Skriva út

Virkandi sóknarprestur til Suðurstreymoyar vestara prestagjald

02.11.2026 Tíðindi
Vesturkirkjan

Søkt verður eftir virkandi sóknarpresti til tænastuna sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. 

Talan er um tíðarskeiðið 1. januar – 31. mars 2027, tá ið sóknarpresturin Bergur D. Joensen verður upptikin av nýggju bíbliutýðingini.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Tórshavnar vestara, Argir, Kirkjubøur og Hestur. Eisini verða gudstænastur hildnar í Norðadali.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimum, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Skipað samstarv er millum sóknarprestarnar í prestagjaldinum.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Umsøkjarar, ið ikki er prestvígdir, mega hava lokið biskupspróvtøkuna.

Løn- og setanartreytir
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað.

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. november 2026 kl. 13.00.

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella til umsokn@folkakirkjan.fo

Eru fyrispurningar ella ivamál, eru tygum vælkomin at skriva til Ova Brim, próst á ovi@kirkjan.fo.