Skriva út
Vísa Fríðrikskirkjuna fram
18.08.2009 Tíðindi

Hvønn gerandisdag í vikuni er Fríðrikskirkjan opin frá 14 til 16 fyri fólki at koma inn at hyggja. Í gongini liggja faldarar á enskum, donskum, týskum og fronskum. Tað eru føst fólk, sum skiftast at sita í kirkuni og eru klár at greiða vitjandi frá ymsum um kirkjuna
Kristianna Magnussen hevur saman við manninum, Ova Magnussen, høvuðsábyrgd fyri hesum.
– Vit byrjaðu uppá hetta fyri nøkrum árum síðani, og tað hevur verið væl eydnað, sigur hon.
Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum koma á gátt í kirkjuni.
– Tað kunnu koma ferðaløg við føroyingum: sjómanskvinnuringar og líknandi. Annars er tað mest útlendsk ferðafólk, sum koma inn at forvitnast. Tey siga øll tað sama: at tað er ein sera flott kirkja, sum vit eiga. Serliga dáma teimum væl, at hon er so einkul og stílrein, sigur Kristianna.
Hendan dagin vóru tað Rakul og Niklas Foldbo, sum sótu og tóku ímóti fólki.
– Kristianna og Ovi gera eitt megnar arbeiði. Tey eru her hvønn dag og opna og steingja, og tey sita her fleiri dagar um vikuna, sigur Rakul.
Hendan dagin kom eitt dansk par inn í kirkjuna, og Niklas Foldbo greiddi teimum frá um tað arkitektoniska og søguliga við kirkjuni.
– Tað hava verið nógv fólk inni gjøgnum ár og dag, og tað eru tvær fullar gestabøkur, siga fryntilgu konurnar at enda.
Myndatekstur:
Rakul Foldbo og Kristianna Magnussen. Í bakgrundini greiðir Niklas Foldbo frá.
Onnur tíðindi