Skriva út

Virkandi sóknarprestur til Vága prestagjald

08.09.2025 Tíðindi
8aug07_6515.jpg

Søkt verður eftir virkandi sóknarpresti til tænastuna sum prestur í Vága prestagjaldi, nú sóknarpresturin fer í lestrarfarloyvi.

Talan er um tíðarskeiðið 1. november 2025 – 31. januar 2026.

Gudstænastur verða hildnar í Sandavágs kirkju, Miðvágs kirkju, Sørvágs kirkju, Bíggjar kirkju, Mykinesar kirkju og Skúlanum í Gásadali.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Skipað samstarv er millum sóknarprestarnar í Vága prestagjaldi.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Umsøkjarar, ið ikki er prestvígdir, mega hava lokið biskupspróvtøkuna.

Løn- og setanartreytir
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað.

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. september 2025 kl.12.00.

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella til umsokn@folkakirkjan.fo

Eru fyrispurningar ella ivamál, eru tygum vælkomin at skriva til Jógvan Fríðriksson, biskup á jf@folkakirkjan.fo.