sigur Annfinn, sum heldur at kirkjan ikki hóskar seg til nútíðar brúk.

– Kirkjan liggur beint við høvuðsvegin, og traffikurin hoyrist inn í kirkjuna og órógvar gudstænastuna. Tað er einki vesi í kirkjuni og hurðin er ov smøl til summar kistur. Men kirkjan er friðað, og tí sleppa vit ikki at broyta nakað. Tí hava vit eitt ynski um eina nýggja kirkju, sigur Annfinn.

– Vit hava søkt um grundstykki fyri fleiri árum síðani. Vit ynskja at fáa stykkið, sum ikki er longri enn ein kilometur burtur frá kirkjugarðinum. Tá ið grundstykkið er komið uppá pláss kunnu vit fara at arbeiða meira ítøkiligt við prosjektinum. Vit ynskja eina kirkju, har vit kunnu hýsa einum kirkjuligum arbeiði. Tað vil siga hámessa og onnur kirkjulig tiltøk. Vit hava gott samstarv við missiónshúsið á staðnum, og tað ynskja vit at varðveita. Kirkjuráðið arbeiðir eisini fyrimyndarliga væl saman, og kirkjutænarnar eru nógvir og góðir. Nú er høvuðsavbjóðingin at arbeiða fram ímóti at fáa eina nýggja kirkju, sigur Annfinn Dam at enda.

Orð og mynd: Heini S. Kristiansen