Virtuell vitjan í Vesturkirkjuni

Uttan av havi sæst hon. Í miðbýnum og nýggju bústaðarøkjunum við. Við segllíku takflatunum er Vesturkirkjan vorðin satt eyðkenni og prýði í vesturbýnum.
Hin 24. august 2025 eru 50 ár liðin, síðani at Vesturkirkjan varð vígd og tikin í nýtslu. Hetta hátíðarhalda vit m.a. við at bjóða á tykisferð í Vesturkirkjuni.
Á skíggjanum ber sostatt til, bæði at síggja og lesa um m.a. kirkjuklokkurnar, altarprýðið, doypifuntin og ljósakrúnurnar.
Ovast á síðuni ber til at trýsta á Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á "Menu", og har sæst at ellivu kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja, Ólavskirkjan í Kirkjubø, Haldórsvíkar kirkja, Hvannasunds kirkja, kirkjan við Norðskála og Vesturkirkjan
Ver vælkomin á gátt - eisini á tykisferð.