Skriva út

Vitja Húsavíkar kirkju heima

11.02.2025 Tíðindi
Húsavík 500X278

Húsfrúgvin í Húsavík reið í kirkju. Vit kunnu vitja kirkjuna heima - á skíggjanum.

Arbeiðið við at leggja kirkjur afturat tykisferðum heldur fram. Í dag er Húsavíkar kirkja løgd út á tykisferðir.

Ovast á síðuni ber til at trýsta á Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á "Menu", og har sæst at fýra kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja og Húsavíkar kirkja.

Ætlandi verður Eiðis kirkja tøk um góða viku.

Ver vælkomin á gátt - eisini á tykisferð.