Skriva út

Vøkstur við nýggjari útgávu

02.03.2023 Tíðindi

Nógv avhildna Við honum út á Golgata, sum er smálestrar til føstuna, er nú komin í bókabúðirnar.

Hetta er onnur útgáva hjá Forlagnum Vøkstur, sum er forlag hjá Fólkakirkjuni.

Bókin fylgir Jesusi hansara líðingargongd fra Getsemane til Golgata.

Talan er um 43 lestrar, stuttir tó djúpir, sum hjálpa lesaranum gjøgnum føstuna at hugsa um Jesu líðing. Hon er trúarstyrkjandi og gevur troyst, og er hon eitt gott amboð til at ogna sær boðskapin um Jesu deyða og uppreisn, páskaboðskapin.

Bókin er skrivað av kenda norska høvundanum Fredrik Wisløff. Petur Jacob Sigvardsen føroyskaði.

Bókin kostar 225,- kr.

Forlagsnevndin