Skriva út

Vit heiðra Paulinu

19.10.2021 Tíðindi

Í ár byrjar Bindifestivalurin í Fuglafjarðar kirkju við morgunmati.

Føroyskt Kirkjumál hevur givið tvær bøkur hjá Paulinu Eliasen út í 2020.

“Kirkjuklæði” og “Altardúkar – átta nýggj mynstur”

Paulina er ein av royndastu undirvísarunum á Bindifestivalinum øll árini, og tí vilja vit eisini heiðra hennara verk á festivalinum.

Tað hava vit valt at gera á hendan hátt og við hesi skrá.

Hósdagin 28. okt.

  • kl. 9 Morgunmatur í kirkjukjallaranum
  • kl. 10 Morgunkvirra í kirkjuni – sangur og andakt
  • kl. 11 Fyrilestur v/Paulinu Eliasen við heitinum «Altardúkurin»
  • kl. 12 - 16 Framsýning «Kirkjuklæði og altardúkar» í konfirmantstovuni

Fríggjadagin 29. okt.

  • kl. 12 - 16 Framsýning «Kirkjuklæði og altardúkar» í konfirmantstovuni

Leygardagin 30. okt.

  • kl. 12 - 16 Framsýning «Kirkjuklæði og altardúkar» í konfirmantstovuni
  • kl. 15 Gongutúrur byrjar við Mentanarhúsið við heitinum ”Halgidómar í Fuglafirði”. Túrurin endar í kirkjuni - sí skrá Bindifestivalurin her:
  • kl. 16 Fyrilestur v/Paulinu Eliasen við heitinum «Altardúkurin»
  • kl. 17.30 Sangløta í kirkjuni við sangbólkinum Silvitni
  • kl. 18 Havnar Hornorkestur spælir í kirkjuni

Øll tiltøk í kirkjuni eru almenn - vit síggjast til morgunmatin.

Fyrireikararnir fyri Bindifestivalin