Virkandi sóknarprestur til Suðuroyar norðara prestagjald

Søkt verður eftir virkandi sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. mars – 31. juli 2026.
Høvuðsuppgávur
At boða Guðs orð, halda gudstænastur og útinna sakramentini og kirkjuligu tænasturnar.
Í prestagjaldinum eru fimm gudstænastustæð: Tvøroyrar kirkja, Hvalbiar kirkja, Sandvíkar kirkja, Fámjins kirkja og bønhúsið í Øravík.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.
Virkandi sóknarpresturin gongur inn í samstarvið millum prestarnar í Suðuroynni.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Biskupspróvtøkan er ein fortreyt fyri umsóknini.
Løn og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.
Vegna landfrøðiligari frástøðu verður ætlandi tænastubústaður til embætið.
Umsóknarfreist
Umsóknin verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella til umsokn@kirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. februar kl. 12.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Ova Brim, prósti, t-postur: ovi@kirkjan.fo