Skriva út

Vónrík løta í Vesturkirkjuni

08.02.2010 Tíðindi
Vónrík løta í Vesturkirkjuni

Tað var av fagrasta vetrarveðri sunnudagin 7. februar í ár. Ein vakur morgun og kirkjuklokkan kallaði til halgan fund. Fjøld av fólki møtti til gudstænastuna, nú hin nýggi presturin, Derhard Olsen, varð innsettur.

Løtan var í allar mátar vónrík. Tað er altíð fjálgt og gott at koma í Vesturkirkjuna. Kirkjan er stór og forkirkjan rúmlig. Móttøkan er góð, og blídligir tænarar taka ímóti. Tað er eydnast prestunum saman við dugnaligum fólki at skipa eina vælvirkandi kirkju.

Hin nýggi presturin er saman við Hera J. Joensen og Bergi D. Joensen sóknarprestur í fýra kirkjusóknum. Umframt Vesturkirjuna er talan um kirkjuliðið á Argjum, í Kirkjubø og úti í Hesti. Tey mannaðu garð um prestin og tóku væl ímóti honum.

Var nýliga komin til Havnar um tað mundið, tá Vesturkirkjan varð vígd. Tað var eitt stórt frambrot fyri fólkakirkjuna í høvuðsstaðnum, nú býurin vaks og er vaksin. Tað er gott, at vit hava átt og eiga hugsjónarfólk. Tvey ár eru liðin síðani Hoyvíkar kirkja varð vígd. Ein avbera góður halgidómur við øllum møguleikum. Og so framtíðin við nýggjari kirkju úti á Argjum vónandi um ikki so mong ár.

Tað var júst vónin, ið lá á ljóði. Sunnudagur sexagesima sigur frá líknilsinum um sáðið, ið grør. “Av sær sjálvari ber jørðin grøði”. Tað er Guð, ið skapar lív og vøkstur. Eyðvitað skulu vit arbeiða og gera okkara besta, men vøksturin er í Guðs hondum. At so er gevur arbeiðsgleði og áræði. Øll andalig tænasta er partur av og liður í verki Harrans.

Vit ynskja Derhardi Olsen tillukku við kallinum og Harrans ríku signing.

JF