Skriva út

VOX framførir GLORIA í Fríðrikskirkjuni

18.10.2023 Tíðindi

Sunnukvøldið 22. oktober kl. 19.00 hevur gospelkórið VOX konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

VOX er gospelkór, ið byrjaði í nítiárunum og var tá sera virkið til konsertir, gudstænastur og møtir. Eftir ein steðg fór kórið aftur til verka í 2017 og hevur síðan javnan havt framførslur í ymiskum samanhangi. Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá VOX og hevur stjórnað kórinum síðan 1998.

VOX fer á hesum sinni at framføra verkið GORIA eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari hjá Oslo Gospel Choir. Sangirnir eru skrivaðir sum ein gudstænasta, ið tískil hevur tey ymisku liturgisku liðini í eini gudstænastu við. Vit hoyra fjølbroyttan kórsang við støði í kyrie, gloria, trúðarjáttanini, faðirvár, signinigini osfr.

VOX framførdi GLORIA í 2017, tá ið tríggjar ymiskar kirkjur vóru karmur um konsertirnar. Hesaferð verður GLORIA framført til eina konsert – í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Verið hjartaliga vælkomin á konsertina 22. oktober kl. 19.00.
Konsertin er ókeypis, men høvi verður at lata kórinum eina gávu.