Skriva út
Vitborin er fólksins sál
15.02.2010 Tíðindi

Sunnudagin hin 14. februar varð hin sætti presturin í røðini skipaður í kallið sum sóknarprestur. Á hesum sinni var Kvívíkar kirkja miðdepil umboðandi alt Norðstreymoyar prestagjald. Kirkjan var fullsett, og sigast má, at prestainnsetingarnar hava verið kirkjuligir hátíðardagar burturav .
Hugsa vit um kirkjur og kirkjuráð, so er Norðstreymoyar prestagjald tað størsta. 8 eru kirkjurnar í tali. Eftir koyrivegnum fevnir presturin bygdirnar frá Tjørnuvík til Vestmanna. Talan er um dalar og fjøll og eina vitjan niðan til Saksunar, hesa hugtakandi lítlu bygd í síni náttúru og vakurleika.
Í mangar mátar er prestagjaldið spennandi. Talan er um eina kirkjuliga breidd rótfest í føroyskari mentan og siðvenju. Vit kenna Kingobólkin úr Tjørnuvík. Tey eru vorðin kend og avhildin bæði her heima og uttanlands.
Sunnudagin var tað Gentukórið úr Vestmanna við Erlu Olsen sum kórleiðara, ið setti ein eyka hátíðardám á løtuna. Vakur kórsangur. Tað er eitt ríkidømi í fólkakirkjuni, at vit eiga fólk, sum leggja sálina í sangin bæði sum urguleikarar, kórleiðarar og sangarar. Ein gudstænasta er altíð góð, men skulu vit tosa um ein prikk omanvert i, so er tað eyðvitað ein væl ljómandi sálmasangur.
Bjarni Bæk, fyrrverandi dómpróstur, stóð fyri gudstænastuni. 41 ár sum prestur. Í síni dómpróstatíð frá 1995 hevur hann havt ikki færri enn 41 innsetingar av prestum. Nakrir prestar eru innsettir tvær ferðir av Bjarna t.d. við flyting í annað kall ella fyribils starvssetan.
Kringumstøðurnar vóru avbera góðar, men maðurin í miðdeplinum var hóast sín stilla og høviskliga atburð sjónskur. Í tvey ár hevur hann røkt kallið væl og virðiliga. Leiðslan í fólkakirkjuni takkar honum og hinum prestunum, ið hava røkt tænastuna sum fyribils settir prestar. Tað var fyribils, men kirkjan var í góðum hondum hjá teimum øllum.
Sóknarpresturin við sæti á Kirkjuteigi er Theodor Eli Dam Olsen. Hann varð prestvígdur og innsettur 6. januar 2007 í Kvívíkar kirkju. Hann er fallin væl til í Norðstreymoy og er vorðin ein natúrligur partur av fólksliga lívinum í økinum.
Norðstreymoyingar góvu honum eisini eina dygga álitisváttan, tá tey einmælt innstillaðu hann til kallið á felags fundi 9. januar í ár.
Hesin ungi maðurin sveik ikki, men takkaði fyri álitið við eini sera góðari prædiku, ið verður prentað her á heimasíðuni einaferð í vikuni.
Sat innari í kór og hevði tann leiklut at vera kirkjufólk saman við kirkjuliðnum. Eitt ríkidømi við eina og somu gudstænasta at hoyra so nógv gott : Tvær prædikur, sálmasang, kórsang og fólksins andadrátt.
Útsýnið yvir kirkjuliðið var gott, og eyguni hvíldu á eini mynd av eingli Harrans. Myndin hongur nakað aftarlaga á vegginum konufólkamegin. Eingilin lýsir signing Guds. Hugsaði ein stillan tanka, at vitborin er fólksins sál. Góðska, nærlagni, trúføst tænasta og hjávera. Fjøldin, sum við eina gudstænastu kallast kirkjuliðið, telur hin einstaka, og hin einstaki ber fjøldina – við signing Guds.
JF.
Onnur tíðindi