Skriva út

Virkandi sóknarprestur til Eiðis prestagjald

13.05.2026 Tíðindi
Dsc09891.jpg

Søkt eftir virkandi sóknarpresti til tænastuna sum prestur í Eiðis prestagjaldi, nú sóknarpresturin fer í lestrarfarloyvi.

Talan er um tíðarskeiðið 1. august – 31. oktober 2026.

Gudstænastur verða hildnar í Eiðis kirkju, Kirkjuni við Norðskála, Funnings kirkju og Gjáar kirkju. 

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimum. Hesi støð eru, í samráð við avvarðandi myndugleikar, ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. 

Umsøkjarar, ið ikki er prestvígdir, mega hava lokið biskupspróvtøkuna. 

Løn og setnartreytir
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað. 

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2026 kl.12.00.

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella umsokn@folkakirkjan.fo

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til Ovi Brim, próst: ovi@kirkjan.fo.