Virkandi sóknarprestur til Norðstreymoyar vestara prestagjald

Søkt verður eftir avloysara til tænastuna sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við støði í Vestmanna.
Talan er um tíðarskeiðið 1. oktober 2026 – 31. desember 2026.
Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
Skipað samstarv er millum sóknarprestarnar í prestagjaldinum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Umsøkjarar, ið ikki er prestvígdir, mega hava lokið biskupspróvtøkuna.
Løn- og setanartreytir
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1
Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. september 2026 kl. 12.00.
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella til umsokn@folkakirkjan.fo
Eru fyrispurningar ella ivamál, eru tygum vælkomin at skriva til Ova Brim, próst á ovi@folkakirkjan.fo.