Skriva út

Vit minnast Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen

18.08.2022 Tíðindi

Í sambandi við at tað eru liðin 150 ár síðan miðvingarnir Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen vórðu bornir í heim, verður minnisløta við fyrilestrum, sangi og upplestri í

Miðvágs kirkju mikukvøldið 14.09 kl. 19.00.

Jákup Reinert Hansen gudfrøðingur, Phd og lektari í føroyskari kirkjusøgu, og Guðrun Gaard Phd. í norðulendskum bókmentum, og abbadóttir Rasmus, halda fyrilestur og hugleiða um merkismennirnar Olivar og Rasmus.

Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, lesa upp, og vit syngja sálmar og sangir eftir teir báðar. Vit bjóða ein drekkamunn í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!